Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Innbjóðing til Barnatalvlegu í Klaksvík

Innbjóðing til Barnatalvlegu í Klaksvík

 

 

Talvsamband Føroya, saman við eldhugaðum foreldrum, skipar í døgunum 6. til 7. apríl fyri venjingartalvlegu fyri børn og ung í Skótahúsunum í Klaksvík. Á skránni er venjing, hugni og felagsskapur; matur, spæl og yvirnátting. Vant verður í 2 styrkisbólkum. Venjarar á hesi legu eru Rani Nolsøe og GM Helgi Dam Ziska.

 

Skrá:

6. apríl

09-10 Skráseting og vælkomin
10:00 Talvvenjing
11:30 Matsteðgur og fríløta
13:00 Talvvenjing
14:30 Stuttleiki
17:30 Døgurði og fríløta
19-21 Kvøldhugni
21:30 Hvílitíð

 

7. apríl

08:00 Morgunmatur

09:00 Talvvenjing

10:00 Pakking og fríløta

11:30 Matsteðgur

– – – – – –

13:00 Barna Grand Prix finalan 2024

 

Tilmelding

Tað er avmarkað pláss á leguni. Luttøkugjaldið er kr. 300 per barn / ungling, og aldursmarkið er 17 ár. Til ber at melda til við at skriva til ungtelva@gmail.com hesar upplýsingar:

  • Navn á luttakara
  • Føðingardag
  • Telefonnummar hjá avvarðandi.
  • Ovurviðkvæmi ella serligur kostur
  • Annað viðkomandi

Tilmeldingarfreistin er mánadagin 1. apríl.

 

Talvsamband Føroya

 

Sí eisini

Vunnu tepurt á Caymanoyggjunum

Manningin av Cayman-oyggjunum gav Føroyum dygga mótstøðu í øðrum umfari á talvolympiaduni í Usbekistan í dag. Eftir styrkitølunum áttu Føroyar at vunnið dystin meira sannførandi, men líkt er til, at ratingtølini samsvaraðu ikki heilt við veruligu styrkina hjá mótstøðumonnunum. Ella telvaðu okkara menn í lakara lagi í dag. Hetta var fyrsti dystur okkara móti landinum har vesturi í Karibiska Havinum. Har búgva stívliga 90.000 fólk, og hetta er triðja ferðin, at landið er við á talvolympiadu. Cayman-oyggjar eru styrkismettar nummar 159, vit nummar 107.