Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Ferðafrásøgn OL, Hans Hjalti Skaale annar partur

Ferðafrásøgn OL, Hans Hjalti Skaale annar partur


   

Næsta umfar: Polen og New Zeland, Polen vinnur 3-1. Einki soleiðis serligt at siga frá, nú eri eg eitt sindur meiri herdaður frá degnum fyri.

Teir fýra pólsku stórmeistararnir eru sera róligir, allir í  líka klædningsjakkum við pólska merkinum áseymaðum, og sýnast vísir í sigrinum áðrenn umfarið er sett í gongd, teirra sterkasti telvari situr eisini yvir. Kapteynurin hjá New Zelandi var annars sera blídligur og prátingarsamur, og segði seg fegin koma til Føroya. Helt eisini at tað vera flott, at vit kundu koma við einum so sterkum liðið og trimum dómarum, tá teir bara høvdu ein.

Triðja umfar eg dømi er millum Turkaland og Georgia. Tað endar við javnleiki 2-2  Fýra javnleikir. Á fyrsta borði hjá Georgia situr ein sera sprudlandi GM Baadur Jobava 2713, uppundir at dysturin skal byrja, veipar hann øgiligt við ørmunum, heilsar, kyssir damurnar, tosar hart, flennur so tað gellir eftir í. Sjálvur kallar hann seg fyri LexySexy á Chess.com, og hetta sigur nakað um sjálvsálitið. Tá Takis rópar í hátalaranum, at nú eru tríggir minuttir eftir, líka sum broytir hann heilt persónligheit, hann søkkur inn í seg sjálvan, og hugsar frá nú av, einans um talv. Yvir av honum situr GM Dragan Solak 2632, Gladiatorurin doypi eg hann beinanveg í mínum stilla sinni, men meir um hetta seinni. Var skiparin hjá New Zelandi jovialur og fittur, so er hesin hjá Georgia av heilt øðrum slag. Ungur snøggligur maður tó, men so heilt ólukksáliga yvirlegin og illbrýntur, at ein í hansara nærveru nærum kennir seg illa og óvælkomnan. Eg fari at halda, at hann kennir á sær, at hesin dómarin, bert hevur lítla reyðfiskaprøvan. Ein regla úr sangi hjá fyrrverandi talvføroyameistaranum Eyðuni Nolsøe rennur fram fyri meg: Eg eri bara luft, frammanfyri tær. Til OL er ein regla galdandi sum sigur, at ikki er loyvt at taka remis áðrenn leik 30. Talvsøgan er full av skjótum javnleikum. Hesum vilja fyriskiparar ikki longur finna seg í. Tá heimsins bestu telvarar eru komnir saman at dystast, so vilja teir, og øll onnur sum fylgja við, síggja at dysturin verður spældur, og úrslitið ikki frammanundan er avtalað. Eitt undantak er tó, sum óheldigvís skammiligt verður útnyttað, og tað er tríføld endurtøka av sama leiki. Vit dómarar fingu strangliga álagt, at um hetta kom fyri, so skuldi hetta kannast út í æsir. Baadur Jobava rópar meg alt ov skjótt yvir, eg síggi beinan veg at hetta er fyri leik 30. Hann krevur javnt í fylgi regluni um trífalda endurtøku, eg eri sum so ikki í iva um, at hetta er rætt, men skal eg nú virkuliga fara, sum mær er álagt, við einum av heimsins bestu telvarum, sum við einum óskikkiligum skúladreingi, afturum (í skammikrók) har eitt lítið analysu rúm er, at kanna rættleikan í hesum. Nú kenni eg eisini brúnasíða anda mær í nakkan, hann traðkar meg niður á hælin og hvæsir: Any Problem. Eg má manna meg upp, støðgi klokkuni og halti eftir Jesusi, og vit fáa umsíðir góðkent javnleikin.

     

Í fjórða umfari havi eg aftur Turkaland at døma, men hesa ferð ímóti Italia. Italia er ikki av sterkastu talvtjóðum, á hesari olympiaduni endaðu teir á einum 52. plássi. Men, men, men. Á fyrsta borði situr sjálvastur GM Fabiano Caruana við øgiliga ratingtalinum 2801. Triðsterkasti telvari í heiminum, og nú skal eg, heimaskiparin, hava við tarvin at gera. Ikki tí, Caruana líkist ikki nøkrum tarvi yvirhøvur, men mest av øllum einum skikkiligum mammudreingi, sum ikki ger haltari hønu mein. Klantrasligur, lágur av vøkstri og væl klæddur. Skemtiligt at eitt stórmennið, skal rúgva so lítið upp. Yvir av honum situr Gladiatorurin sum eg í mínum stilla sinni havi navngivið hann. Hann er helst flottasti maðurin í høllini, sera væl bygdur, logandi svørt eygu, eitt millumting ímillum Maximus alias Russel Crowe úr Gladiator og so stórkempandi italska fótbóltsspælaran við villu taklingunum Gattuso. Havi ongantíð mett at útsjóndin hevur týdning fyri úrslitið í talvi, men akkurát í hesum føri eri eg tó í iva. Annan dagin á rað, fær turkurin við sigandi navninum, Dragan, eitt hálvt stig ímóti einum úr klubb 2700+, hesaferð í longum talvi móti heimsins triðbesta. Dysturin endar við at turkarnir vinna 3,5 – 0,5.

