Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Ferðafrásøgn OL, Hans Hjalti Skaale seinasti partur

Ferðafrásøgn OL, Hans Hjalti Skaale seinasti partur

 

3. og seinasti partur av ferðafrásøgn frá talv olympiaduni í Tromsø 1. – 15. august 2014.

Skrivað hevur Hans Hjalti Skaale.

 

Sjeynda umfar er áhugavert Kazakhstan – Ukraina. Ukraina er frammanundan styrkismett sum næstbesta landslið í heiminum, bert Rusland er hægri ratað. Ukrainska liðið sær soleiðis út: Vassily Ivanchuk 2740,  Ruslan Ponomariov 2717, Anton Korobov 2680 og Alexander Moiseenko 2707. Teir vinna eisini dystin 3,5 – 0,5. Maðurin  á fyrsta borði er nakað heilt fyri seg, hann má bara upplivast.  "Chucky", sum Ivanchuk ofta verður kallaður er ein maður, sum man við tað sama, man sær hann, ikki er í iva um, at her hava vit við eina heilt serliga persónligheit at gera. Chucky hevur í meir enn 25 ár verið millum heimsins allarbestu telvarar, og tað at hann ongantíð hevur verið heimsmeistari hóast hann hevur verið nær við fleiri ferð, skyldast helst hansara løgna verumáta og ringu nervar. Maðurin hevur onkuntíð ligið nummar tvey á styrkilistanum, og hevur bukað allar heimsmeistarar, men hevur eisini telvað út av lagi vánaligar kappingar viðhvørt. Hevur tó verið heimsmeistari í Blitz, og er eisini sera skrappur í blindtalvi. Hetta seinasta er eisini nakað sum hann brúkar undir talvinum, situr og gánar upp í loft, blundar,  fyri síðani at flyta brádliga og klamsa niður á klokkuna. Flogvitið hevur ikki lisið Takt og tone hjá Emmu Gad tað er vist. Fretlar, snerkir, skríður og pilkar. Eisini har øll foreldur læra síni børn at lata vera. 

Tá dysturin byrjaði, kemur mín spanski yvirmaður Jesus yvir til mín, og leggur mær eina við at vera sera varin við Ivanchuk. Be very careful, segði hann fleiri ferð við meg. Eisini fekk eg at vita, at tey kortini, sum vit dómarar skulu samla inn frá teimum ið telva, eftir lokið talv, skuldi eg ikki taka frá honum, hetta toldi hansara viðkvæma sinnið ikki. Maðurin leggur ikki stórvegis dent á at lata seg væl í, tað er týðuligt. Einari gulligari blusu og einari kaskett við sera stórum túti, við áskriftini Norge. Hendan setti hann á skrá. Minti ikki sørt um ein amerikanskan rappara í so máta. Ukrainska liðið er í fínum  svørtum klædningsjakka við merkinum hjá talvsambandinum og onkrum sponsormerki. Hetta var helst ein gáva, sum allir á liðinum høvdu fingið. Sum tað fyrsta áðrenn dystur byrjaði, skræddi Ivanchuk seg úr hesum fína jakkanum, sum á ongan hátt passaði til hansara stíl, rullaði hann saman í ein pjøka og tveitti hann á gólvið við síðuna av stólinum har hann sat. Dysturin byrjar og alt gongur sína gongd.

