Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Helgi í stórum stíli

Helgi í stórum stíli

Føroyski stórmeistarin, Helgi Dam Ziska, er aftur føroyameistari í talvi. 
 
32 ára gamli havnarmaðurin staðfesti sína støðu sum besti telvari í Føroyum við ógvuliga sannførandi avriki og úrsliti í FM-einstaklingakappingini, sum endaði í Finsen í dag.
 
Helgi var ósigraður í Landsliðsbólkinum og vann øll talvini uttan eitt, sum endaði remis.  
 
At spenningurin kortini helt sær til seinasta umfar, hevur 25 ára gamli Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavági heiðurin fyri. Hann gav stórmeistaranum so skarpan gang, at Helgi mátti kýta seg av øllum alvi fyri at vera eitt hálvt stig fremri, nú teir komu á mál.

Høgni vann allar uttan Helga og eldra bróðirin Rógva. Tey talvini endaðu jøvn. Móti Rógva mundi Høgni tapt, men hann bjargaði sær einum javnleiki. Helgi vann á Rógva, og tað var í grundini tað, sum var á muni millum teir báðar oddafiskarnar.
 
Helgi og Høgni endaðu tí langt undan hinum. Báðir vunnu aftur í dag. Helgi vann í stórum stíli á Eyðuni Nolsøe, sum helst viltist inn í eina stórmeistarafellu. Helgi fekk tí tryggjað sær FM-heitið við røttum fýrverkssigri.
 
Talvið millum Høgna og Martin Poulsen gjørdist júst so spennandi, sum væntandi var. Báðir telvaðu væl og lívligt, og líkt var til, at talvið helst fór at enda remis, men Høgna so líkt, so er hann skarpur og náðileysur í spentum støðum, og í somu stund, at Martin var óansin, fall hamarin. 
 
Rógvi og Carl Eli tóku tíðliga remis, og yngsti maðurin, Luitjen Akselsson Apol, vann á Olaf Berg, sum hevur havt eina burturúr miseydnaða kapping.
 
 
Stórfingið jubileums-FM
 
Havnar Telvingarfelag, sum í næstum fyllir 100, hevur saman við Talvsambandi Føroya skipað fyri árligu FM-kappingini, sum endaði í dag.
 
FM-bólkurin hevur ongantíð verið so væl mannaður sum í ár.  Undantøkini eru tey árini, tá ið útlendskir gestatelvararar hava verið uppií (2003 og 2019) og í 2017, tá Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen, John Rødgaard og Martin Poulsen vóru einsamallir í dupultkapping um FM. Ein so stóran FM-bólk, mannaðan við føroyskum telvarum burturav, hevur ikki havt so høgt miðalstyrkital sum í ár. 
 
Tað er tí hugvekjandi at síggja, at okkara tveir fremstu telvarar kortini eru so suverenir, sum endaliga úrslitið vísir. At sæð ein veruligan dyst millum teir báðar í klassiskum standardtalvi – kanska eini seks talv ella so í alt – hevði verið áhugavert. Kanska onkur íleggjari er fúsur at fíggja slíkan toppfund? 
 
Ikki tí, øll vita vit, at Helgi Dam Ziska er í flokki fyri seg í føroyskari telving. Tekur tú talvini ígjøgnum í hesari FM-kappingini, sæst eisini, at heildaravrikið hjá Helga er meira heilrunnið enn hjá Høgna. Helgi hevur ein internationalan stíl. Hann hevur vællaðaða grund undir sínum spæli. Hjá honum er tað teoretiska og strategiska í hásæti. Her hevur hann munin á Høgna. Hann hevur størri tryggleika í sínum spæli. Men í tí taktiska og tekniska eru teir kanska javnlíkar. Kreativt er Høgni kanska eins væl útborin. Nevna vit so eitt annað, sum ikki hevur minni at siga – orkan og stríðsførleikarnir, bæði til likams og sálar – tá tykist Høgni vera ógvuliga stinnur, men Helgi er rímiligt eisini royndur í leikum. Uttan slíkar eginleikar verður tú ikki stórmeistari. 
 
Vit kunnu bara fegnast um, at vit í Føroyum hava ein stórmeistara, sum telist millum teir fremstu í norðurlondum, og nú eisini aðrar góðar føroyskar telvarar, sum eru mentir at geva honum dygga mótstøðu í FM-kappingum. 
 
 
7. umfar (Langi fríggjadagur kl. 14:00)
Helgi Dam Ziska – Eyðun Nolsøe 1 – 0
Høgni Egilstoft – Martin Poulsen 1 – 0
Rógvi Egilstoft – Carl Eli Samuelsen ½ – ½
Olaf Berg – Luitjen A. Apol 0 – ½
 
 
 
Helgi Dam Ziska – framúrskarandi FM-avrik, men stórmeistarin fekk kortini harða kapping frá Høgna Egilstoft Nielsen.
 
