Steypakappingin varð hildin leygardagin 22/4 á Eiði. Talvfelagið Rókur hevur veruliga roynt seg sum fyriskipara seinasta árið við FM fyri einstaklingar í 2022, síðani FM í kvik- og snartalvi og nú steypakappingina. Stórt rós til felagið og fólkini rundan um.
Aftur til steypakappingina. 12 lið luttóku hesaferð úr 8 feløgum. Merkisvert í ár var at eingin av vanligu oddaliðunum vóru fullmannað, men tó í sterkari manning. Tað gjørdist tíðliga greitt, at KTF1og ST1 fóru at kappast um oddasessin. Liðini fylgdust mest sum alla kappingina stavn um stavn og fór innanhýsis dysturin í næst seinasta umfari at verða avgerandi. Her vóru vágamenn stinnari og vunnu 4-2 og vóru tí á odda áðrenn seinasta umfar, tá teir skuldu møta HT1. Vágamenn kundu vinna kappingina við úrslitinum 3-3, og tá dysturin endaði 3,5-2,5 til ST, so var kappingin vunnin og KTF, hóast stórsigur í seinasta umfari, endaði nr.2. Á 3.plássi endaði HT1.
Merkisvert er at ST nú hevur vunnið tríggjar tær seinastu steypakappingarnar uttan at tapa ein dyst, bert VT hevur tikið dystarstig frá ST í hesum tíðarskeiðnum.
Kvøldið endaði við einari góðari veitslu har ársins telvari, ársins stjørnuskot og ársins eldsál vóru heiðraði. Ársins telvari 2023 gjørdist eldsál GM Helgi Dam Ziska, ið hevur vunnið øll 3 FM heitini í ár.
Ársins stjørnuskot gjørdist unglinga føroyameistarin Petur Gardar Magnussen, ið eisini er farin áleið 180 ratingstig fram.
Ársins eldsál gjørdist Gunnleif Rasmussen úr Kongshavnar Talvfelag. Gunnleif varð heiðraður fyri stóra sjálvbodna arbeiðið, ið hann ger fyri felagið og ta framgongd, ið felagið er í.
Myndirnar niðanfyri hava Leif Anderssen og Brandur Ellingsgaard tikið.