Ein av sponsorunum til OL var ein fyritøka, sum letur vatn í fløskur, og í hesum sambandi var hvønn dag settur ein hálvur litur av vatni í fløsku til hvønn telvara. Nú eina ferð tá ein tími ella so er liðin, fer Chucky á WC, einki løgi í hesum. Men tá hann kemur aftur hendi tað løgna og sera skemtiliga sum sigur eitt sindur um hvussu løgin stavnurin er. Hann hevur nokk ikki vaskað sær hendurnar úti á WC sum vanligt er, men nú hann var komin aftur til talvborðið skuldi hetta gerast. Hann tekur vatnfløskuna, skrúvar proppin av, hellir seg til aðra liðina, og fer at stoyta vatn á fyrst aðra, síðani í hina hondina, beint uppiyvir har fíni jakkin liggur samanrullaður. Ikki eina men fleiri ferðir, eisini tváar hann andlitið so vatnið stendur út til allar síður, og spruttar á borðið og yvir á mótstøðumannin eisini, sum tíbetur fyri meg, einans flennur. Eg má ordiliga halda mær, fyri ikki at bresta út úr at flenna, og soleiðis er hjá fleiri sum vóru her nærhendis. Hetta endurtekur seg enn einaferð seinni í talvinum, sum hann at enda vinnur, men tá er fíni sponsorjakkin eisini heilt gjøgnumbloyttur.

Í áttanda umfari havi eg Georgia- Kazakhstan. Tvey lið sum eg havi havt fyrr í kappingini. Hin sprudlandi Baadur Jobava 2713 og ungi yvirlegni og illbrýnti liðleiðari hansara er líka brúnasíður sum áður.  Dysturin endar 2 – 2.

Níggjunda umfar fái eg aftur tilluta Georgia at døma, men nú havi eg fingið nokk av brúnasíða. Eg eri ein av fyrstu dómarunum til sektor, og spyrji hann vinarliga um eg ikki kann fáa ein annan dyst at døma. Eg eri so mikið frekur og spyrji beint fram, um eg ikki kann fáa Russland. Hetta vil hann ikki vera við til, og spyr meg hví eg vil fáa ein annan dyst. Eg vil ikki siga honum sum er, at um eg møti brúnasíða enn einaferð, kann tað vera at vit fara til hendurs ella eg gevi honum ein lúsing, tí hann er so ótolandi og droyður, men siga meira diplomatiskt at eg havi nú fingið Georgia fyri triðju ferð, og tað hevði verið gott at sloppi at dømt onkran sum man ikki hevur havt fyrr. Ok sigur hann so, og eg fái Qatar – Ísland tillutað. Hetta er jú fínar greiðir, stuttligt at sleppa at døma Ísland.

Ísland hevur eitt sterkt lið, sum eftir teirra tykki, nokk bara hevði eitt ringt úrslit á leikunum, og tað var at spæla javnt móti Føroyum. Íslendska liðið er manna við Hannes Stefansson 2536, Hjorvar Steinn Gretarsson 2543,  Throstur Thorhallsson 2426 og Helgi Olafsson 2555 allir við GM titlum. Dysturin endar við fýra javnleikum. Á fyrsta borði telvar Hannes móti Mohamad Al-Modiahki 2549. Vit eru instrueraðir frá Jesusi um, at tað er ikki loyvt at taka javnt áðrenn leik 30. Hetta tulkar hann á henda hátt, at fyrsti sum kann bjóða javnt er hvítur eftir leik 31. Tað er soleiðis, at tú kanst bert bjóða javnt í tínum egna leiki, meðan tín egna klokka gongur. Siga vit at svartur skal bjóða javnt, tá hann hevur flutt leik 30, hevur hann ikki gjørt leik 30 heilt lidnan (klokka hansara gongur) áðrenn hann bjóðar javnt. Hetta er júst tað sum hendi hjá Hannes og Mohamad, Hannes bjóðar javnt og hin tekur av, teir støðga klokkuni og rópa meg yvir. Nú eru góð ráð dýr. Eg sigi at møguliga hava vit ein trupulleika, biði teir sita stillar, tí eg má fara eftir mínum yvirmanni. Jesus kemur og tvingar hvítan at flyta ein leik afturat, eftir langa samrøðu, teir so gera og taka so remis. Dysturin endar við fýra jøvnum talvum. Ein fyrrverandi heimsmeistari er á liðinum hjá Qatar. Tað er Chen Zhu 2461. Hon er úr Kina, var heimsmeistari í kvinnudeildini 2001-04. Síðani 2006 hevur hon telvað fyri Qatar.

