Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / NM frásøgn: Dagur 2 (Foreldrini greiða frá)

NM frásøgn: Dagur 2 (Foreldrini greiða frá)

Nú annar dagurin er farin afturum, hava føroysku telvararnir fingið 11½ stig tilsamans, sum er áleið á støði við árini frammanundan.

Janus Skaale hevur tó skarað framúr, og liggur hann á einum deildum øðrum plássi. Hann var styrkismettur nr. 10 í B-bólkinum undan kappingini, men enn hevur hann ikki tapt. Í morgin fær hann tó truplan dyst móti Toivo Keinanen, sum liggur einsamallur á fremsta plássi í bólki B.

Markus Jacobsen, sum telvar í yngsta bólkinum, luttekur fyri fyrstu ferð í NM-kapping, og í dag fekk hann sín fyrsta sigur móti sterkum svia.

Foreldrini, sum eru við í føroyska ferðalagnum, hava verið eitt sindur ørkymlað um, at eingin atgongd er til hølini, har telvað verður. Einans telvarar og venjarar sleppa inn, meðan foreldur o.o. eru víst til eini høli við síðurnar av. Vit hava fingið upplýst, at tað er eftir ynski frá telvarunum, at foreldur ikki skulu hava atgongd til talvhølini. Av teimum 30 talvunum, sum verða telvað hvørt umfar, verður bert helvtin send live, tí finska talvsambandið eigur bara 15 live-borð. So umframt venjaraleiklutin at veita telvarunum ráðgeving og eftirmeting um einstøku talvini, hevur Helgi Dam Ziska eisini fingið leiklutin sum frásøgufólk hjá okkum foreldrum.

Annars eru umstøðurnar kring kappingina góðar, og eingin orsøk er at keða seg, tí kappingin verður hildin í einum stórum ítróttardepli í náttúruvøkrum staði nakað norðanfyri Helsinki. Her er kavi og heilt niður í 10 kuldastig.

Ferðalagið hevur í kvøld tikið sær av løttum og hugnað sær við bowling.

nm_2018_2_7

Eftirmetingar

nm_2018_2_6

nm_2018_2_4

Markus Jacobsen fekk sín fyrsta NM-sigur til høldar í dag.

nm_2018_2_1

Eftirmetingar

nm_2018_2_5

Tað er ikki so lætt hjá okkum foreldrum at fylgja við í kappingini.nm_2018_2_3

Kappingin fer fram í einum ítróttardepli í náttúruvøkrum øki norðanfyri Helsinki

nm_2018_2_2

Her er kavi og KALT

 

Her eru nakrar myndir frá 1. degi

nm_2018_1_28 nm_2018_1_27 nm_2018_1_26 nm_2018_1_25 nm_2018_1_24 nm_2018_1_23 nm_2018_1_22 nm_2018_1_21 nm_2018_1_16 nm_2018_1_17 nm_2018_1_18 nm_2018_1_19 nm_2018_1_20 nm_2018_1_11 nm_2018_1_12 nm_2018_1_13 nm_2018_1_14 nm_2018_1_15 nm_2018_1_10 nm_2018_1_9 nm_2018_1_8 nm_2018_1_7 nm_2018_1_5 nm_2018_1_4 nm_2018_1_3 nm_2018_1_2 nm_2018_1_1

Sí eisini

NM fyri gentir – gott hál seinastu umførini

Sunnudagin endaði NM kappingin fyri gentir, og seinastu tvey umførini fingu okkara gentir góða úrtøku, …