Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Aftur ein tepur ósigur

Aftur ein tepur ósigur

Føroyska talvlandsliðið í kvøld undir eftirmetingini av dagsins dysti. Her er tað avgerandi støðan í talvinum hjá Martini, sum teir hava frammi. F.v.: John Rødgaard, Høgni Egilstoft Nielsen, Rógvi Egilstoft og Martin Poulsen.
 
 
Dysturin móti Norðurmakedónia í triðja umfari í stóru EM-stevnuni í Montenegro í dag gjørdist ein endurtøka av dystinum móti Sveis í gjár. 
 
Vit taptu 2½-1½. Remis á trimum borðum, hin fjórði við undirlutan. Martin Poulsen var aftur hann, sum mátti lúta.
 
Henda dystin kundu vit tað sama vunnið. Talvforritið, sum sett er at rokna støðurnar út, segði føroysku telvararnar vera við yvirlutan á øllum borðum. Og eingin stóð so væl sum Martin Poulsen. Hann hevði vinnandi støðu longu eftir tjúgu leikir.  
 
Tá ræður um at lesa støðuna rætt og ganda fram bestu leikirnar. Her eru tvørrandi royndirnar á høgum stigi sum í hesi kappingini ein veikleiki hjá føroysku telvarunum. Og kanska er virðingin – óttin – í størra lagi viðhvørt. Tað ber í sær, at okkara menn hugsa og hugsa, og hava tessvegna ov knappa tíð eftir, tá ið tað sansar at.
 
Martin forkom sær góðu støðuni og tapti. Tað var stórt spell, tí hann hevði telvað væl. Afturímóti eydnaðist hinum at halda tørn. Brøðurnir Høgni og Rógvi tykjast at hava funnið formilin til tann internationala stílin, sum er so avgerandi í kappingum við so harðari mótstøðu. Tað snýr seg fyrst og fremst um at telva trygt. Ikki at taka sær óráð fyri. Martin er kompromisleysur telvari. Sama er Rógvi. Men Rógvi tykist kortini hava funnið eina hóskandi javnvág millum dynamisku telvingina uttan at taka ov stóran vága á seg. Tann balansan er hárfín.
 
Rógvi og Høgni hava staðið seg heilt væl higartil. Við hetta lag kann møguleikin fyri IM-normum vera til staðar. Høgni hevur tveir, Rógvi ein. Neyðugt er við trimum normum fyri at gerast IM-ari – altjóðari meistari. Annað krav er, at styrkitalið er ella hevur verið 2400 sum minstamark. Tað hevur tað verið hjá Høgna, men ikki hjá Rógva.
 
 
John ávegis í søgubøkurnar
 
Dysturin í dag var serstakur hjá okkum, tí hetta var landsdystur nummar 300 hjá John Rødgaard fyri Føroyar. 
 
Tað er heilt einastandandi. Spurningurin er, um hetta er met. Til annað er prógvað fara vit at siga, at hetta er heimsmet. Vit vita ikki um annan telvara, sum eigur so nógvar talvlandsdystir á baki.
 
Higartil hevur eingin eftirkannað og váttað, at talvið í dag var effinett dystur nummar 300 hjá John á føroyska landsliðnum. Men John hevur sjálvur roknað og lagt saman.
Og vit taka hann upp á orðið.
 
John hevur verið fastur fúsur til hvørja kapping, síðani hann byrjaði á føroyska landsliðnum fyri nærum fjøruti árum síðani. Hansara allarfyrsta talv fyri Føroyar man vera hitt kendasta av teimum øllum. 1. umfar á olympiaduni í Saloniki í 1984 móti Fraklandi – og fyrrverandi russiska heimsmeistaranum Boris Spasski á 1. borði. Remis! Eitt vegamót í føroyskari talvsøgu.
 
John hevur telvað á øllum talvolympiadum síðani 1984 við undantaki av 1986 og 2020. Føroyar vóru ikki við í Dubai í 1986, og olympiadan í 2020 varð avlýst vegna korona.
 
John Rødgaard hevur verið við í ikki færri enn 18 talvolympiadum, trimum EM-stevnum, trimum 8-landakappingum og átta smálandakappingum. Harumframt eru vinardystir móti Íslandi. Man nakar fara at gera honum kynstrið eftir?
 
Hjartaliga tillukku John!
 
John Rødgaard er nú 68 ár, men still going strong. Stóra rutinan og teoretiski kunnleikin, og hansara tryggi, internationali stílur kemur framvegis væl við hjá føroyska landsliðnum. 
 
 
 
Bo.
32
 
  North Macedonia
Rtg
36
 
  Faroe Islands
Rtg
2½:1½
17.1
IM
 
2405
FM
 
2387
½ – ½
17.2
FM
 
2379
FM
 
2291
1 – 0
17.3
IM
 
2441
FM
 
2254
½ – ½
17.4
IM
 
2377
IM
 
2281
½ – ½
 
 
Onnur úrslit
 
Av øðrum úrslitum í dag kann nevnast, at Ísland vann á Noregi. Norðmenn hava ikki mannað seg við øllum sínum bestu telvarum á hesum sinni, men teir hava kortini Magnus Carlsen. Og heimsins besti koppaði besta íslendinginum á 1. borði.
 
Danmark tapti tepurt 2½-1½ fyri Spania, Svøríki fekk bara eitt remis móti Aserbadsjan, sum er styrkismett ovast – javnleikinum syrgdi Nils Grandelius fyri á 1. borði. Og Finnland fekk 2-2 móti C-liðnum hjá Montenegro.
 
Pólland og Týskland hava lagt seg á odda eftir trý umfør. Tey hava sum einastu lond vunnið allar tríggjar dystir higartil.
 
Nøkur toppúrslit í dag:
 
Týskland – Serbia 2½ – 1½
Pólland – Frakland 2½ – 1½
Holland – Ísrael 2 – 2
Kekkia – Rumenia 1½ – 2½
Ongland – Kroatia 2 – 2
 
 
Montenegro B í morgin
 
Føroyar møta B-liðnum hjá Montenegro í morgin. Vertstjóðin hevur heili trý lið í kappingini. Montenegro B – ella ungdómslandsliðið, teir rópa – smurdi Skotland av í dag. Teir eru styrkismettir nummar 34.
 
Føroyar eru í løtuni nummar 37 av 38 liðum. 

Sí eisini

INNBJÓÐING: 2. undankapping til NM

Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til Norðurlendska Meistaraskapið í talvi, sum …