Tíggjunda umfar eg havi er millum Singapore og Peru. Nakað áðrenn umfarið byrjar síggi eg Takis, sjálvan yvirdómarin koma skrittandi niðan móti borðinum har eg eri í holtur við at gera alt klárt. Eg síggi at hann hevur eitt fast eygnabrá rættað ímóti mær, og eg hugsi, hvat er nú áfatt. Hann kemur so til mín og spyr um tað var eg, sum dømdi dystin ímillum Ísland og Qatar, eg játti. So loypur skriðan. Eg skuldi havt viðurkent javnleikin hjá Hannes og Mohamad í gjár eftir 30. leik hjá svørtum, hetta skuldi eg vita, og eg skuldi annars syrgja fyri at kenna talvreglarnar, og viðtøkurnar fyri kappingina. Eg skuldi so fara at siga honum, at eg bert hevði gjørt eftir ordrum, og at tað annars var Jesus sjálvur, sum hevði fingið teir báðar at gera ein leik eyka. Tá kvetti hann meg av áðrenn eg hevði fingið sagt nakað. Líka skjótt sum hann var komin, vendi hann sær burtur aftur, og eftir stóð eg sum ein bardur hundur, við minus í bókini. Annars eitt róligt umfar og Peru vinnur 4 – 0.

Á fyrsta borði hjá Peru situr Julio E. Granda Zuniga 2663. Ein sera dámligur maður um tey 50 árini, við einum hópi av fjepparum. Ein øgilig rúgva, bæði kvinnur og menn, serliga úr londunum í Suðuramerika, koma til borðið, at taka myndir av manninum, eg hoyri fólk tutla, onkur sigur: My all time favorite chessplayer.

Tað sum fjølmiðlarnir tosa mest um eftir tíggjunda umfar er, at heimsmeistarin Magnus Carlsen, sum ikki hevur havt eina góða kapping, og aftur í dag tapti, er rýmdur. Verður ikki við í seinasta umfarinum, og heldur ikki til endahátíðina, sum ætlanin hevur verið. Hetta eru norsku fjølmiðlarnir alt annað enn nøgdir við.

Seinasta umfar, Lettland móti Slovakia. Eg endi við at døma enn ein úr hinum heilt fína 2700+ klubbanum. Á fyrsta borði hjá Lettland situr Alexei Shirov 2709

