Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Móti Finnlandi í dag

Móti Finnlandi í dag

Trý umfør eru nú eftir í EM-kappingini í talvi fyri landslið í Montenegro. Telvað verður í Budva við Adriatarahavið. Montenegro er komið undan Jugoslavia, sum hevði so sterka talvsiðvenju. Seks milliónir fólk búgva í Montenegro, og meginparturin dugir at telva.
 
 
Í sjeynda og triðsíðsta umfari í stóru EM-stevnuni í Montenegro telva Føroyar móti Finnlandi. 
 
Finnlendingar eru styrkismettir ovari enn vit, og hava hægri ratingtøl á øllum borðum. Fyritreytirnar eru tí tær somu sum í at kalla hvørjum dysti; vit eru the underdog.
 
Hvørgin av bestu telvarunum eru við. Tomi Nyback er ikki við á finska liðnum, og Helgi Dam Ziska er ikki við á føroyska liðnum í hesari kappingini. Teir eru at kalla javnsterkir.
 
Hetta er vist onnur ferðin, at vit møta Finnlandi á fýra borðum. Vit møttu teimum á olympiaduni í sveisiska býnum Luzern í 1982. Tá fingu vit bara eitt hálvt stig. Luitjen Apol telvaði tá remis á 1. borði móti Veio Maki. 
 
Annars hava vit nakrar ferðir telvað móti Finnlandi í 8-landakappingunum (víðkaðar norðurlandameistarakappingar) yvir seks borð. Vit hava tapt teir dystirnar, men í fyrstu 8- landakappingini í Oslo í 1983 vann Súni Ziska á 1. borði á fleirfalda finska meistaranum Kaarle Ojanen.
 
Stóra navnið í finskari telving er Heikki Westerinen. Hann hevur telvað í Føroyum, men nú hann táttar í tey 80 árini, er hann dragnaður til nummar 50 í Finnlandi, og sæst tí ikki longur á finska landsliðnum.
 
Hesir telva í dag:
 
Bo.
31
 
  Finland
Rtg
–
36
 
  Faroe Islands
Rtg
 
19.1
IM
 
2429
–
FM
 
2387
 
19.2
IM
 
2381
–
FM
 
2291
 
19.3
FM
 
2310
–
FM
 
2254
 
19.4
FM
 
2270
–
IM
 
2281
 
 
 
Tvey remis í gjár
 
Í sætta umfari í gjár telvaðu okkara menn móti ungdómslandsliðnum hjá Montenegro. Høgni og Martin telvaðu remis á ovaru borðunum, men Rógvi og John taptu á aftaru borðunum. Mótstøðumenninir høvdu hægri styrkitøl á øllum borðum.
 
Føroyar eru í løtuni nummar 37 av 38 liðum. Vit hava Skotland aftanfyri okkum. Vit eru styrkismettir nummar 36, men Kosovo, sum er styrkismett nummar 37, stendur seg væl.
 
 
Bo.
36
 
  Faroe Islands
Rtg
–
34
 
  Montenegro Youth
Rtg
1 : 3
18.1
FM
 
2387
–
IM
 
2411
½ – ½
18.2
FM
 
2291
–
FM
 
2382
½ – ½
18.3
FM
 
2254
–
FM
 
2342
0 – 1
18.4
IM
 
2281
–
 
 
2344
0 – 1
 
 
Týskland og Ongland í toppdysti
 
Spenningurin harðnar í oddanum, nú tað styttist í kappingini. Í dag bresta oddaliðini bæði, Týskland og Ongland, saman í innanhýsis toppdysti. 
 
Bæði hava 10 stig(dystarstig: 2 stig fyri vunnan dyst, 1 stig fyri javnleik). Teimum næst eru Rumenia og Serbia við 9 stigum.
 
Úrslit í gjár:
Týskland – Rumenia 2 – 2
Holland – Ongland ½ – 3½
Serbia – Armenia 2 – 2
Pólland – Ungarn 2 – 2
Grikkaland – Aserbadsjan 2½ – 1½
Frakland – Slovenia 4 – 0
Norra – Sveis 3 – 1
Kroatia – Svøríki 3 – 1
Norðurmakedónia – Danmark 1½ – 2½
Spania – Ísland 3½ – ½
Skotland – Finnland 1 – 3
 
Støðan
Týskland 10
Ongland 10
Rumenia 9
Serbia 9
Frakland 8
 
19. Danmark 6
22. Svøríki 6
23. Norra 6
32. Ísland 4
35. Finnland 3
37. Føroyar 2
 
Dystirnir í dag byrja klokkan 14. Fylgjast kann við leik fyri leik á hvørjum borði. Heimasíða Talvsambandsins: faroechess.com hevur leinki til kappingina.

Sí eisini

ST Open verður í vikuskiftinum

Komandi vikuskiftið verður ST Open telvað í felagshølunum hjá Sandavágs Talvfelag. Kappingin er partur av …