Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Úrslit: FM fyri gentur 2023

Úrslit: FM fyri gentur 2023

Sunnudagin 10. november var FM fyri gentur 2023 telvað í Stranda Skúla. 9 gentur luttóku, og umframt Føroyameistaraheitið var eisini kappast um luttøku í Norðurlandameistaraskapinum fyri gentur. 2 gentur koma at umboða Føroyar í mars/apríl 2024 í U14 aldursbólkinum.

 

Talan var um eitt hugnaligt tiltak, har ið talv, spæl og matur var á skránni fyri genturnar. Talvsamband Føroya hevur sett sær fyri, at fáa fleiri gentur til at telva, við dreyminum um at einaferð fáa mannað eitt føroyskt kvinnulandslið. Við tí í huga verður serligur dentur lagdur á tað sosiala elementið til gentutiltøk, fyri at royna at fáa gentur til at trívast betri í talvumhvørvinum. Soleiðis, vónandi, fara genturnar at kenna seg minni einsamallar ímillum teir mongu dreingirnar, tá ið tær fara til aðrar talvkappingar, tí tær kenna hvørja aðra. Somuleiðis er møguleikin til NM luttøku vónandi ein eggjan til áhaldni og menning, tí við tíðini vil TSF helst hava umboð við til allar aldursbólkarnar (U14, U16 og U20).

 

7 umfør vóru telvað hendan dagin, og við fullum stigatali var tað Lisa J. Xin úr Havn, sum bleiv føroyameistarin. Á øðrum plássi var Birna Eyðunsdóttir úr Kambsdali, við 6 stigum, og á triðja plássi Natasja Mørkøre av Eiði við 5 stigum.

Sí meir um úrslitini á her: https://chess-results.com/tnr849873.aspx?lan=1&art=1&rd=7&turdet=YES

Við hesum er greitt, at tað eru Lisa og Birna sum koma at umboða Føroyar til NM fyri gentur í 2024.

Stóra takk til Stranda Talvfelag fyri væl skipaða kapping og góðan mat. Takk til FK og Bureau Veritas Fo fyri stuðul og takk til Artur Johansen, borgarstjóra, fyri vitjanina – og mest av øllum, takk til allar luttakararnar, sysktin og foreldur teirra.

Við talvkvøðu!


Á myndini omanfyri frá vinstru: Birna Eyðunsdóttir, Lisa J. Xin og Natasja Mørkøre

 

Sí eisini

INNBJÓÐING: 2. undankapping til NM

Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til Norðurlendska Meistaraskapið í talvi, sum …