Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Talvkapping á netinum

Talvkapping á netinum

Leygardagin 7. oktober kl. 17 verður talvkapping á netinum. Øll eru vælkomin at royna seg í kappingini, bæði roynd og minni roynd.

Kappingin verður telvað á væl umtóktu heimasíðuni chess.com. Fyri at luttaka í kappingini, skal ein hava brúkara á chess.com og verða limur í bólkinum hjá Talvsamband Føroya. Bólkurin er at finna her: Talvsamband Føroya – Skakklub – Chess.com

Bert brúkarar, har mann sær, hvør stendur aftanfyri brúkarar, sleppa í bólkin.

Kappingin byrjar leygardagin kl. 17. Telvað verða 9 umfør við tíðini 3 min. + 2. sek/leik. Chess.com letur upp fyri tilmelding ein tíma áðrenn. T.v.s. leygardagin kl. 16.00. Kappingin er at finna her: https://www.chess.com/play/tournament/4319981

Kappingin er partur av Grand Prix kappingini hjá Talvsamband Føroya. Meira kann lesast um ta kappingina her: Reglugerð fyri Grand Prix – Talvsamband Føroya (faroechess.com)

Sí eisini

Hørð byrjan

Føroyar rendu seg í Týskland í fyrsta umfari á talvolympiaduni í Usbekistan í dag. Týskland er styrkismett nummar fimm av teimum gott og væl 200 londunum í kappingini. Hetta var fyrsti dysturin nakrantíð hjá Føroyum móti Týsklandi í talvolympisku kappingunum, men í sokallaðu 8-landakappingunum í 80-unum møttu vit Vesturtýsklandi nakrar ferðir.