Sunnudagin bleiv fyrsta GP kapping telvað. Kappingin bleiv talvað á væl umtóktu heimasíðuni chess.com
Coronatíðin lærdi okkum nógv. Millum annað, at tað er væl møguligt at hava seriøsar talvkappingar á netinum. Hetta sæst úti í heimi, har bestu telvararnir sita frammanfyri einum telduskýggja og telva, meðan fólk kunnu fylgja við á netinum. Talvkappingar á netinum eru eisini væl umtóktar hjá okkum. Síðani Corona herjaði hava kappingar á netinum verið fastur partur av GP-kappingunum. Luttøkan hevur altíð verið góð.
Sunnudagin luttóku 48 telvarar í kappingini. Fleiri telvarar vóru við, sum ikki hava verið til kapping fyrr. Vónandi hevur onkur av hesum fingið brell og verður at síggja við talvborðið gjøgnum veturin.
Tá avtornaði var Luitjen nr. 1 við 8 stigum, Høgni fekk 7,5 stig og Rógvi fekk 7 stig. Øll úrslitini eru at síggja her: Net-Snar (GP1) – Live skakturnering – Chess.com
Næsta GP kapping verður 20. oktober. Reglugerðin fyri GP-kappingarnar er broytt nakað til í ár. M.a. eru fleiri ratingsvirðislønir lagdar afturat. Øll reglugerðin kann lesast her: Reglugerð fyri Grand Prix – Talvsamband Føroya (faroechess.com)