Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Talvkapping fyri børn og ung sunnudagin 18. februar

Talvkapping fyri børn og ung sunnudagin 18. februar

Talvkapping fyri børn og ung verður í Sandavági sunnudagin 18. februar kl. 14. Telvað verður í Talvhúsinum (gamla Føroya Banka).
Øll eru vælkomin at vera við, bara man dugir mannagongdina. Telvað verður í 5 aldursbólkum:
• 2 flokkur og yngri
• 3 og 4 flokk
• 5 og 6 flokk
• 7 og 8 flokk
• 9 flokk og 10 flokk

Møguliga verða bólkarnir broyttir nakað, tá tilmeldingarnar eru komnar. Hetta fyri at fáa meiri javnt stórar bólkar.
Teir yngru bólkarnir (til og við 6 fl.) telva uttan klokku – tó verður klokka sett inn, um hetta verður mett neyðugt. Royndirnar vísa, at tey yngru hava lyndi at hugsa meiri um klokkuna enn um talvið.
Teir elstu bólkarnir telva við 10 minuttum í part á klokkuni til hvørt talvið.
Kappingin er ókeypis, men neyðugt er við tilmelding í seinasta lagi fríggjakvøldið 16. februar við SMS-boðum til tlf. 271404, ella við at senda mail til kappingarleidarin@faroechess.com.
Vinarliga upplýsið navn, aldur og flokk.

Kappingarnar eru fyri øll sum hava hug at telva
– roynd, minni roynd og eisini fyri tey sum júst eru byrjaði
– tað er ikki at halda seg aftur!

Sandavágs Talvfelag

Sí eisini

Sigurð er ársins eldsál í talvi

Tá telvarar um alt landið hittust í Havn síðsta leygardag til árliga steypakappingardagin, nýtti Talvsambandið høvið til á samkomu um kvøldið at heiðra ymsar telvarar. Høgni Egilstoft Nielsen var kosin ársins telvari, Baldur B. Jørgensen var kosin ársins stjørnuskot, og Sigurð Joensen var kosin ársins eldsál.