Árligi talvdysturin ólavsøkuaftan á tíggju borðum millum Havnar telvingarfelag og Klaksvíkar Talvfelag var sum vant í hølum Havnar Telvingarfelags ovast á Finsen eftir kappróðurin í gjár.
Hesaferð vunnu havnarmenn. Úrslitið var 6½ – 3½.
Ólavsøkutelving á Finsen millum havnarmenn og klaksvíkingar. Myndin er frá 2021.
Á tíggju borðum hava Havnin og Klaksvík sterkastu liðini í landinum. Sandavágs Talvfelag er í ár føroyameistari í liðtelving, men í landskappingini verður telvað á fýra borðum.
Siðvenjan við hesum ólavsøkudystum byrjaði einaferð í 90-unum, men datt seinni niðurfyri aftur. Fyrraárið tóku teir táttin upp aftur. Tá vann Havnar Telvingarfelag, men í fjør vunnu klaksvíkingar.
Havnar Telvingarfelag – Klaksvíkar Talvfelag 6½ – 3½
1. Flóvin Tór Næs – Ólavur Simonsen 1 – 0
2. Rógvi W. Rasmussen – Eyðun Nolsøe ½ – ½
3. Luitjen A. Apol – Steintór Rasmussen 1 – 0
4. Sjúrður Thorsteinsson – Haldur Suni Johansen ½ – ½
5. Hjalti Toftum Jógvansson – Wille Olsen 1 – 0
6. Herluf Hansen – Ingolf Gaard ½ – ½
7. Rógvi Mortensen – Heðin Gregersen 0 – 1
8. Margar Berg – Janus Skaale 0 – 1
9. Óli Joensen – Tummas Martin Sólsker 1 – 0
10. Jógvan Joensen – Bogi Hansen Eliasen 1 – 0