Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Dagur 2: NM fyri gentur í svøríki

Dagur 2: NM fyri gentur í svøríki

Í dag vóru 2. og 3. umfar telvað í NM fyri gentur 2023. Í 2. umfari møtti Natasja Mørkøre finsku Mehr Bhaumik (1208 í ratingstigum). Natasja kom væl frá byrjanini, og telvaði trygt og væl líka inntil 18. leik. Tá yvirsá hon hvussu hon kundi sleppa burturúr eini fløkju mitt á borðinum. Við einum óheldigum feili misti hon ein bisp, sum seinni førdi til eitt tapt endatalv.

 

Lisa telvaði í 2. umfari ímóti íslendsku Tara Lif Ingadóttir (1023). Við svarta fólkinum megnaði hon at fáa stóran fyrimun tíðliga í talvinum, við at gaffla sær ein rók fyri bisp eftir bert 5 leikir. Áðrenn 10. leik hevði hon longu klárt vunna støðu við 2 finnum og kvaliteti meir. Lisa helt á fram við at telva trygt og væl, og vann talvið sannførandi.

 

Í 3. umfari býttu Lisa og Natasja um mótstøðugentur. Natasja slapp nú at royna seg ímóti íslendsku Taru við hvíta fólkinum. í 9. leiki royndi Tara at seta press á kongastøðuna hjá Natasju, við at taka h3 finnuna við einum bispi og hótta mát á g2 við frúnni. Men Natasja fann besta svarið til hettar álopið, og telvaði rætt: Rif4 og vann sostatt svarta bispin. Men Tara átti fleiri snidur í skjáttuni, og megnaði tess verri at seta skák mát fáðar leikir seinni.

 

Lisa telvaði nú ímóti Mehr Bhaumik við hvíta fólkinum, og má sigast, at var hettar ein fantastiska flottur sigur hjá Lisu. Hon kom sera væl frá byrjan, við góðari útvikling, og miðspælið var kjokkfult av taktikki, sum Lisa dugdi væl at navigera ígjøgnum. Hon fann fleiri av teimum bestu leikunum, og tá avtornaði hevði Lisa ein heilan rók meir til endatalvið. Eftir 33 leikir legði Mehr kongin.

 

Føroyar fingu tískil 2 stig í dag, umframt ríka lærdómin sum okkara óroyndu, nýggju kvinnuspírar hava fingið av at vera við í sterku kappingini. Hýrurin er góður, og hava genturnar eisini hugnað sær í kvøld saman við hinum luttakarunum við spæli og sosialum innihaldi.

 

Talvini higartil, umframt tey ið verða telvaði í morgin, kunnu øll síggjast á leinkju niðanfyri. Í morgin telvar Natasja ímóti Maria Burtseva (0) frá Svøríki, og fær Lisa seg ordiliga roynda ímóti 3. bestu, 1618 rataðu Sol Andersson, eisini frá Svøríki.

 

Viðkomandi leinkjur:

Paringar og úrslit
Svenskt Schack
LIVE á lichess.com

 

Við talvkvøðu úr Svøríki,

Talvsamband Føroya

 

 


(mynd © Arild Rimestad)

Sí eisini

INNBJÓÐING: 2. undankapping til NM

Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til Norðurlendska Meistaraskapið í talvi, sum …