Åbningsrunden ved skakolympiaden i Baku, var en speciel oplevelse. Vi mødte Sydsudan, der stillede med én ratet spiller med et ratingtal på 1899 og tre ikke-ratede spillere. I ”gamle dage” betød dette som regel en sikker sejr. Sådan er det ikke mere. Vi fik en hård kamp.
Les meira »OL 2016: Talvini frá 1. umfari: Suður Sudan – Føroyar
Her kunnu talvini frá 1. umfari síggjast
Les meira »OL 2016: 1. umfar: Vunnu fyrsta dystin
Føroyar vunnu 3-1 á Suðursudan í fyrsta umfari á talvolympiaduni í Aserbadsjan í dag. Helgi Dam Ziska, John Rødgård og Sjúrður Thorsteinsson vunnu og Jóan Hendrik Andresen tapti. Føroyar eru styrkismettar nógv hægri enn Suðursudan, og tí var roknað við líknandi úrsliti. John Rødgård og Sjúrður Thorsteinsson vunnu trygt við hvíta fólkinum, men við svarta fólkinum høvdu okkara menn trupulleikar.
Les meira »Vangamynd í 3-2 Helgi Dam Ziska
Helgi Dam Ziska hevur júst luttikið í sterkari kapping í Dubai, sum upphiting til Talv-Olympiaduna í Baku. Áðrenn fráferð var Helgi vangamynd í 3-2 sendingini hjá Kringvarpinum.
Les meira »Talv-OL Baku
Ikki færri enn 180 lið verða umboðað á talvolympiaduni í Aserbadsjan í næstum. Á seinastu olympiaduni, sum var í Tromsø í Noregi fyri tveimum árum síðani, vóru liðini í opnu kappingini 172 í alt. Føroyar eru styrkismettar nummar 85 av teimum 180 liðunum. Russland er styrkismett sum nummar eitt. Manningin verður henda: 1. Kramnik 2. Karjakin 3. Grischuk 4. Tomashevsky 5. Nepomniachtschi. Størsti avbjóðarin verður helst USA, sum er styrkismett nummar tvey. Amerikanska liðið hevur hesa manning: 1. Caruana 2. Nakamura 3. So 4. Robson 5. Shankland. Kina, sum vann kappingina seinast, er styrkismett nummar trý. Tey tíggju londini, sum eru styrkismett hægst eru: 1. Russland 2. USA 3. Kina 4. Aserbadsjan 5. Ukraina 6. Frakland 7. Poland 8. Ongland 9. Ungarn 10. Holland. Av norðurlondum er Noreg styrkismett hægst sum nummar 17. Heimsmeistarin Magnus Carlsen situr á fyrsta borði.
Les meira »Talv-Olympiadan í Baku
Føroyameistarin Rógvi Egilstoft Nielsen og altjóða meistarin John Arni Nilssen fara ikki við føroyska landsliðnum á talvolympiadu seinni í summar. Báðir hava fingið forfall. Rógvi er sáttmálabundin fótbóltsspælari, men hevði fingið avtalu um at sleppa at telva í september, men ein leiguavtala, sum EB/Streymur og Skála hava gjørt sínamillum um sandavágsmannin, ber í sær, at føroyameistarin í talvi fer at spæla EFFO-fótbólt heldur enn at kappast í talv-OL. John Arni Nilssen er júst byrjaður í nýggjum starvi í Danmark, og eigur tí ikki frítíð til góðar.
Les meira »Nýggj heimasíða
Gamla heimasíðan hevur verið undir álopi, og verður ikki tøk aftur. Tó er tilfarið ikki burtur, og arbeitt verður við at fáa tað innaftur og at fáa valmyndir o.a. innaftur. Webmaster
Les meira »Føroyski ratinglistin, 04.08.2016
Talvkapping børn- og ung.
Talvkapping fyri børn og ung sunnudagin 22.mai kl 14, í Kollafjarðar skúla. Øll eru vælkomin at vera við, bara man dugir mannagongdina. Telvað verður í fleiri bólkum, og okkurt verður at fáa hjá øllum. Tilmelding (seinasta freist leygardagin 21. mei kl. 18.00): á telduposti: faroechess@faroechess.com, ella telefon: 751422 Vinarliga upplýs navn, føðingardag og skúlaklassa. Kappingarnar eru fyri øll sum hava hug at telva – roynd, minni roynd og eisini fyri tey sum júst eru byrjaði Kom og Telva! J Talvsamband Føroya http://faroechess.com/ á Facebook “Talvtos”
Les meira »Innbjóðing til steypakappingina
Talvsamband Føroya skipar aftur í 2016 - fyri Steypakapping í talvi fyri lið, leygardagin, tann 30. apríl 2015. Tiltakið verður í Gjáargarði við Gjógv. Karmar og umstøður sum vísa seg at vera heilt framúr.
Les meira »