Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Úrslit: NM úttøku-undankappingarnar

Úrslit: NM úttøku-undankappingarnar

Seinna NM úttøku-undankappingin var í Tofta Skúla í gjár. Tá skuldi avgerast, hvør ið sleppur við í finaluna, har ið kappast verður um NM luttøku. 2 í hvørjum aldursbólki sleppa at umboða Føroyar til Norðurlandameistaraskapið komandi ár. 8 sleppa við í finaluna í hvørjum bólki. Finalan verður í Sandavági um 2 vikur.

 

Í yngsta bólkinum (Bólkur E / U10) var enn einaferð sera góð luttøka. 21 børn. Hendan dagin var tað Lisa J. Xin sum fór avstað við gullinum við fullum stigatali. Baldur B. Jørgensen bleiv nummar 2 við 6 stigum, og Elias Otthamar Olsen nummar 3 við 5 stigum útav 7.

Meira um úrslitini í E bólkini kann síggjast her: https://chess-results.com/tnr849852.aspx?lan=1

Leggja vit stigini saman frá báðum undankappingunum, eru tað hesi 8, sum koma at kappast í finaluni um NM luttøku fyri U10:

Lisa J. Xin, 12,5 stig
Baldur B. Jørgensen, 11 stig
Elias Otthamar Olsen, 10 stig
David Lutzen, 9,5 stig
Andrew M. Xin, 9 stig
Bjarni Hávardsson, 8,5 stig
Filip Lennason Højgaard, 8 stig
Hendrik Hansen, 8 stig

 

Í D bólkinum (U12) vóru hesaferð 7 luttakarir. Oskar J. Jamil vann kappingina við fullum stigatali, og við 5 stigum varð Djóni F. C. Jacobsen nummar 2. Á jøvnum 3. plássi fingu bæði Jóannes Gøthe og Sámal Isfeldt Nesá bronsu, við 4 stigum í part.

Teir, ið koma at kappast í finaluni í U12 bólkinum eru hesir:

Oskar Jacobsen Jamil, 13
Djóni F. C. Jakobsen, 11,5
Sámal Isfeldt Nesá, 8,5
Jóannes Gøthe, 7 stig
Ruben Fjallsá, 6 stig
Tóki Hentze, 5 stig
Marner Fríði Petersen, 4 stig
Andrias Gøthe, 3 stig

 

Í C bólkinum (U14) vann Brestir Samuelsen við 6 stigum. Leon J. Ellingsgaard gjørdist nummar 2 við 5, og á 3. plássi Hanus á Lógv við 4,5 stigum.

Teir 8 finalistarnir í bólki C verða hesir:

Petur G. Magnussen, 11 stig
Leon J. Ellingsgaard, 9,5 stig
Brestir Samuelsen, 9 stig
Markus Á. Samuelsen, 9 stig
Emil J. Jamil, 7,5 stig
Hanus á Lógv, 7,5 stig
Pætur Andreasen, 5 stig
Lukas Páll Wiberg, 3,5 stig

 

Í B bólkinum vóru 5 luttakarir hesuferð. Elias Petersen vann kappingina við 4,5 stigum út av 5 møguligum. Á 2. plássi var Poul Thomsen við 3,5, og nummar 3 gjørdist Rókur Davidsen, eisini við 3,5 stigum, tó hevði Poul Thomsen vunnið teirra innanhýsis dyst í kappingini.

Allir sum hava luttikið í B bólkinum eru við í finaluni, tí teir teljast akkurát 8 tilsamans. Hesir eru:

Elias Petersen, 10,5 stig
Rókur Davidsen, 9,5 stig
Herbert H. Johannesen, 1 stig
Poul Thomsen, 9 stig
Bogi á Kósini, 6 stig
Dánial J. Gregersen, 1 stig
Andreas G. Davidsen, 4 stig
Sigvald, 2 stig

  

Í A bólkinum vóru 3 luttakarir hesuferð. Teir telvaðu dupult umfar ímóti hvørjum øðrum, í alt 4 talv í part. Luitjen vann kappingina við fullum stigatali. Nummar 2 gjørdist Rógvi H. Olsen við 1,5 og Jónas Sólsker nummar 3 við 0,5 stigum.

Allir luttakararnir í A bólkinum koma at kappast í finaluni um NM pláss, umframt Jón H. Nielsen, sum av serligum orsøkum ikki fekk verið við til undankappingarnar.



Finalan verður í Sandavági sunnudagin 3. desember. Tey, ið hava vunnið sær pláss til finaluna verða vinarliga biðjin um at siga kappingarleiðaranum frá, um ynskt verður at luttaka, við at skriva til kappingarleidarin@faroechess.com.

Við talvkvøðu!

Sí eisini

INNBJÓÐING: 2. undankapping til NM

Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til Norðurlendska Meistaraskapið í talvi, sum …