Eitt skemtiligt hendi undir dystinum. Tað komu nøkur børn, sum spældu eitt spæl, eitt slag av telvaraskattajagt. Spælið gekk út uppá, at finna nakrar av heimsins bestu telvarum í stóru høllini. Og tá tey komu framvið borðinum har eg var dómari og sóu Caruana, vóru tey ógvuliga fegin. Tóku pappír og blýant fram og krossaðu av, gnisaðu og peikaðu og vóru týðiliga fegin um endiliga at hava funnið hann, fitta Fabiano Caruana. 

Eina skemtiliga episodu á langa og sera troyttandi dagliga busstúrinum ætlaði eg siga frá. Við hvørt so gera fólk ymiskt sum ilt er at greina, eingin onnur orsøk enn, at tað ber til, sýnist at vera orsøkin. Á setrinum við gluggan í hinum borðinum á bussinum, kemur ein av dómarunum, sum eisini býr í sama øki sum eg inn og setur seg. Eg eygleiði mannin, hann hevur eina tasku í hondini,  so skjótt hann hevur sett seg, slær hann lítla klappborið frammanfyri seg niður og fer at róta í taskuni. Skjótt hevur hann funnið tað hann leitar eftir, hetta er ein heilur stakkur av “kryds og tværs” bløðum, eini tíggju í tali. Nú hevur bussførarin sett bussin í gongd, bussurin ger eitt hirs, og rullar spakuliga avstað. Nú kvikar maðurin sær í innaralumman, helst er tað ein blýantur til krossorðagáturnar, hugsi eg. Men nei. Úr lummanum dregur hann eina skínandi telefon við súrepli á bakinum, helst er hon spildurnýggj, og fer at skrolla og pilkast. Jú nú síggi eg at hann stórsmílist, hann hevur funnið tað hann leitar eftir. Film funktiónina, hann hevjar hondina upp og fer at filma út ígjøgnum rútin har hann situr. Men tað sum síðani hendi, fyrikom mær margháttligt og ikki sørt løgi, tí nú skavast maðurin í øðrum jakkalumma, og finnur blýant og setist at loysa krossorðagátur meðan hann filmar út ígjøgnum rútin á bussinum við hinari hondini. Túrurin til Tromsø er langur og strævin, eisini eru tveir langir myrkir tunlar á vegnum. Hann starir alsamt niður í krossorðini og loysir. So eiðasørt hann kveitir upp, vakra útsýnið sigur honum einki, men alsamt við arminum uppi, filmandi við nýggju snildfonini. Fleiri í bussinum hava fingið hetta við, vit smílast til hvønn annan og rista við høvdinum. Mogens heldur at hetta er skilsmissuorsøk, um hann sendir hendan filmin heim til konuna. Tá hesin langi og strævni busstúrur er komin at enda, og vit eru komin til Tromsø, sløkkir hann fyri filmingini, og tykist vera sera væl nøgdur við filmin. Vit sum sóu tilburðin meta, at tað var væl klára at sita við hondini soleiðis hevjaði í so langa tíð. Helst er armurin steinsovnaður.

Fimta umfar er millum Frankaríki og Argentina. Aftur tvey sera sterk lið, einans við GM’arum. Bæði enda í topp 20. Frakland við tveimum monnum í fína klubbanum. Vachier-Lagrave Maxime GM 2768 og  Bacrot Etienne GM 2720, endin er eisini at Frakland vinnur 3,5-0,5. Liðleiðari hjá Argentinska liðinum er svenski Ulf Anderson, eg kenni ikki mannin, men tað eru tað onnur í gera. Ein hópur av fotografum, koma og taka myndir av honum og heilsa. Sum vit sita og tosa saman, kemur Kasparov yvir og gevur honum eitt rættiligt bjarnaklemm. Eftir dystin lesi eg, at hann einaferð var rataður nummar fýra í heiminum, og er serliga kendur fyri at spæla ein hóp av jøvnum talvum. Tað besta við hesum umfari er, at í morgin er frídagur, og veðrið er gott.

