Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / NM fyri gentur 2023 – endaspurturin

NM fyri gentur 2023 – endaspurturin

Sunnudagin vóru 2 tey seinastu umførini av NM fyri gentur telvað á hesum sinni. Føroysku genturnar hava telvað væl, og lært so nógv við at hava verið við í sterku kappingini. 2 stig komu til høldar til Føroyar, og má sigast at vera eitt flott avrik frá tveimum teimum yngstu luttakarunum í U13 bólkinum. Bæði stigini vann Lisa J. Xin okkum í gjár.

(Mynd omanfyri: Natasja Mørkøre av Eiði, Lisa J. Xin úr Havn, Herborg Clarke (venjari) og lítli maskotturin, Malcolm úr Klaksvík. © Mortan Mørkøre)

 

Endaúrslitið av kappingini kann síggjast her. 13 ára gamla Oda Kofoed Skramstad (1595) úr Norra vann kappingina við 4 stigum. Anna Sofie Li (1658) úr Danmark og Gudrun Fanney Briem (1575) blivu avikavíst nummar 2 og 3.

 

Í 4. umfari hevði Lisa svart ímóti svensku Sol Andersson (1618), sum var trið hægst rataða gentan við í kappingini. Men hettar trýstið ávirkaði Lisu lítið. Bangin var hon íhvørfall ikki. Í 13. leiki offraði Lisa enntá ein bisp á h3 fyri álop á kongin, og hettar fekk Sol til at hugsa seg um í langa tíð. Teldan helt ikki, at hettar var besti leikur, men leikurin hevði kortini munandi psykiska ávirkan á mótstøðugentuna, tí komandi leikirnir góvu faktiskt Lisu ein fyrimun. Men tað var ikki lætt at telva rætt, og 8 ára gamla Lisa tapti tess verri talvið til endans.

Natasja telvaði í 4. umfari við svørtum ímóti 9 ára gomlu Mariu Burtseva úr Svøríki. Hesin dysturin hugsaði man fór at vera sera javnur, og soleiðis var eisini. Tó telvaði Natasja betri í fyrstuni, og hevði betri støðu út ímóti miðspælinum, við betri útvikling av fólki, trýsti á c finnuna og við róki á opnari d linju. So gjørdi Natasja ein feil, sum kostaði henni ein bisp. Men 6 leikir seinni fann hon eina fantastiska 3 leiks kombinasjón, har hon vann mannin aftur við at offra kvalitet. Men so gjørdi Natasja aftur feil, og misti riddarin, og stutt eftir hettar tapti hon talvið.

 

Í síðsta umfari slapp Lisa aftur at royna seg ímóti sterkum telvara. Hesaferð var tað við hvíta fólkinum ímóti Leiu Andries (1627) úr Danmark. Eitt sera spennandi talv, har ið Lisa enn einaferð telvaði fyri einum kongaálopi. Hon telvaði væl, og støðugt menti eitt álop sum ikki skuldi undirvurderast. Tíanverri endaði talvið knappiliga, tí Lisa yvirsá eitt skjótt skák og mát frá mótstøðugentuni.

Natasja hevði tá hvíta fólkið ímóti Emilia Embla B. Berglindardóttir (1108) úr Íslandi. Natasja telvaði aftur sera væl í byrjunarspælinum, og fekk eina fína støðu við sentrum, konginum í langu borg og útviklaðum fólki. Men knappliga gjørdist støðan sera kompliserað, við bindingum og fleiri hóttanum í senn, og yvirsá Natasja nakað av hesum, sum førdi til at hon misti fitt av fólki. Tó helt hon á fram at telva, men aftaná 29 leikir var yvirstaðið, og Emilia setti hvíta kongin í skák og mát.

 

Øll talvini frá kappingini kunnu síggjast her.

Vit takka fyri hesuferð, og vóna at genturnar sleppa at royna seg aftur næsta ár, tá ið NM fyri gentur verður í Íslandi.

Talvsamband Føroya

     

 

 

Sí eisini

INNBJÓÐING: 2. undankapping til NM

Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til Norðurlendska Meistaraskapið í talvi, sum …