Steypakappingin verður telvað leygardagin 22. apríl á Eiði.
Umframt kappingina er endamálið at draga samanum farna kappingarárið 2022/23 – og við Gallaveitsluni – ikki minst, at øll sum vara av telvingini fáa eina hugnaliga løtu saman.
Skráin
kl. 11.00 – Steypakapping
kl. 14.00 (uml.) – steðgur og ábit
kl. 14.00 (uml.) – atkvøtt verður um Ársins Telvara, Ársins Stjørnuskot og Ársins Eldsál
kl. 19.00 (uml.) – Talv Gallaveitsla m.a. verður Ársins Telvari, Ársins Stjørnuskot og Ársins Eldsál kosin.
Kappingarreglur
Hvørt lið verður mannað við 6 telvarum. Loyvt er at hava tveir skiftistelvarar á hvørjum liði. Smærri feløg kunnu leggja saman eftir avtalu við TSF. Feløg kunnu luttaka við fleiri liðum.
Í kappingartalvuni verða liðini skipaði sambært úrslitinum frá Steypakappingini 2022, soleiðis, at fremstu liðini møtast síðst í kappingini. Harafturat verða innanhýsis dystir ímillum lið úr sama felag avgreiddir skjótast til ber í kappingarskipanini.
Tá tilmeldingarfreistin er farin, verður støða tikin til, hvussu nógv umfør verða telvaði. Telvað verður við tíðini 10 min +5 sek/leik umhugsunartíð til hvønn.
Stendur á jøvnum, tá um nr. 1, 2, 3 umræður, er galdandi:
- Innanhýsis dystur
- Dupult-umfar: Snartelving (3 min. +2 sek/leik í part til talvið)
- 1. borð hjá liðunum: Dupult snartalv og síðani sudden-death, har hvítur hevur 4 +2 min. og svartur 3 +2 min. og har kravið er sigur til hvítan
Virðislønir
Steyp til vinnarin og medaljur eru til nr. 1, 2 og 3.
Tilmelding
Tilmelding fer fram við at senda teldupost til kappingarleidarin@faroechess.com. Tilmeldingarfreistin er týsdagin 18. apríl 2023. Kostnaðurin er 300 kr. fyri hvønn telvara og onnur áhugaði. Við tilmelding skal eisini boðast frá, hvussu nógv eru við til døgurðan.
Feløgini rinda upphæddina til TSF við flyting áðrenn kappingina á 6460 155.370.6. Um feløg ynskja at gjalda kontant, skal boðast frá hesum tá ið meldað verður til.
Staður
Steypakapping verður hildin í Hólmahúsinum (fótbóltshúsinum) á Eiði.
Ársins eldsál
Feløg kunnu senda tilnevningar við grundgevingum um hvør skal heiðrast sum ársins eldsál til: ingi@faroechess.com.
Takið lógvatak – og haldið fast – um forkunnuga talvtiltakið !
Við talvkvøðu
TALVSAMBAND FØROYA