Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Innbjóðing til FM-Snar 2021 og FM-Kvik 2021

Innbjóðing til FM-Snar 2021 og FM-Kvik 2021

FM-Snar og FM-Kvik verður telvað í Finsen í Havn dagarnar 23. og 24. apríl. Hetta eru útsettu kappingarnar, ið ikki vórðu telvaðar í fjør.

Byrjað verður leygardagin kl. 13.00, tá FM-Snar verður telvað. Sunnudagin kl. 13:00 verður FM-Kvik telvað, og er hettar samstundis finaluumfarið í Grand Prix kappingini. Øll eru vælkomin at luttaka í kappingunum, bæði roynd og óroynd. Tað er ikki krav at luttikið verður í báðum kappingunum.

 

FM-Snar:

Tíð:

Tiðin til alt talvið verður 3 min. + 2 sek/leik. Telvað verða 11 umfør.

Virðislønir:

  1. 2500 kr.
  2. 1500 kr.
  3. 1000 kr.

Minst 2 x ratingsvirðislønir á 500 kr.

Luttøkugjald:

Vaksin 150 kr.

Undir 18 ár 100 kr.

Luttøkugjaldið skal gjaldast á staðnum, áðrenn telvað verður.

Tilmelding:

Tilmelding á kappingarleidarin@faroechess.com ella sms til 243081, í seinasta lagi fríggjakvøldið 22. apríl kl. 20.00.

Tilmeldingar higartil:  Trýst her

 

FM-Kvik:

Tíð:

Tiðin til alt talvið verður 10 min. + 5 sek/leik. Telvað verða 9 umfør.

Virðislønir:

  1. 2500 kr.
  2. 1500 kr.
  3. 1000 kr.

Minst 2 x ratingsvirðislønir á 500 kr.

Luttøkugjald:

Vaksin 150 kr.

Undir 18 ár 100 kr.

Luttøkugjaldið skal gjaldast á staðnum, áðrenn telvað verður.

Tilmelding:

Tilmelding á kappingarleidarin@faroechess.com ella sms til 243081, í seinasta lagi fríggjakvøldið 22. apríl kl. 20.00.

Tilmeldingar higartil: Trýst her

 

Grand Prix:

Grand Prix kappingin er skipað soleiðis, at til tess at vinna Grand Prix og ratingvirðislønir ið har hoyra til, er neyðugt at hava luttikið í minst 5 Grand Prix kappingum, finalan íroknað. Endaliga úrslitið verður sostatt uppgjørt eftir 5 teim bestu úrslitunum, hóast telvað er í fleiri enn 5 kappingum samanlagt.

Virðislønir:

  1. 5000 kr.
  2. 3000 kr.
  3. 2000 kr.
  4. ratingsvirðisløn (1750-2000) 1.000 kr.
  5. ratingsvirðisløn (1501-1750) 1.000 kr.
  6. ratingsvirðisløn (1251-1500) 1.000 kr.
  7. ratingsvirðisløn (0-1250) 1.000 kr.

Tað er bara møguligt at vinna eina av hesum virðislønum.

Talvsamband Føroya

Sí eisini

NM fyri gentir – gott hál seinastu umførini

Sunnudagin endaði NM kappingin fyri gentir, og seinastu tvey umførini fingu okkara gentir góða úrtøku, …