Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Innbjóðing til ST-Open

Innbjóðing til ST-Open

0

Sandavágs Talvfelag bjóðar til GP 2, ST Open, vikuskiftið 20.-22. oktober 2023

Stað:

Hølum felagsins (Virkishúsið við Ánna, í Sandavági)

Telvað verður soleiðis:

Kappingin byrjar fríggjadagin,  20. oktober kl. 20.00, tá ið 3 kvik talv verða telvað (10 min. + 5 sekund fyri hvønn leik).

Leygardag verður 4. og 5. umfar telvað, kl. 10.00 og kl. 15.00.

Sunnudag verður 6. og 7. umfar telvað, kl. 12.30 og kl. 16.30.

Tíð:

Kviktalv: 10 min. + 5 sekund fyri hvønn leik

Langtalv: 90 min. + 30 sekund fyri hvønn leik.

Vinningar:

Nr. 1 1500kr

Nr. 2 1000kr

Nr. 3 500kr

Virðislønir verða latnar nr. 1, 2 og 3, umframt ratingvirðislønir.

Luttøkugjaldið er 100 kr fyri vaksin og 50kr fyri unglingar. Skal gjaldast á staðnum áðrenn telvað verður fríggjakvøldið 20. oktober.

Tilmelding:

Tilmelding á kappingarleidarin@faroechess.com, í seinasta lagi hósdagin 19. oktober kl. 20.00.

 

Møtið Fjølment !

Sandavágs Talvfelag

 

Sí eisini

Vunnu tepurt á Caymanoyggjunum

Manningin av Cayman-oyggjunum gav Føroyum dygga mótstøðu í øðrum umfari á talvolympiaduni í Usbekistan í dag. Eftir styrkitølunum áttu Føroyar at vunnið dystin meira sannførandi, men líkt er til, at ratingtølini samsvaraðu ikki heilt við veruligu styrkina hjá mótstøðumonnunum. Ella telvaðu okkara menn í lakara lagi í dag. Hetta var fyrsti dystur okkara móti landinum har vesturi í Karibiska Havinum. Har búgva stívliga 90.000 fólk, og hetta er triðja ferðin, at landið er við á talvolympiadu. Cayman-oyggjar eru styrkismettar nummar 159, vit nummar 107.