Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Talvkapping á netinum

Talvkapping á netinum

Sunnudagin 6. oktober kl. 19 verður talvkapping á netinum. Øll eru vælkomin at royna seg í kappingini, bæði roynd og minni roynd.

 

Kappingin verður telvað á væl umtóktu heimasíðuni chess.com. Fyri at luttaka í kappingini, skal ein hava brúkara á chess.com og verða limur í bólkinum hjá Talvsamband Føroya. Bólkurin er at finna her: Talvsamband Føroya – Skakklub – Chess.com

Fyri at blíva tikin við í bólkin, so skal mann síggja, hvør eigur brúkaran.

Kappingin byrjar sunnudagin kl. 19. Telvað verða 9 umfør við tíðini 3 min. + 2. sek/leik. Chess.com letur upp fyri tilmelding ein tíma áðrenn. T.v.s. sunnudagin kl. 18.00. Kappingin er at finna her: https://www.chess.com/play/tournament/5113977

Kappingin er partur av Grand Prix kappingini hjá Talvsamband Føroya. Meira kann lesast um ta kappingina her: Reglugerð fyri Grand Prix – Talvsamband Føroya (faroechess.com)

Sí eisini

Innbjóðing til liðkapping fyri børn

Sunnudagin 6. oktober verður liðkapping fyri børn telvað í hølunum hjá Havnar Telvingarfelag í Finsen. …