Ísland hevði sent fimm dómarar til hesa kapping. Hin fyrr umtalaði Robert Lagerman, sum eg kenni frá dómaraskeiðnum í Føroyum á sinni, so Sverrir, Omar, Steinthor og Ingibjørg. Øll sera fitt fólk. Tað er einki yvir at dylja, at okkurt serligt band er ímillum hesar brøðratjóðir í Norðuratlantshavi. Vit funnu heilt skjótt saman, og hendan frídagin fóru vit so inn at hyggja eftir býnum. Nærum ongar stundir høvdu verið til tess frammanundan, so hart verða dómararnir koyrdir.

Tromsø hevur eitt gamalt og sera kent ferðamál, sum allir turistar sum koma til býin, nærmast bara skulu uppliva. Tað er gamli rennistrongurin ella Fjellheisen sum norðmenn siga. Fjellheisen er ein gamal bani, sum fer upp á Storsteinen á oydnu Floya, 421 metur yvir havinum. Her er frágera gott útsýni yvir Tromsø, og yvir fjøll og fjarir her á leið. Robert sum annars er ein róligur maður, fekk klastrofobiskar og hæddarskrekkskenslur á fimm minuttur langa túrinum, niðan á fjallið. Tað skal sigast at kapasiteturin í vogninum segðist at vera 27 fólk, tá stendur man sum sardinur í dós. Vit vóru 30. Ikki løgi at okkurt munagott mátti niðurum áðrenn farið var omanaftur. Eg kundi ikki lata vera við at hugsa um norska stórskemtaran, Fleksnes. Tá hann sat fastur í rennistronginum, og var so ræðuliga bangin og royndi at fjala sína ræðslu, við at vera yvirkul. Vit avgjørdu at vit skuldu ganga aftur til Tromsø, eftir stóru brúnni. Á leiðini komu vit framvið Íshavskatidralinum, stór og vøkur kirkja sum er plaserað soleiðis at hon sæst sera væl frá sjónum, bygd í 1965 og tekna av norska arkitektinum Jan Inge Hovig. Her er opið, og vit avgera at fara inn. Í hurðini vera vit støðgaðir, einki við tí, sum í Føroyum bara at koma inn, og njóta friðin í Guds húsi, nei, nei, visakortið fram, 50 krónur takk.

Vit ganga so tvørtur um stóru brúnna, júst sum vit eru miðskeiðis, fer ein flottur stuttleikabátur við opnum dekki, spakuliga glíðandi undir brúnni. Her er lív og góðir dagar umborð, fyrrverandi heimsmeistarin Garry Kasparov er vertur, nú skulu seinastu stemmurnar í hús. Her trýtur einki, vakrar kvinnur seta kaviar, sjampagnu og annað gott fyri gestirnar, umborð eru talvforsetar úr nógvum ymsum londum. Fleiri sita við nýggjum skínandi teldlum, eg frætti seinri at hetta er gáva frá kandidátinum. Eg royni at hyggja eftir forseta okkara, men eg síggi hann ikki. Haldi meg vita at hann er í hinum leirinum, tað skal sterkur karakterur at standa ímóti sovorðnari sjarmuoffensive.

Tá vit eru komnir yvirum, seta vit kós móti Polar Museum. Sum vit nærkast, slær toran og tað fer at regna. Veðurforsøgnin fyri dagin er sera góð, men eg havi sjálvdan uppliva eitt slíkt æl sum vit nú stóðu mitt í. Eg hugsi um skínandi teldlanar, og um sjampagnan ikki nú bleiv nakað tunn. Polar Museum er á havnalagnum, í einum gomlum træ húsum frá 1830. Tað fortelur søguna um kópaveiðuna í artic, um veiðimannin Henry Rudi sum drap 713 ísbjarnir og um mongu ekspeditióninar hjá serliga Fridtjof Nansen og Roald Amundsen. Sera áhugavert. 

Ein fínur frídagur, og klárir til nýggjar uppgávur við teir 64 puntarnar.

Sætta umfar, England – Armenia. Aftur átta stórmeistarar við borðið. England: M. Adams 2740, G. Jones, N. Short og M. Sadler. Armenia: Levon Aronian 2805, G. Sargissian, S. Movesian og V. Akobian. Hjá teimum sum vita eitt sindur um talv er ikki ivi um, at nú hava vit við teir heilt tungu dreingirnar at gera. Ikki bara Aronian, sum er nummar tvey í heiminum, men allir við borðið. Armenia hevur vunnið talv OL í 2006, 2008 og 2012, og eru sostatt forsvarandi OL meistarar. Armenia er tað landið í heiminum sum hevur flest stórmeistarar pr íbúgva, og hevur sjálvsagt talv sum kravda lærugrein hjá øllum børnum í landinum.

