Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Søguligur talvdystur

Søguligur talvdystur

Við frálíkum útsýni í góðveðrinum sunnudagin yvir Trongisvágsfjørð úr stásiliga Salt-bygninginum við Krambatanga í Øravíkarlíð hevði nýggja talvfelagið í Suðuroy sín fyrsta dyst í landskappingini.

Øll byrjan er sum kunnugt trilvandi, og tí er ikki at falla í fátt av úrslitinum henda dagin. Havnarmenn, ið vitjaðu, vóru við yvirlutan á øllum fýra borðum í dystinum.
 
Einaferð ljóðaði, at Eyðun Nolsøe, sum nú í fleiri ár hevur búð í Froðba, fór at telva við suðuroyingum, men hann stendur framvegis á styrkilistanum hjá Klaksvíkar Talvfelag. John Rødgaard er fluttur til Danmarkar aftur at búgva, og Sjúrður Thorsteinsson er vorðin havnarmaður. Høvdu hesir tríggir verið tøkir, høvdu suðuroyingar havt eitt valalið, sum lættliga kundi gjørt seg galdandi í bestu deildini. Men nú ræður um tol og fyrst at hugsavna seg um avbjóðingina í 4. deild.
 
Strandingar fingu afturímóti góða byrjan í somu deild í sínum fyrsta dysti síðani 1988, og vunnu 4-0 á grannunum hinumegin fjørðin.


Favorittarnir gjørdu bart
 
Í 1. deild var talan um tríggjar innanhýsis dystir millum tey trý stóru feløgini í landinum; Sandavágur, Havnin og Klaksvík. Havnarmenn og klaksvíkingar á A-liðnum gjørdu bart og vunnu 4-0. Hesir innanhýsis dystirnir í Havn og í Klaksvík hava annars ofta verið rættiliga javnir, men í ár hefti ikki fyri hjá favorittunum. FM-manningin hjá vágamonnum misti eitt stig í innanhýsis dystinum.
 
Sandavágsmenn eru altíð væl mannaðir. Tað er rárasta hending, at nøkrum berst frá. Soleiðis var aftur sunnudagin. Vágamenn halda framvegis fast um “skeivu” uppsetingina á ovaru borðunum. Rógvi Egilstoft røkir aftur 1. borð, tó at yngri bróðirin hevur meira enn hundrað ratingstig fleiri á 2. borði.
 
Hjá havnarmonnum og klaksvíkingum var nakað av mannfalli. Eingin Frændur var við í hesum fyrsta umfarinum, ei heldur Finnbjørn Vang ella Janus Skaale.
 
Martin Poulsen og Olaf Berg vóru ikki tøkir á A-liðnum hjá Havnini, men mannfallið var tó størri á B-liðnum; her kundu eitt nú Hjalti Toftum Jógvansson, Rógvi Mortensen og Herluf Hansen styrkt liðið.
 
 
1. deild (1.umfar):


Bo. 1   Sandavágs Talvfelag 2 Rtg 6   Sandavágs Talvfelag 1 Rtg 1 : 3  
1.1  
 
Nielsen, Torkil
2069 FM
 
Egilstoft, Rogvi
2245 0 – 1  
1.2  
 
Augustinussen, Bernhard
1887 FM
 
Nielsen, Hogni Egilstoft
2386 0 – 1  
1.3  
 
Atlason, Jon
1850  
 
Eydsteinsson, Silas
2078 0 – 1  
1.4  
 
Wiberg, Ingi
1762  
 
Nielsen, Jon I Horni
2092 1 – 0
 
Bo. 2   Klaksvíkar Talvfelag 1 Rtg 5   Klaksvíkar Talvfelag 2 Rtg 4 : 0  
2.1  
 
Simonsen, Olavur
2190  
 
Johansen, Haldur Suni
1991 1 – 0  
2.2  
 
Petersen, Terji
2031  
 
Olsen, Wille
1958 1 – 0  
2.3  
 
Baldursson, Rani
2005  
 
Gaard, Ingolf
1953 1 – 0  
2.4  
 
Gregersen, Hedin
1957  
 
Solsker, Tummas M.
1841 1 – 0


 
Bo. 3   Havnar Telvingarfelag 1 Rtg 4   Havnar Telvingarfelag 2 Rtg 4 : 0  
3.1 GM
 
Ziska, Helgi Dam
2549  
 
Merkistein, Suni
1897 1 – 0  
3.2 FM
 
Samuelsen, Carl Eli Nolsoe
2182  
 
Ziska, Andrias
1874 1 – 0  
3.3  
 
Apol, Luitjen Akselsson
2152  
 
Joensen, Ossur
1787 1 – 0  
3.4  
 
Thorsteinsson, Sjurdur
2148  
 
Christiansen, Ragnar
1642 1 – 0
 
Hinar deildirnar
 
Fult umfar var eisini í 2.- 3.- og 4. deild. Seks lið eru í aðru og triðju deild, og tíggju lið í 4. deild. Ein unglingadeild er eisini, men kappingin er ikki byrjað enn.
 
2. deild (1. umfar)
Kollafjørður (2) – Kollafjørður (1)  1-3
Havnin (3) – Havnin (4) 2½ – 1½
Klaksvík – Kongshavn (Runavík) 1 – 3
 
 
3. deild (1. umfar)
Toftir – Vestmanna 3½ – ½
Rókur – Gøta 3-1
Sandavágur (3) – Sandavágur (4) 3 – 1
 
 
4. deild (1. umfar)
Kongshavn (Runavík) – Strendur 0 – 4
Suðuroy – Havnin 0 – 4
Rókur – Toftir 3 – 1
Gøta – Sandavágur 1 – 3
Klaksvík (4) – Klaksvík (5) 2 – 2
 
 
Meira kann lesast um kappingina á heimasíðu Talvsambandsins – faroechess.com.
 
Dystirnir í øðrum umfari í landskappingini í talvi verða nú sunnudagin 15. oktober.
 
Í 1. deild verður telvað soleiðis:
 
Sandavágur (1) – Havnin (2)
Klaksvík (2) – Havnin (1)
Sandavágur (2) – Klaksvík (1)

Sí eisini

INNBJÓÐING: 2. undankapping til NM

Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til Norðurlendska Meistaraskapið í talvi, sum …