Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Innbjóðing: Jólatalv í Finsen

Innbjóðing: Jólatalv í Finsen

Sunnudagin 10. desember kl. 13:30 verður jólatalvkapping í hølum Havnar Telvingarfelags, Finsen í Havn. Talan er um eina festliga liðkapping við góðum jólastemningi. 2 telva á hvørjum liði – eitt barn og ein vaksin, t.d barn við foreldri, ommu ella abba. 5 umfør verða telvað við tíðini 10 min + 5 sek á klokkuni. Kaffi og okkurt gott afturvið verður at fáa, og møguliga er ein stuttlig jólavitjan eisini á skránni.

 

Til ber at melda til luttøku við at skriva til kappingarleidarin@faroechess.com, og viðmerkja nøvn á luttakarunum. Freistin er fríggjadagin 8. desember. Øll eru hjartaliga vælkomin!

 

Í talvkvøðu!

Sí eisini

NM fyri gentir – 1 stig í fyrsta umfari

Eftir at fyrsta umfar varð telvað í gjár, var greitt at vit vunnu tað eina …