Seinasta umfar var annars sermerkt á tann syrgiliga hátt at ein maður doyði. Í hesum stóra betongbunkaranum har telvað verður, er annars heilt merkiliga stilt. Er tað onkur sum hevur hug at tosa, so verður hann beinan vegin hússjaður niður, og tað ikki við mýkindum. So tá man hevur verið í einari slíkari tigandi høll í so nógvar dagar, so er tað ein serligur hvøkkur tá knappliga róp kemur í, og allur salurin heilt av sær sjálvum vendur sær móti har rópini koma frá. Tað næsta sum hendi er, at ein av mínum dómarafelagum kemur stórleypandi ígjøgnum salin og rópar doktor, doktor. Og tit kunnu ætla at nú er rættiligur røringur í fjøldini. Vit sum ávegis til Noregs ikki hoyrdu annað enn um eina terroratsókn hugsa straks í sovorðnum banum, og her eru sjálvandi mong fólk, sum mótvegis okkum í norðanlondum, kenna alt ov væl til atsóknir og harðskap. Tað sum síðani hendi var, at læknin kemur rennandi við einum hjartastartara, hetta er kanska fyrstu ferð at fleiri í salinum hava sæð ein slíkan, og onkur fer at rópa: Weapon, weapon. (Altso onkur helt at hjartastartarin er eitt vápn.) Tað næsta, sum hendi kennist líka sum ein tsunami, tá fyrst nøkur fá, síðani fleiri og síðani í hundraðvís, storma við sjógv á bak ímóti hvørjari sprekku, sum er í bunkaranum.  Eftir nakrar minuttir sum kennast heilt øgiliga langir, er ein mjúk kvinnurødd í hátalaranum, og sigur at einki vandamikið er áfatt, og biður fólk sessast aftur við teir 64 puntarnir. Tá eitt korter er gingið, er klárt at byrja aftur. Tá varnist eg, sum eisini eri merktur av tilburðinum, at ein av klokkunum ikki var støðga, og skal stillast inn av nýggjum. Nú eri eg í knípuni, eg dugi at stilla klokkurnar inn tá byrja verður. Men nú eg skal geva tí eina telvarinum hesar mistu fimtan minuttirnar aftur, má eg hava hjálp. Tað fellur ikki í góða jørð hjá einum illa sperdum spælara úr Slovakia, støðan á borðinum er frammanundan ikki góð. Øll frustrarsjónin um hendan óduguliga dómaran sum ikki dugur at stilla klokkuna, fær nú frítt spæl. Hann lesur illbønir niður yvir meg, og er alt annað enn blíður. Eg eri vísur í, at hetta er meir enn til reyða kortið, men eg lati ivan, og ytru umstøðurnar sum júst verið hava, koma honum til góða. Tí satt at siga, so skilji eg ikki eitt orð, tí úrløðingin fer fram á hansara egna tungumáli. Eg eri fattur, spyrji mín grannadómara um hjálp, hann dugir ikki at flyta klokkuna, so fari eftir honum yvirav, hann dugir gudhjálpitúmær heldur ikki at flyta klokkuna. (Gott at tað ikki bara eri eg, so havi eg onki at skammast um hóast alt.)  Síðani fái eg eyga á sera dugnaliga australiumannin Dave sum eg havi tosað við fleiri ferðir fyrr, og hann fær so stilla klokkuna, og dysturin fer í gongd aftur. Alt spælir væl av og dysturin endar 2 – 2.

Um kvøldið er endahátíð, nú er ikki gjørt líka nógv burtur úr, sum tá tað byrjaði. Vinnandi liðini deild upp í fimm raitingbólkar og borðvinnarar í opnum og kvinnubólkinum fáa heiðursmerki. Russland vann OL fyri kvinnur og Kina vann fyri fyrstu ferð tann opna bólkin. Føroyska liðið endaði á einum 81. plássi, nakað aftanfyri styrkismetingina frammanundan. Tað er ikki yvir at dylja, at í flestu førum eru telvarar heldur strammir í betrekkinum, takka fyri medaljunar uppá ein stillan og kontrolleraðan máta, men ikki kinesararnir. Tað var sera  stuttligt at síggja kinesiska liðið, flestu eru sera ungir menn, og teir vóru so sera glaðir fyri at standa ovast á pallinum. Hetta bæði merktist og sást, teir hoppaðu og dansaðu og kystu steypið. Ekta gleði, sum veruliga klæddi endanum, og teimum sjálvum sera væl.

OL er ein sera stór og strævin ítróttarstevna, og vit dómarar eru í hvussu er sera troyttir nú liðugt er. Í bussinum ávegis til enda hátíðina, eru flestallir á einum máli um, eisini eg, at hetta er avgjørt seinastu ferð vit eru við. Høvdu vit vita av, at vit skuldu koyrast so hart, og at vit búðu so langt burtur frá sjálvum býnum, høvdu vit als ikki verið komnir.

Nú trínur varaforsetin í oljuríka Aserbadjan upp á pallin, hann er eisini formaður í nevndini, sum skal fyriskipa næstu olympisku leikirnar, teir skulu vera í Baku í Aserbadjan. Hann fær FIDE flaggið, við riddaranum og áskriftini: Gens una sumus (Vit eru ein familja), í varðveitslu frá borgarstjóranum í Tromsø, og fer so fram til mikrofonina. Býður øllum at vera vælkomnan til næstu leikirnar, og hevur í hesum sambandi ein film við sær, sum skal vísa okkum umstøðurnar har næstu leikirnir skulu vera, spælihøllina, hotellini, og býin. Filmurin er kanska tríggjar minuttir til longdar, og brádliga kenni eg meg slett ikki so avgjørdan meira, um at hetta var seinastu ferð eg skal til OL. Tað sama ger seg galdandi hjá hinum dómarunum sum eg tosi við, tá vit umsíðir hava reist okkum upp aftur.  Síggjast við Kaspiska havið, í glæstriborgini Baku um tvey ár. Livst so spyrst.

