24 telvarar tóku lut í árliga føroyameistaraskapinum í snartalvi, sum var hildin í hølum Havnar Telvingarfelags.
Kappingin varð skipað í dupultumfør: 18 talv yvir 9 umfør.Olaf Berg og Hans Kristian Simonsen, sum frammanundan høvdu boðað frá luttøku, høvdu forfall, men var oddurin kortini rímiliga væl mannaður.
Umframt verandi føroyameistara, Helga Dam Ziska, og comeback kid, Martin Poulsen, høvdu eisini vanligu snarhávarnir, John Rødgaard, Finnbjørn Vang og Nielsen-trioin úr Sandavági, lagt leiðina til Havnar at dystast.
Les meira »
Talvsamband Føroya Faroechess

20 luttakarar vóru til kvik-kappingina á Toftum, sum samstundis er triðja kappingin av 10 í Grand Prix 2011.



