Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Rilton Cup 2010/2011 (2.partur)
rogvi

Rilton Cup 2010/2011 (2.partur)

Niðanfyri her havi eg viðmerkt talvið í 9. umfari, talvið var ímóti Jörgen Eriksson (2202).

 

Eftir at bíða eitt sindur eftir mótstøðumanninum, kom hann eini 10 minuttir ov seint. 1.d4 e6 2. Rif3 d5 3.c4 Rif6 4. Ric3 c6 5.e3 Ribd7 6.Fc2 Bd6 7.Bd3.

 

Ein byrjan, ið ofta verður nýtt, men eg eri ikki so kønur í byrjunarspæli, so eg kendi ikki væl ætlanina hjá svørtum, og av teirri grund, geri eg ein heldur óneyðugan leik. 7…h6?! meiningin er, at einaferð tá ið eg eri farin um borg, er riddarin bundin á f6, men tað er ikki heilt víst, at leikurin skal gerast. Ein ætlan er, at leypa um borg, taka á c4 og síðani at spæla e5. 8. 0-0 0-0 9.Rd1 e5 10.cxd5 cxd5 11. e4.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

11…dxe4. Her hevði eg longu brúkt meira enn ein tíma, og mær dámdi einki støðuna. Mótstøðumaðurin hevur fríðari spæl, hann hevur fult kontroll á miðjuni, og er komin væl longri við at útvikla seg. Mann sigur, at tveir riddarar í dekka hvønn annan, ikki eru so góðir, tað er akkurát tað mínir gera á f6 og d7, ikki nokk við tað, riddarin á d7 stendur eisini fyri bispin á c8. Samanumtikið sær tað ikki so gott út, men heilt galið er tað ikki, hóast alt. 12.Rixe4 Rixe4 13. Bxe4 exd4. Royndi at býta eitt sindur av, og hopaði upp á at klára at útvikla meg, uttan at fáa eina nógv verri støðu. 14. Rxd4 Fe7 15.Be3 Rif6.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Eftir nakrar fáar leikir, sær støðan ikki so galin út, men eg eri enn eitt sindur aftanfyri í útviklingini. 16.Bf5?! Hesin leikurin sær eitt sindur býttur út, av tí at bispurin á c8 stendur bara fyri, sum eitt býtt. Men leikurin er hóast hetta ikki óskiljandi, bæði tí at mótstøðumaðurin ikki kann flyta bispin nakra aðra staðni, tí um t.d. 16.Bd3 Bc5 17.Rc4 Bxe3 missur hvítur finnu. Letur hann, bispin standa, so missur hann bispa-parið. Besti leikurin er nokk 16.Re1, fyri at verja bispin á e3, samstundis sum hann útviklar rókin. 16…Bc5 17.Rc4.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Her havi eg tveir møguleikar, 17…Bxf5 ella 17…Bxe3, eg hugsaði eina løtu, og helt so at 17…Bxe3 var betra loysnin, av tí eftir 18.Bxc8 Bb6 19.Bf5 stendur svartur fínt. 17…Bxe3 18. Bxc8. Tað var nær við at eg tók í bispin, men so sá eg, at 19.Re1 vinnur lættliga eina finnu, av tí at frúgvin má flytast, og kann ikki verja finnuna á b7. Nú vóru góð ráð dýr, eg hevði uml. 20 minuttir eftir á klokkuni, so ein skjót avgerð mátti takast. 18…b5!? 19.Rc7.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

19…Fxc7 Eg helt ikki, at tað var nakrar annar møguleiki, men 19…Fe4 er betur, av tí at 20.Fxe4 Rixe4 21.Bb7 Bxf2 22. Kf1 Rae8 23.Bxe4 Bb6 missur hvítur mannin aftur, tí hann klárar ikki at verja rókin og bispin. 20.Fxc7 Raxc8 Eg misti frúnna fyri rók og bisp, men tað er ikki lætt hjá honum, tí eg havi ein góðan bisp, og tíðin hjá okkum báðum byrjaði at ganga undan. Tá ið tíðin byrjar at ganga undan, er tað næstan altíð best at vera í álop, hetta var grundin, til at eg helt, at eg kundi lata frúnna. 21.Fb7? hann gjørdi eina villu beinanvegin, betur var 21.Fa5. 21…Bb6 Eg havi longu javna út, men sum sagt, er tað ikki læt hjá honum at flyta í tíðarneyðini, so mann kann siga at eg havi ein fyrimun. 22.Rie5 Rc7 23.Rid3?

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Longu nú sær tað heilt gott út hjá mær, tað er alt ov stórt press á f2. 23…Rd2 24.Ff3 Rd8 Nú er tað einki hjá honum at gera, hann kann ikki verja riddarin, og flytur hann riddarin, so hongur á f2. 25.Rd1 R8xd3

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

26.Fxd3 Bxf2 27.Kf1 Rxd3 28.Rxd3 Talvið er vunnið, og restina av talvinum hevur ikki nógv at siga. 28…Bc5 29.Rd8 Kh7 30.Rb8 Bb6 31.Ke2 Rid5 32.a3 Rif4+ 33.Kf3 Rid3 34.b3 Ric5 35.b4 Rid7. 36.Rb7 Rie5+ 37.Ke4 Ric4 38.Rxf7 Rid6+ 0-1

 

Ein góð kapping var komin á enda. Kappingin gav eina framgongd uppá 38 ratingstig, málið var at fáa eini 30-40 stig, so telvingin og úrslitini vóru nøktandi. Sjálvandi iðraði eg meg um onkra støðu, har er kundi fingið meira burturúr, men eg var eisini heppin okkurt talvi, tað vil so verða.

 

 

Sí eisini

INNBJÓÐING: 2. undankapping til NM

Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til Norðurlendska Meistaraskapið í talvi, sum …