Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / NM úttøku kapping í Klaksvík, úrslit.

Seinasta barna- og ungdómskappingin í talvi 2014, varð telvað í Klaksvík sunnudagin 16. Novembur.

Umframt heiðurin at verða FM-vinnari fyri Ung, so fara nr. 1 og nr. 2 í hvørjum bólki at luttaka í Norðurlandameistaraheitinum í talvi fyri skúlaungdóm í februar 2015.

NM verður fyriskipað av Talvsambandi Føroya komandi ár, og er avgjørt at kappingin verður í Klaksvík. 

NM úttøku kapping í Klaksvík, úrslit.

 

Trýst á her fyri meira

 

Sí eisini

Vunnu tepurt á Caymanoyggjunum

Manningin av Cayman-oyggjunum gav Føroyum dygga mótstøðu í øðrum umfari á talvolympiaduni í Usbekistan í dag. Eftir styrkitølunum áttu Føroyar at vunnið dystin meira sannførandi, men líkt er til, at ratingtølini samsvaraðu ikki heilt við veruligu styrkina hjá mótstøðumonnunum. Ella telvaðu okkara menn í lakara lagi í dag. Hetta var fyrsti dystur okkara móti landinum har vesturi í Karibiska Havinum. Har búgva stívliga 90.000 fólk, og hetta er triðja ferðin, at landið er við á talvolympiadu. Cayman-oyggjar eru styrkismettar nummar 159, vit nummar 107.