Ein spennandi talvkapping verður sunnudagin, 19. november í skúlanum á Strondum: hettar er FM fyri gentur 2023.
Kappingin verður skipað sum ein kapping, har ið tíðin á klokkuni er 10 minuttir í part + 5 sekund per leik; tó, umframt føroyameistaraheitið, verður eisini kappast um at umboða Føroyar til Norðurlandameistaraskapið 2024 fyri gentur í 3 ymiskum aldursbólkum. Talvsambandið vónar at kunna senda 2 gentur í hvørjum aldursbólki avstað, at umboða Føroyar. Hvar ið NM fyri gentur 2024 verður, verður kunngjørt seinni.
Aldursbólkarnir til NM eru hesir:
Bólkur A U20: Fødd í 2003-2006
Bólkur B U16: Fødd í 2007-2008
Bólkur C U14: Fødd í 2009- og yngri
FM fyri gentur var fyri fyrstu ferð í mong ár fyriskipað aftur í 2022 – hettar í eini roynd at eggja fleiri gentur til at telva. Tá vóru heili 14 gentur við í kappingini. Í 2023 luttóku 2 av hesum gentunum í NM í Svørríki í U14 bólkinum. Hesar vóru Natasja Mørkøre av Eiði og Lisa J. Xin úr Havn. Tað var eitt sera stuttligt upplivilsi.
Skrá – FM fyri gentur 2023:
kl. 13:00 – Vælkomin
kl. 13:15 – Talv 1
kl. 13:45 – Talv 2
kl. 14:15 – Talv 3
kl. 14:45 – Pausa
kl. 15:15 – Talv 4
kl. 15:45 – Talv 5
kl. 16:15 – Talv 6
kl. 16:45 – Talv 7
kl. 17:30 – Handan og máltíð
Tilmelding
Til ber at melda til FM fyri gentur 2023 við at skriva til kappingarleidarin@faroechess.com. Viðmerkjast skal navn og føðingardagur hjá luttakara. Freistin at tekna seg er fríggjadagin 17. november.