Morgunin eftir er heimferðartíð. Eg biði farvæl við Mogens og Ukrainaran sum vit báðir Mogens, enn ikki hava kunnað tosað eitt einasta orð við vegna máltrupulleikar. Flúgvi úr Tromsø til Oslo. Síðani úr Oslo til Keypmannahavnar og síðani til Føroya. Umborð á Atlantsflog komi eg av tilvild at sita undir liðini á einum klønum konufólki í svørtum klæðum, eg síggji at hon er í fjallastivlum úr leðri og eisini er hon í regnjakka. Eg eri ikki seinur at seta hana í bás, hetta er heilt vist ein av undirsáttum Poul Watsons, eitt steinbýtt Sea Shepard fólk, sum nú við lívinum sum insatsi, ætlar at støðga føroyingum at drepa grind. Vit sita soleiðis lið um lið, eg hugsi um eg nú skal fortelja henni, at hon ikki er serliga vælkomin til Føroya, og at vit meta okkum at hava fullan rætt til at reka eina burðardygga hvalaveiðu, sum vit hava gjørt í øldir. Men eingin sigur nakað, slíkt fólk flættast ikki við, so best er at tiga. Tá innflúgvingin til Vágarnar er byrja, fái eg ikki hildið mær meira. Eg síggi at hon situr og lesur í eini bók, stundum hyggur hon í orðabók tá hon ikki kennir teknið, og spyrji hana um hon lesur kinesiskt. Nei sigur hon, hetta er japanskt, eg eri til stuttleika farin at læra meg at lesa japanskt. Sigur seg vera úr Sveis, hevur ongantíð verið í Japan, ei heldur í Føroyum, hon er rúmdargranskari, og í løtuni arbeiðir hon við at gera eitt tól, sum skal nýtast til kanningar uppi á gongustjørnuni Mars. Hon skal í Føroysku fjøllini at leita eftir onkrum staði, sum er mest átøkt Mars, har tey kunnu royna hetta tól.

Hetta er so langt úti, at eg eri sannførdur um at hetta er tann kolasvarta lygn, helst ein ramsa, fyri at verja seg sjálvan og síni veruligu ørindi í Føroyum. Eg biði hana ikki tvætla, og siga mær um hon ikki er frá Sea Shepard og skal til Føroya at støðga grindadrápi. Hon hyggur undrandi uppá meg, sigur seg ikki vita, hvat tað er fyri ein felagsskapur. Heldur fast við at hon er rúmdargranskari. Fyri at leggja trumf á, spyrji eg so um hon so trýr uppá Aliens? Og uttan at blunka sigur hon ja, at hon trýr uppá, at onkur formur fyri lívi finnist í teirri óendaligu rúmdini. Eg meini tað, kanska er tað ikki lygn, sum afturvaldi FIDE forsetin, sum vann stóran valsigur móti Kasparov, at hann er blivin kidnappaður av Aliens. Okkara forseti, Finnbjørn Vang, bleiv á leikunum valdur til varaforseta í Europeisku talvsamgonguni.

Tá eg eri komin heim, hoyri eg samrøðu í fjølmiðlunum við hesa kvinnu, um at tey á onkrum fjalli í Suðuroy, eru í holt við at roynda onkur tól, sum skulu nýtast uppi á Mars. Sendi henni ein vinarligan tanka. Ein sera áhugaverdur og hendingaríkur túrur er komin at enda. 

Sí eisini

INNBJÓÐING: 2. undankapping til NM

Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til Norðurlendska Meistaraskapið í talvi, sum …