Tíðarritið New in Chess hevði grein um Matthew Sadler, sum sat á fjórða borði hjá Onglandi. Tað eitt sindur sermerkta við honum er, at hann sum ungur vísti sera góð evni at telva, og var spáddur eina stóra  talvkarrieru, men gavst brádliga at telva. Matthew Sadler hevur verið burtur frá nærum øllum kappingum í mong ár, er so byrjaður aftur heilt nýliga, og er komin flúgvandi upp eftir styrkilistanum.

Nógvir av bestu telvarum heimsins, t.d. Magnus Carlsen sum eg hvønn dag eygleiddi, tí hann sat ikki so langt frá har eg var dómari, hava eitt samanbiti eygnabrá, ein logandi eld, ein stálsettan vilja til at vinna, sum eisini er sjónligur uttaná klæðunum. Hesin vilji gevur teimum bestu eitt tíðuligt yvirlegið brá, og onkusvegna útstrála teir eina óyvirvinniligheit sum er hugtakandi. Hesin verumáti og útstráling er í hesum dysti, heilt fráverandi hjá heimsins næstbesta, sum eg nú sat og eygleiddi. M. Adams, sum ikki sørt av fjáltri sást á, nú hann sat yvir av heimsins næstbesta, hevði hvíta fólki. Aronian var hinigvegin púra róligur, hevði eitt nærum líkasælt yvirbrá. Alt við honum, bleyta gongulagið, vinarliga smílið, eisini mátin hann hevði latið seg í uppá. Einari vínreyðari velurskjúrtu, og einum postkassabláum buksum (Tróndur í Kirkjubø hevði sagt at tær vóru ultramarin), hárið var eisini væl sett, sýntist permanenta og einar designara brillur úr titanium. Alt í alt ein snotuligur maður, ein ”svigermors drøm”. Eg gjørdi skjótt niðurstøðuna, at hesin maður verður aldrin heimsmeistari, alt ov fittur og vanligur, men ringt er at spáa og serliga um framtíðina. Adams tók dystin í stórsta álvara, sat frammboygdur við hondunum uppi við andlitið, stærdi beint framm og gav sær góðar stundir at finna besta leikin. Tá hann so hevði flutt, líkasum slongdi Aroninan hondina tilvildarliga út yvir borðið, og flutti tað fyrsta og besta við tað sama. Hetta mynstur helt á, og tað gjørdust onnur enn eg varug við. Við borðið stóðu nú fólk og eygleiddu hendan ikki sørt margháttliga dyst.

Í høllini fekst vatn, kaffi og eitt slag av the, um man var heppin eina turra mariukeks ella eina ísvaflu, einki annað. Hoyrdi mong siga, at hetta var vánaligt kostarhald, men eg havi ikki nógv at samanlíkna við. Eftir einari løtu dregur Aronian eina heilt serliga thekannu framm, reisist, fer yvir og fær sær skoldandi heitt vatn uppí. Adams hevur flutt, Aronian sleingir enn einaferð armin yvir borðið og leikar, samstundis sum hann setist. Nú fer hann aftur í taskuna, tekur ein plastposa fullan av bløðum, hetta er ikki eitt keypt produkt, men nakað hann hevur úr Armenia. Eg hugsi at onkur heimanífrá savnar hesi bløð og turkar, og sendir talvflogvitinum sum ferðast kring heimin. Hann setist at nulva hesi bløð, og letur so eitt og eitt niður í heita vatnið. Tá traktað er, drekkur hann løgin við einum droymandi brá, og letur seg als ikki forstýra av talvinum hann er í holtur við. Havi verið til mangar barnakappingar við soninum, og mangan ilskast um, at hann ikki hevur savnað seg um sítt egna talv. Reist seg upp í heilum og flutt alt av skjótt. Júst á hendan hátt, upplivi eg, heimsins næstbesta telva. Adams er um at koma í tíðarneyð og Aronian hevur meiri á klokkuni enn tá talvið byrjaði. Soleiðis heldur leikur á, og eftir 31 leikir, bjóðar Adams remis við sekundum eftir á klokkuni, og Aronian tekur av. Eg fái báðar at skriva tað kravda á uppskriftarseðilin og støðgi klokkuni. Aronian hevur níggju minuttir meira enn tá hann byrjaði á klokkuni, og ein í mínari verð, sera løgin dystur er komin at enda. Armenia vinnur 2.5 -1,5.

  

Sí eisini

INNBJÓÐING: 2. undankapping til NM

Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til Norðurlendska Meistaraskapið í talvi, sum …