Nú tað bert mangla tvey umfør av ársins FM-kapping í talvi, er tað greitt, at tað nú bert eru tveir telvarar, sum hava møguleika at vinna føroyameistaraheitið hjá teimum vaksnu.
Høgni Egilstoft Nielsen hevur verið flúgvandi higartil í kappingini, og áðrenn talvið móti Rana Nolsøe í dag, har Høgni hevði hvíta fólkið, hevði sandavágsmaðurin vunnið øll síni talv. Tí var talan um ein stóra uppgávu hjá royndu klaksvíkinginum við svarta fólkinum.
Og heldur ikki hann megnaði at fáa nakað burturúr móti Høgna í dagsins talvi. Tíðliga í talvinum gjørdi Rani nevniliga tvey mistøk innan heilt fáar leikir, og Høgna líkt, so var hann aftur í dag fullkomiliga eirindaleysur. Hann revsaði beinanvegin smáu mistøkini hjá Rana, sum hann hevur verið ógvuliga góður til alla kappingina, og eftir bert 21. leikir valdi Rani at gevast.
Stórur spenningur var um talvið millum Luitjen Akselsson Apol og Hans Kristian Simonsen. Júst teir báðir vóru nærmastu kappingarneytarnir hjá Høgna undan dagsins umfari, og teir hava báðir telvað væl higartil í FM-kappingini. Á degnum var tað tó ungi og sera evnaríki Luitjen Akselsson Apol, sum var omaná. Eftir eina javna byrjan gjørdi Hans Kristian ein stórt mistak í 20. Leiki, sum kostaði honum kvalitet. Hann royndi at stríðast eina løtu eftir hetta, men fáar leikir seinni gav hann skarvin yvir, og Luitjen er nú einasta telvarin, sum hevur møguleika at hótta oddasessin hjá Høgna Egilstoft Nielsen.
Wille Olsen, sum bert hevði ½ stig undan dagsins umfari, fekk í dag sín fyrsta sigur í kappingini, og talan var um ein av teimum heilt góðu sigrunum. Hann hevði nevniliga hvítt móti Rógva Egilstoft, og á degnum var Wille greitt omaná. Hann telvaði væl og neyvt at kalla allan vegin og revsaði óneyvu leikirnar hjá Rógva. Støðan hjá honum var eitt skifti so góð, at hann hevði mát í fáum leikum. Hann fann tó ikki røttu leikirnar í hesi støðuna, men tað bilti minni. Fyrimunurin hjá honum var longu so stórur, at hann ikki slepti takið um sigurin.
Í seinasta talvinum møttust Torkil Nielsen og Carl Eli Nolsøe Samuelsen. Her hevði Torkil ein rímiligan fyrimun tíðliga í talvinum, men hetta broyttist alt við einum óneyvum rókaleiki. Brádliga hevði Carl Eli yvirtakið, og hetta slepti hann ongantíð.
Í morgin er veruligur toppdystur á skránni, tá Høgni Egilstoft Nielsen hevur hvítt móti Luitjen Akselsson Apol. Vinnur Høgni hetta talvið, so gerst hann eisini føroyameistari.
Janus koppaði Heðin
Heðin Gregersen hevur verið sera væl upplagdur í 1. bólki higartil í ársins FM-kapping, og undan dagsins umfari hevði hann vunnið øll síni talv.
Men í dag steðgaði sigursrøðin, tá hann rendi seg inn í Janus Skaale, sum hevði hvíta fólkið. Janus kom sera væl frá byrjan og vann sær ein rímiligan fyrimun alt fyri eitt, og hann var sera væl upplagdur í dag. Hann telvaði neyvt og væl allan vegin, og lat ongantíð Heðin koma inn aftur í talvið eftir eina minni góða byrjan. Eftir 31 leikum gavst Heðin, og harvið var fyrsta tapið veruleiki. Samstundis otaði Janus seg tættari oddinum og er nú bert eitt stig aftan fyri Heðin Gregersen.
Við tapinum til Heðin Gregersen kundi hinir telvararnir nú taka seg tættari oddinum, og tað vóru tað nakrir av teimum, sum gjørdu sær dælt av. Jón í Horni Nielsen vann m.a. sítt talv móti Herlufi Hansen, og við sigrinum er hann nú bert ½ stig aftan fyri Heðin Gregersen.
Heiðrikur T. Jacobsen blandar seg eisini í oddan, eftir at hann vann á Margar M. Berg. Hann hevur nú 3 stig í kappingini og er harvið 1 stig aftan fyri oddamannin.
Í seinasta talvinum vann Andrias Danielsen á Boga Hansen Eliasen.
Tveir javnir í almenna bólkinum
Í almenna bólkinum hevur Rógvi Mørkøre ligið fremstur teir báðar síðstu dagarnar, men nú hevur hann fingið ein undir liðina á sær í oddinum. Eftir ein javnleik í gjár telvaði Rógvi Mørkøre aftur javnt í dag móti Silas G. Hannesarson. Hetta gjørdi, at bæði Brandur Højgaard og Ingolf Debes við einum sigri høvdu møguleika at leggja seg undir liðina á Rógva í oddinum.
Júst hesir báðir møttust í innanhýsis talvi, og talan gjørdist um drúgvasta talvið á degnum. Brandur Højgaard hevði eitt skifti rímiliga greiðan fyrimun, men eftir nakrar óneyvar leikir javnaði støðan seg út, og leingi líktist talvið einum púra greiðum javnleiki. Men Ingolf gjørdi ein feil, og so takkaði Brandur fyri.
Tí eru tað nú Rógvi Mørkøre og Brandur Højgaard, sum liggja fremstir í almenna bólkinum. Kappingin er tó hørð, tí Silas G. Hannesarson og Henrik W. Joensen eru bara ½ stig aftanfyri.
Jónas einsamallur á odda
Í unglingabólkinum er ein nýggjur maður nú einsamallur á odda. Undan dagsins umfari vóru Rógvi Heinason Olsen og Jónas Sólsker javnir í oddinum, men eftir talvini í dag er Jónas Sólsker einsamallur á odda.
Jónas fekk í dag ein góðan sigur við svarta fólkinum móti Markus Jacobsen. Samstundis telvaði Rógvi Heinason Olsen javnt við svarta fólkinum móti Poul Thomsen. Við hesum hevur Jónas Sólkser nú 4½ stig í oddinum, meðan Rógvi Heinason Olsen er ½ stig aftanfyri.
Úrslit frá kappingini kunnu síggjast her: