Føroyameistarnir í Sandavágs Talvfelag vóru eirindaleysir í útsetta dystinum sunnudagin móti Klaksvík 2. Vágamenn vunnu á øllum borðum. 4-0-sigurin setur Havnar Telvingarfelag undir trýst fyri hin triðja og síðsta av útsettu dystunum í 1. deild hóskvøldið.
FM-manningin hjá Sandavágs Talvfelag er glóðheit og náðileys. Sunnudagin vunnu teir við fullum stigatali.
4. umf. 3. desember
Sandavágur (1) – Klaksvík (2) 4 – 0
Rógvi Egilstoft – Rani Baldursson 1 – 0
Høgni Egilstoft Nielsen – Haldur Suni Johansen 1 – 0
Torkil Nielsen – Wille Olsen 1 – 0
Jón í Horni Nielsen – Heðin Gregersen 1 – 0
Her var einki at rafla um. Rógvi hevði Rana undir trýsti beinanvegin, vann eina finnu, Rani mundi fótað sær aftur, men Rógvi er sum állurin, og tvíhelt um fyrimunin.
Høgni telvar næstan sum ein stórmeistari. Óortodokst byrjanarspæl, ómakaleyst býtur hann upp til eitt endatalv, sum at síggja til er næstan javnt, men til endans er mótstøðumaðurin fullkomiliga máttleysur, tó at tað stendur á jøvnum í fólkameingi.
Torkil dusar sær við svarta fólkinum í sínum kæra hollendingi. Wille fer beinanvegin skeivur, og so er eingin náði.
Bróðirsonurin Jón styrknar í hvørjum. Heðin Gregersen tóktist hava toluliga trygga javnvág í støðuni, men í skiftinum frá miðspæli til endatalv reyk ein finna, og í endatalvinum eru vágamenn kliniskt tryggir.
4-0 – ógvuliga sannførandi avrik móti liði við javnt sterkum telvarum á øllum borðum.
Støðan í 1. deild
Sandavágur (1) 13½ stig (4 dystir)
Havnin (1) 11 stig (3 dystir)
Klaksvík (1) 7 stig (3 dystir)
Sandavágur (2) 6 stig (4 dystir)
Havnin (2) 4½ stig (4 dystir)
Klaksvík (2) 2 stig (4 dystir)
Lykladystur hóskvøldið
Nú er spurningurin, um havnarmenn fara at leggja upp á síðuna á vágamonnum aftur. Hóskvøldið telva havnarmenn og klaksvíkingar – A-liðini bæði – seinasta útsetta dystin í 1. deild.
Telvað verður á Finsen í Havn, byrjað verður klokkan 18:30.
Vinna havnarmenn, fáa teir vágamenn aftur. Skulu teir taka leiðsluna, krevjast í minsta lagi trý stig. Endar dysturin javnur, eru vágamenn á odda fyri hin fyrra sínamillum dystin millum Sandavág og Havnina í fimta umfari 6. januar.