Føroyar eru fyri fyrstu ferð í mong ár umboðaðar til Norðurlandameistaraskapið fyri gentur í talvi, sum hesar dagarnar verður telvað í Helsingborg í Svøríki. Føroysku luttakararnir eru Natasja Mørkøre og Lisa J. Xin. Tær telva við í yngsta bólkinum (C), sum er U13.
Fyrsta talvið í kappingini varð telvað í kvøld, 28. apríl. Natasja telvaði við hvíta fólkinum ímóti Amalie Linnea Heibo frá Norra, sum hevur 1480 í rating. Tað var ein hørð mótstøðugenta at møta í fyrsta umfari, og kom Natasja ikki væl frá byrjanini. Hon misti fólk tíðliga í talvinum. Tó gavst hon ikki so, og royndi sum fragast at betra um støðuna við at útvikla restina av fólkunum hjá sær. Men Amalie dugdi at útnytta sínar fyrimunir, og vann talvið við einum skjótum álopi á kongin.
Lisa telvaði eisini við hvíta fólkinum ímóti svensku Ece Gultekin, sum hevur 1363 ratingstig. Hettar talvið var sera javnt, men knappliga bjóðaði Ece Lisu ein kvalitet afturfyri ein væl plaseraðan bisp mitt á borðinum. Hendan bispin ætlaði Ece at brúka til álop á kongin, sum Lisa tess verri ikki tók í nóg stóran álvara. Álopið vísti seg síðani at avgera talvið.
Føroysku genturnar eru ímillum tær yngstu í bólkinum, sum 8 og 9 ára gamlar, og hava báðar 0 ratingstig. Tí er mett, at mótstøðan í kappingini er teimum sera hørð. Men møguleikar eru heilt sikkurt fyri stigum. Ítróttaandin er til staðar og vónirar eru góðar.
Tit kunnu fylgja við spennandi kappingini LIVE á hesum leinkjum:
Paringar og úrslit
Svenskt Schack
LIVE á lichess.com
2. umfar verður telvað ímorgin, leygardagin kl. 08:00 føroyska tíð og 3. umfar kl. 15:00.
Talvsamband Føroya