Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / NM frásøgn: Dagur 3

NM frásøgn: Dagur 3

Føroysku umboðini koma heimaftur við í alt 16 stigum úr NM-kappingini í Finnlandi.

Undan seinasta leikdegnum í dag var spenningurin serliga stórur í B-bólkinum, har Janus eftir frálík avrik fyrstu tveir dagarnar lá á einum deildum 2. plássi við trimum stigum av fýra møguligum. Uppgávan var tó alt annað enn løtt, tí Janus skuldi í 5. umfari hava svarta fólkið ímóti hægsrataða telvaranum í bólkinum, FM Toivo Keinanen – sum á pappírinum hevur munin á Janusi við knøppum 600 ratingstigum. Líka legði Janus í, hann flutti skjótt og væl, sendi eina a-finnu oman brekkuna, og tá mótstøðumaðurin so fór skeivur, var hann brádliga frammanfyri við einari finnu. Finnin kom so líðandi við aftur í talvið og byrjaði at trýsta, men Janus var ikki til at vika, og eftir 107 leikir mátti mótstøðumaðurin ásanna, at stigið mátti býtast í tvey. Frálíkt úrslit hjá Janusi, sum ikki áður hevur fingið stig ímóti telvara omanfyri 2200 – og harvið setti persónligt met við javnleiki ímóti einum á 2347!

Dreingirnir fingu í alt 2 stig í 5. umfari. Afturat javnleikinum hjá Janusi syrgdi Jón fyri øðrum hálvum stigi og Luitjen fyri einum heilum. Luitjen slapp at fylgja talvinum, sum Jón hevði vunnið ímóti sama mótstøðumanni í 2. umfari, spældi ein nýggjan leik í 15. leiki og kombineraði seg stutt eftir ígjøgnum svørtu verjuna við einum riddaraofri á f7. Eli og Rani høvdu báðir fastatøkur á mótstøðumonnunum og kundu avgjørt talvini til sín fyrimun, men mistu tíverri á stokkinum, tá til stykkis kom.

Eitt sindur undranarvert var tað, at eitt riddaraoffur á f7 aftur gjørdist høvuðstemað í talvinum hjá Luitjeni í 6. umfari. Hóast finski mótstøðumaðurin longu undan talvinum hevði tryggjað sær fyrstaplássið í bólkinum við 5 stigum av 5 møguligum, fekk hann ikki eitt bein til jørðina hesaferð. Luitjen fór beint í hernað, fann allar teir røttu álopsleikirnar og smekkaði til á f7. Føroysku fjeppararnir í analysurúminum hildu ondini í spenningi ta eina løtuna, tí tað sá út til, at Luitjen fór at sleppa at avgera talvið við einum nærum listarligum frúgvaofri. Men tíverri fann finnin røttu verjuna. Støðan var tó framvegis vunnin, og hóast hegnisskapurin kann betrast til eina aðru ferð, kom stigið í skjáttuna.
Afturat hesum sigrinum fekk Suni eitt hálvt stig til høldar við frálíkum javnleiki ímóti mótstøðumanni við útvið 500 ratingstigum fleiri, meðan Elias vann innanhýsis uppgerðina ímóti Markusi í yngsta bólkinum. Harvið komu í alt 2½ stig á talvuna í 6. og seinasta umfarinum. Rógvi helt leingi á í javnari støðu, men misti tíverri hálva stigið, tá tíðin fór at ganga undan. Leif hevði somuleðis góðar møguleikar fyri javnleiki, og kanska meira, men misti somuleiðis í tíðarneyðini. Janus, sum ikki varð liðugur við 5. talvið, fyrr enn hálvan tíma áðrenn 6. talvið skuldi byrja, fótaði sær ongantíð veruliga ímóti sterka íslendinginum, sum vann bólkin.

Janus fekk tískil 3½ stig og endaði tá samanumkom á 4. plássi í sterka B-bólkinum, har hann var styrkismettur sum nummar 10. Eitt frálíkt úrslit, sum gevur 110 ratingstig á kontuna og við øðrum úrslitum seinasta mánaðan sendir hann upp um 1900 í rating. Luitjen endaði somuleiðis á 3½ stigum, og rakk hetta til eitt deilt 3. pláss – sum varð til eitt 5. pláss, tá mótstøðustigini vóru roknað út. Úrslitið gevur 72 ratingstig.

Samanumtikið má sigast, at dreingirnir hava staðið seg avbera væl í sterku kappingini. Hóast teir allir vóru styrkismettir millum nummar 10 og 12 av teimum 12 luttakarunum í bólkunum, hava dreingirnir ferð eftir ferð telva fult upp ímóti sterku mótstøðuni. Vit hava lært eina rúgva hesar tríggjar dagarnar í Finnlandi og gleða okkum at koma enn sterkari aftur næsta ár!

Helgi D. Ziska

Sí eisini

INNBJÓÐING: 2. undankapping til NM

Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til Norðurlendska Meistaraskapið í talvi, sum …