Grand Prix kappingin 2012/13 fevnir um 9 kappingar: Kappingarnar síggjast á talvkalendaranum, sum liggur á heimasíðuni hjá TSF. Til tess at at fáa samlaða Grand Prix plasering og ratingvirðisløn, krevst luttøka í Finaluni og 4 undankappingum, harav luttikið skal vera í minst einari rataðari kapping (Open). KAPPINGARREGLUR 1) Kvik-kappingar: Hvør telvari fær 15 min. í part til hvørt talvið, telvað verða 7 umfør. Finalan 9 umfør. 2) FM Snar: Telvað verða 9 dupultumfør. 3) Snar-kappingar: Telvað verða 9 umfør. Hvør telvari fær 5 min. í part til talvið. 4) Rataðar kappingar: Telvað verða 5 umfør. Umhugsunartíð verður ásett av fyriskipara. 5) Grand Prix stig verða latin soleiðis í hvørjari kapping: • Nr. 1 fær 7 GP stig • Nr. 2 fær 5 GP stig • Nr. 3 fær 4 GP stig • Nr. 4 fær 3 GP stig • Nr. …
Les meira »