Heim / Tíðindi (síða 118)

Tíðindi

Anand – Topalov: HM byrjar seinnapartin

 

 

Báðir tveir hava – á hvør á sín hátt – av álvara tikið talvheimin á bóli seinastu árini. Stílurin er ymiskur. Meðan 40 ára gamli, hóvligi, Anand er sannur meistari, tá um fyrireiking viðvíkur og í so máta er meiri heilstoyptur sum telvari, er 35 ára gamli, ágangandi, Topalov, kendur fyri at taka stórar váðar á seg og at sigra við sonnum fýrverki, tá harðast leikar á, umframt at hava serlig evnir at koma sterkt aftur í seinnu hálvu av kappingum. Avbjóðarin hevur, harumframt, heimavallar fyrimunin. 

Anand er trífeldur HM-vinnari í 2000, 2007 og 2008, meðan Topalov vann HM-heitið í 2005. Gjøgnum tíðirnar hava teir verið í orrustu í 44 talvum. Støðan er 11-10 til Topalov. 23 talv endaðu við janvleiki. 

Anand um Topalov: “Ein sera krevjandi telvari, sum megnar draga fram ógvusliga orku við talvborðið og sum fær alt tað burturúr, sum yvirhøvur fáast kann, úr givnu støðuni.”

 

Topalov um Anand: “Anand er eitt hitt størsta talentið í talvsøguni. Hann er í dag 40 ára gamalur og helvtina av tíðini hevur hann verið ein hin sterkasti telvarin í heiminum”.

 

Og sum vanligt er. Sálarliga orrustan er longu byrjað. 

 

Tað var við tógvið stríð at Bulgarar vildu góðtaka, at útseta HM-dystin frá fríggjadegi til leygardag, nú heimsmeistarin, Anand, hevði stórar trupulleikar at koma vegin fram til Sofia, grundað á øskuni úr Íslandi. Eftir 40 tímar í bili var hann frammi. 

 

Telvað verða 12 talv og stendur á jøvnum 6-6, verða 4 kvik-talv telvað 13. mai og hereftir verðür heimsmeistarin 2010 kosin. Anand byrjar við svarta fólkinum leygardagin.  

 

Um okkara leiðir hevur úrslitið í Sofia serligan áhuga, tí ikki er óhugsandi, at vinnarin í Sofia telvar søguligt HM ímóti unga Magnusi Carlsen, úr Noregi, sum í løtuni liggur í oddinum á heimsstyrkilistanum.  

Fylgið HM í talvi á: www.anand-topalov.com

 

Hjalti og Eli vardu HM-heitið

Hjalti Toftum Jógvansson, sum annars er venjari hjá yngru telvarunum. endurvann HM-heitið hjá teim eldru, sum hann eisini vann í fjør. Heiðrikur Tindskarð Jacobsen gjørdist nr. 2, meðan Margar Berg – eftir umdyst við Rúna Tindsskarð Jacobsen – gjørdist nr. 3. Rúni varð harvið nr. 4 og Sára T. Olsen nr. 5.

Eli W. Finnsson megnaði somuleiðis at endurvinna HM-heitið hjá teim yngru. Men talan gjørdist um sera spennandi umdyst um gullið við Áron Fjallheim, meðan sera ungi og evnaríki, Leif Fjallheim, hálaði bronsuna til høldar.

Fleiri nýggir, spennandi, telvarar eru lagdir afturat hjá teim yngru í vetur.

Nú HM er lagt afturum, verður farið til Klaksvíkar, Flaggdagin, at dystast við aðrar skúlaungdómar í FM-liðkappingini fyri ung.

HAVNAR TELVINGARFELAG

Innbjóðing: FM liðkapping fyri skúlaungdóm 2010

 

 

 

 

 

 

 

FM finalubólkar fevna um tey bestu liðini í hvørjum aldursbólki frá innleiðandi kappingunum. Tey lið sum ikki kvalifisera til finaluna, ella sum ikki luttaka innleiðandi, telva í opnum bólkum í finaluni um plaseringar og heiðursmerki.

Á hvørjum liði eru 4 telvarar. Tó ber til at hava í mesta lagi 2 skiftistelvarar – t.v.s í mesta lagi 6 á hvørjum liði.

4. flokkur og yngri telva uttan umhugsunartíð (klokku) – tó verður klokka nýtt, um hetta verður mett neyðugt til tess at finna eina avgerð. Royndirnar vísa, at tey yngru hava lyndi at hugsa meir um klokkuna enn um talvið.

5. flokkur og eldri telva við 10 minuttum í part til hvørt talvið.

1. Innleiðandi kapping – Klaksvík – 25. apríl:

Kappingin verður í Klaksvík, sunnudagin 25. apríl, kl. 14.00. Telvað verður í Gamla Tekniska Skúla, við Ósánna.

Seinasta freist at melda er fríggjadagin 23. apríl á telefon 457098/263828 ella á teldupost-adressu: roxo@olivant.fo. Vinarliga upplýsið navn á liði (skúli/felag) og tilskila aldursbólk.

Heiðursmerki verða latin trimum teimum bestu liðunum í hvørjum aldursbólki.

2. innleiðandi kapping verður fríggjadagin 30. apríl í Kollafirði (nærri lýst seinni)

Heiðursmerki verða latin trimum teimum bestu liðunum í hvørjum aldursbólki.

FINALA 2010 – Tórshavn:

Finalan 2009 verður telvd í Tórshavn, sunnudagin 16. mai (nærri lýst seinni).

Heiðursmerki verða latin trimum teimum bestu liðunum í hvørjum aldursbólki umframt ognarsteyp til vinnandi FM liðini. Í opnu bólkunum verða heiðursmerki latin trimum teim bestu liðunum í hvørjum aldursbólki.

Vónað verður, at møtt verður fjølment til kappingarnar. Ásannast má, at eins týðandi tað er, at seta við nýggjar telvarar, ikki minst týðandi er tað, at halda teimum til !

Kappingarnar eru fyri allar áhugaðar talvungdómar – royndar, minni royndar og eisini fyri tey sum júst eru byrjaði – tað er ikki at halda seg aftur !

Tórshavn, hin 21. apríl 2010

TALVSAMBAND FØROYA

GRAND PRIX FINALA ÚTSETT

Grand Prix Finalan 2009/10, sum sambært skránni er ásett at verða telvað leygardagin 10. apríl, er fyribils útsett.

Nærri verður lýst seinni.