Nr. 1 stig Bogi á Kósini 5 stig
Nr. 2 stig Hanus á Lógv 5 stig
Nr. 3 stig Lisa J. Xin 4,5 stig

Nr. 1 stig Bogi á Kósini 5 stig
Nr. 2 stig Hanus á Lógv 5 stig
Nr. 3 stig Lisa J. Xin 4,5 stig

Nr. 1 Høgni Egilstoft Nielsen 6,5 stig
Nr. 2 Luitjen Akselsson Apol 6 stig
Nr. 3 Elias Petersen 4,5 stig

Nr. 1 Flóvin Tummasarson Matras 6 stig
Nr. 2 Brandur Højgaard 4,5 stig
Nr. 3 Sigurd B. Justinussen 3,5 stig

Nr. 1 Baldur Bjarnason Jørgensen 6 stig
Nr. 2 Emil Jacobsen Jamil 5,5 stig
Nr. 3 Djóni F. C. Jakobsen 5,5 stig

Hóast Høgni hevur eina ótrúðliga 100 prosents skorðu, nú einans eitt umfar restar í, so er hann ikki sloppin leysur av Luitjen.
Burtursæð frá javnleikinum í fyrsta umfarinum, so hevur Luitjen nevnliga vunnið øll talvini, og liggur framvegis einans eitt hálvt stig aftanfyri Høgna.
Við tí hava vit fingið dreyma finaluna í ársins FM kapping á seinasta kappingar degnum millum Luitjen og Høgna.
Í dag rak Hans Kristian út í eitt Egilstoft ódnarveður, sum hann onki fekk gjørt við.
Í eini javnari støðu, sum uppstóð við tí sokallaðu Reti byrjanini, lat Høgni í allari stillheit sína a finnu standa í blonkum deyða, meðan hann byrjaði ein sannan finnu storm á tí alt avgerandi miðjuni í talvinum. Hans Kristian beit á og tók a finnuna við frúnni. Gaman í fekk hann eina finnu, og tað var jú legendariski Bobby Fischer, sum á sinni segði: a pawn is a pawn!
Aftur í dag vann Høgni eitt fínt talv. Tað var við hvíta fólkinum móti Elias, sum hevur fjórðhægsta styrkistalið í kappingini og sum áðrenn kappingina kundi roknast sum ein vandamikil outsidari. Men í dag var eingin ivi. Elias valdi ein Karokann í dag og alt gekk leingi eftir ætlan. Jøvn støða, nógvar avbýtingar og útlit fyri javnleiki. Men brádliga vann Høgni sær meiri pláss á borðinum og Elias var trýstur aftur í defensivin. Báðir høvdu rók og bispapar. Men fólkið hjá Høgna stór aktivari. Aftaná nógv dammarí aftur og fram var spurningurin, um Høgni fór at megna at bróta ígjøgnum verjumúrarnar hjá Eliasi. Tað eydnaðist Høgna at undirminera finnustøðuna frúgvamegin og fáa eina vandamikla frífinnu á c linjuni. Júst tað finnuna offraði Høgni fyri at fáa sín kong inn í støðuna Elias og tað endaði við, at hann fekk tvær frífinnur, eina á e linjuni og eina á g linjuni og so kollapsaði støðan hjá Eliasi umsíður í dagsins longsta talvi. Høgni hevur í hesu kapping víst seg sum ein meistara í grinding, júst sum Magnus Carlsen er kendur fyri.
Ja, so kenna vit Høgna aftur. Petur Gardar flytur 1. e4. Høgni svarar 1… a6! og vit hava eitt langt kamptalv fyri framman, sum ikki skal enda við javnleiki. Høgni endaði við tí tiltikna bispaparinum, og frá tá av var tað næstan sum at síggja endatalvs teknikkin hjá sjálvum Capabalnca. Við einføldum snildum fekk Høgni lirka finnustøðuna hjá Petur upp og tá avtornaði hevði hann tvær finnur meira og Petur valdi at leggja kong. Við sigrinum í dag hevur høgni sligið sína favoritstøðu púra fasta. Trý stig eftir trý umfør og 100 prosent skora. Tað er nú givið, at Høgni fer eftir teimum øllum!
Steypakappingin verður telvað leygardagin 26. apríl í Skúlaheiminum í Marknagili.
Umframt kappingina er endamálið at draga samanum farna kappingarárið 2024/25 – og við Gallaveitsluni – ikki minst, at øll sum vara av telvingini fáa eina hugnaliga løtu saman.