Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Dystir útsettir í 1. deild

Dystir útsettir í 1. deild

Vegna landsliðsvirksemi verða nakrir dystir í 1. deild útsettir. 

Landsliðið skal í næstum telva tvær kappingar. Fyrst verður telvað EM fyri smátjóðir í Jersey um mánaðarskiftið oktober/november. Lítla viku seinni verður EM telvað í Montenegro. Hetta hevur við sær, at 4 dystir í 1. deild verða útsettir.

 

Dystirnir talan er um, eru hesir:

3. umfar

Klaksvíkar Talvfelag 1 – Sandavágs Talvfelag 1

Havnar Telvingarfelag 1 – Sandavágstalvfelag 2

 

4. umfar

Sandavágs Talvfelag 1 – Klaksvíkar Talvfelag 2

Klaksvíkar Talvfelag 1 – Havnar Telvingarfelag 1

 

Dystirnir í 3. umfari verða fluttir til leygardagin 2. desember, meðan dystirnir í 4. umfari verða fluttir til sunnudagin 3. desember. Eins og vanligt, so kunnu liðini framskunda dystir, um tey eru samd um tað, men bert tá tey hava fingið góðkenning frá kappingarleiðaranum.

Sí eisini

Vunnu tepurt á Caymanoyggjunum

Manningin av Cayman-oyggjunum gav Føroyum dygga mótstøðu í øðrum umfari á talvolympiaduni í Usbekistan í dag. Eftir styrkitølunum áttu Føroyar at vunnið dystin meira sannførandi, men líkt er til, at ratingtølini samsvaraðu ikki heilt við veruligu styrkina hjá mótstøðumonnunum. Ella telvaðu okkara menn í lakara lagi í dag. Hetta var fyrsti dystur okkara móti landinum har vesturi í Karibiska Havinum. Har búgva stívliga 90.000 fólk, og hetta er triðja ferðin, at landið er við á talvolympiadu. Cayman-oyggjar eru styrkismettar nummar 159, vit nummar 107.