Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / GP KTF-Kvik 2011 Helgi vinnari

GP KTF-Kvik 2011 Helgi vinnari

22 luttakarar møttu til KTF-kvik leygardagin 26 februar.

Hægst rataðu telvararnir í Føroyum, IM Helgi Dam Ziska og IM John Rødgaard vóru enn eina ferð til dystin fús, og myndaðu toppin alla kappingina. Fleiri 1. deildar telvarar vóru eisini við, og gjørdu at kappingin varð sera sterk. Av hesum kunnu nevnast Torkil Nielsen, Høgni E. Nielsen, Rani Nolsøe, Tummas M. Sólsker, Finnbjørn Vang og Herborg Hansen. Mest óvæntaða úrslitinum stóð Margar Berg tó fyri, hann vann á IM John Rødgard við svarta fólkinum – flott flott !

IM Helgi D. Ziska vann kappingina sannførandi við 6½ av 7 stigum, Finnbjørn Vang varð nr. 2 við 5½ stigum, meðan IM John Rødgaard, Margar Berg, Rani Nolsøe og Ingolf Gaard vóru javnir á 3. plássi.

Ratingvirðislønirnar vunnu Janus Skaale, Sjúrður Olsen og Margar Berg.

Hjartaliga til lukku allir samlir !

Sí eisini

Vunnu tepurt á Caymanoyggjunum

Manningin av Cayman-oyggjunum gav Føroyum dygga mótstøðu í øðrum umfari á talvolympiaduni í Usbekistan í dag. Eftir styrkitølunum áttu Føroyar at vunnið dystin meira sannførandi, men líkt er til, at ratingtølini samsvaraðu ikki heilt við veruligu styrkina hjá mótstøðumonnunum. Ella telvaðu okkara menn í lakara lagi í dag. Hetta var fyrsti dystur okkara móti landinum har vesturi í Karibiska Havinum. Har búgva stívliga 90.000 fólk, og hetta er triðja ferðin, at landið er við á talvolympiadu. Cayman-oyggjar eru styrkismettar nummar 159, vit nummar 107.