Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Ólavsøkutelving á Finsen

Ólavsøkutelving á Finsen

Frá ólavsøkudystinum 2021. Martin Poulsen og Ólavur Simonsen á 1. borði. 
 
Aftur í ár fara havnarmenn og klaksvíkingar at kappast á tíggju talvborðum ólavsøkuaftan. Byrjað verður eftir kappróðurin klokkan 18. Telvað verður í hølum Havnar Telvingarfelags ovast í Finsen. Telvararnir fáa fimtan minuttir í part til talvið umframt tíggju sekund fyri hvønn leikin.
 
Hetta er triðja árið, at telvað verður ólavsøkuaftan, eftir at siðvenjan varð uppafturtikin eftir íhald í nøkur ár. Havnarmenn vunnu fyrraárið og klaksvíkingar í fjør.
 
Roknast kann við jøvnum og spennandi dysti. Havnarmenn hava ikki fremstu fýra telvararnar við – Helgi Dam Ziska, Martin Poulsen, Olaf Berg og Carl Eli Samuelsen eru ikki tøkir í ár. Hjá klaksvíkingum mangla báðir Ranarnir – Nolsøe og Baldursson – umframt Terji Petersen og Finnbjørn Vang.
 
Men havnarmenn hava leitað fram aftur tveir av sínum gomlu føroyameistarum og OL-telvarum – útisetarnar Flóvin Tór Næs (FM 2000) og Rógva Winthereig Rasmussen (FM 1996), sum manna bæði fremstu borðini.
 
Liðini verða soleiðis mannað:
 
HT
1. Flóvin Tór Næs
2. Rógvi W. Rasmussen
3. Luitjen A. Apol
4. Sjúrður Thorsteinsson
5. Hjalti Toftum Jógvansson
6. Herluf Hansen
7. Rógvi Mortensen
8. Margar Berg
9. Óli Joensen
10. Jógvan Joensen
 
KTF
1. Ólavur Simonsen
2. Eyðun Nolsøe
3. Steintór Rasmussen
4. Haldur Suni Johansen
5. Wille Olsen
6. Ingolf Gaard
7. Heðin Gregersen
8. Janus Skaale
9. Tummas Martin Anthoniussen
10 Bogi Hansen Eliasen
 
15 minuttir umframt tíggju sekund fyri leikin. Klokkan 18 í Finsen.
 
 
Afturstig hjá vágamonnum
 
Tað gekst ikki eftir vild hjá teimum trimum á FM-liðnum hjá Sandavágs Talvfelag, sum nú í juli hava telvað í altjóða kapping í Slovakia – Slovakia Chess Open.
 
Brøðurnir Rógvi og Høgni Egilstoft Nielsen høvdu ikki eydnuna við sær, og mistu í meira lagi av sínum styrkitali. Afturímóti stóð Jón í Horni Nielsen seg væl og gekk fram í rating.
 
Íalt 74 telvarar vóru við í A-bólkinum. Høgni var styrkismettur nummar 14, men endaði nummar 43. Hann fekk 4½ stig av níggju møguligum. Høgni missir 28 ratingstig, og dettur niðurum aftur 2400-markið. Verri gekst Rógva. Hann fekk trý stig, og missir heili 66 ratingstig. Jón fekk fýra stig í kappingini og gongur 29 ratingstig fram.
 
Annars frættist lítið um føroyskar telvarar í kappingum uttanlands í summar. 
 
 
Helgi sterkari enn norðurlendsku meistararnir
 
Øll norðurlond hava nú havt sína árligu landsmeistarakapping í talvi fyri einstaklingar. Stuttligt er at síggja, at føroyameistarin er hin næstfremsti av norðurlendsku meistarunum í ár.
 
Yvirlitið eftir styrki er hetta:
 
Norra: GM Simen Agdestein (2584)
Føroyar: GM Helgi Dam Ziska (2549)
Finnland: IM Toivu Keinanen (2504)
Danmark: GM Boris Chatalbashev (2493)
Ísland: IM Vignir Vatnar Stefansson (2487)
Svøríki: GM Vitaly Sivuk (2432)
 
Her kann nevnast, at tilflytarar hava vunnið ávikavist danska og svenska meistaraheitið í ár. Danskur meistari er Boris Chatalbashev. Í DM á páskum koppaði hann sterkasta telvara í Danmark, Jonas Buhl Bjerre. Boris er upprunaliga úr Bulgaria, hevur fýra ferðir vunnið bulgarska meistaraheitið og umboðað Bulgaria í OL. Síðani 2018 hevur hann umboðað Danmark. 
 
Vitaly Sivuk er ukraini, men flutti til Svøríkis í fjør.
 
Leggjast kann aftrat, at 56 ára gamli Simen Agdestein er í 2023 aftur norskur meistari – 41 ár eftir, at hann sum bara 15 ára gamal vann norska meistaraheitið á fyrsta sinni í 1982.  Simen Agdestein hevur nú verið norskur meistari níggju ferðir. 
 
Og sum eina sloyfu kunnu vit til endans fortelja, at í 1983 sat Simen Agdestein sum 16 ára gamal á 1. borði á norska talvlandsliðnum í víðkaðari norðurlandameistarakapping í Oslo. Í seinasta umfari hendi púra óvæntað tað, at norska stjørnuskotið tapti í dystinum móti Føroyum. Mótstøðumaður hansara á 1. borði var Súni Ziska – pápabeiggi føroyska stórmeistaran Helga Dam Ziska – sum í stórum stíli vann eitt minniligt talv. Súni andaðist fyrr í vár, nakrar dagar fyri, at Havnar Telvingarfelag fylti 100.

Sí eisini

INNBJÓÐING: 2. undankapping til NM

Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til Norðurlendska Meistaraskapið í talvi, sum …