Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / GP 6 verður í Sandavági í vikuskiftinum

GP 6 verður í Sandavági í vikuskiftinum

GG: Kapping verður sunnudagin, og ikki leygardagin, sum áður lýst í kalendaranum.

 

Stað:

Talvhølið í Sandavági

Telvað verður soleiðis:

Kappingin byrjar sunnudagin,  28. jan. kl. 15.30, telvað verða kvik-talv.

Tíð:

Kviktalv: 10 min. + 5 sekund fyri hvønn leik

 

Vinningar:

Virðislønir verða latnar nr. 1, 2 og 3.

Luttøkugjaldið er 100 kr. Skal gjaldast á staðnum áðrenn telvað verður.

 

Tilmelding:

Tilmelding á faroechess@faroechess.com ella sms til 221422, í seinasta lagi leygardagin kl. 20.00

 

Møtið Fjølment !

Sandavágs Talvfelag

Sí eisini

Vunnu tepurt á Caymanoyggjunum

Manningin av Cayman-oyggjunum gav Føroyum dygga mótstøðu í øðrum umfari á talvolympiaduni í Usbekistan í dag. Eftir styrkitølunum áttu Føroyar at vunnið dystin meira sannførandi, men líkt er til, at ratingtølini samsvaraðu ikki heilt við veruligu styrkina hjá mótstøðumonnunum. Ella telvaðu okkara menn í lakara lagi í dag. Hetta var fyrsti dystur okkara móti landinum har vesturi í Karibiska Havinum. Har búgva stívliga 90.000 fólk, og hetta er triðja ferðin, at landið er við á talvolympiadu. Cayman-oyggjar eru styrkismettar nummar 159, vit nummar 107.