 

FM 2023 – endaligt úrslit

Rk.   Navn Elo Land 1 2 3 4 5 6 7 8 Stig  TB1   TB2 
1 GM Ziska, Helgi Dam 2545 FAI * ½ 1 1 1 1 1 1 6,5 18,50 2,5
2 FM Nielsen, Hogni Egilstoft 2407 FAI ½ * ½ 1 1 1 1 1 6 16,75 2
3 FM Egilstoft, Rogvi 2298 FAI 0 ½ * ½ 1 1 1 0 4 11,75 1
4 FM Samuelsen, Carl Eli Nolsoe 2153 FAI 0 0 ½ * ½ 1 ½ 1 3,5 7,75 0,5
5 FM Poulsen, Martin 2300 FAI 0 0 0 ½ * ½ ½ 1 2,5 5,00 0,5
6   Apol, Luitjen Akselsson 2143 FAI 0 0 0 0 ½ * 1 1 2,5 4,25 0
7   Nolsoe, Eydun 2174 FAI 0 0 0 ½ ½ 0 * 1 2 4,00 0,5
8 FM Berg, Olaf 2211 FAI 0 0 1 0 0 0 0 * 1 4,00 1

Frá vinstru: Høgni Egilstoft nr. 2, Helgi Dam Ziska føroyameistari 2023 og Rógvi Egilstoft nr. 3.
 
Tríggir FM-kongar í 10 ár
 
FM-heitið í ár er hitt sætta hjá Helga Dam Ziska. Hann hevur tí vunnið flest FM av núlivandi telvarum. Bara Palli Henriksen (1902-1980), sum vann síni níggju FM-heitið millum 1938 og 1952, er fremri í teirri røðini.
 
Telja vit upp fyri seinastu tíggju árini, hava teir tríggir, sum vóru fremstir nú á páskum, verið einsamallir á trónuni hetta tíðarskeiðið. Helgi og brøðurnir Egilsftoft Nielsen úr Sandavági.
 
FM 2014-2023
2014 Høgni Egilstoft Nielsen, ST
2015 Rógvi Egilstoft Nielsen, ST
2016 Rógvi Egilstoft Nielsen, ST
2017 Helgi Dam Ziska, HT
2018 Helgi Dam Ziska, HT
2019 Helgi Dam Ziska, HT
2020 Høgni Egilstoft Nielsen, ST
2021 Høgni Egilstoft Nielsen, ST
2022 Høgni Egilstoft Nielsen, ST
2023 Helgi Dam Ziska, HT
 
FM-kongarnir
Palli Henriksen, HT 9
Helgi Dam Ziska, HT 6
Heini Olsen, KTF 5
Høgni Egilstoft Nielsen, ST 4
Martin Poulsen, HT 4
Jens Chr. Hansen, TT 4
Tórarinn Evensen, HT 4
Rógvi Egilstoft Nielsen, ST 3
Torkil Nielsen, ST 3
John Rødgaard, VT 3
Luitjen Apol, HT 3
Olav Andreasen, HT 3
 
Teir tríggir musketerarnir í føroyskari telving. Her undir fyrireikingum til landsdyst í EM-endaspæli í Kreta 2017.  Helgi Dam Ziska (vm), Høgni Egilstoft Nielsen (hm) og Rógvi Egilstoft í miðjuni.
 
 
Hinir bólkarnir
 
Átta telvarar kappaðust í 1. bólki. Fyrrverandi føroyameistarin, nú 58 ára gamli Torkil Nielsen, vann. Honum á baki vóru tveir telvarar úr Kollafjarðar Talvfelag, sumbingurin Alvin Joensen og Árant Djurhuus. Rani Nolsøe, sum hevði næsthægsta styrkitalið, hevði meira misjavna kapping. 
 
Annars er at siga, at talan var um sera javnan bólk. Bara hálvtannað stig var frá tí fremsta til hin aftasta, og tað er sjáldsamt.
 
1. bólkur
Rk.   Navn Elo Land 1 2 3 4 5 6 7 8 Stig  TB1   TB2 
1   Nielsen, Torkil 2076 FAI * ½ ½ ½ 1 ½ 1 ½ 4,5 15,00 2,5
2   Joensen, Alvin 1804 FAI ½ * 1 1 1 0 0 ½ 4 14,25 3,5
3   Djurhuus, Arant 1800 FAI ½ 0 * 1 ½ 1 0 ½ 3,5 12,00 2
4   Hansen, Herluf 1990 FAI ½ 0 0 * 1 ½ ½ 1 3,5 11,75 1,5
5   Berg, Margar M. 1891 FAI 0 0 ½ 0 * 1 1 1 3,5 10,75 0,5
6   Nolsoe, Rani 2044 FAI ½ 1 0 ½ 0 * 1 0 3 11,00 2
7   Solsker, Tummas M. 1851 FAI 0 1 1 ½ 0 0 * ½ 3 10,75 2,5
8   Jacobsen, Heidrikur T. 1847 FAI ½ ½ ½ 0 0 1 ½ * 3 10,50 1,5
Frá vinstru: Torkil Nielsen, vinnari av 1. bólki, Alvin Joensen nr. 2 og Árant Djurhuus nr. 3.

Almenni bólkurin
 
Klaksvíkingar vóru stinnastir í almenna bólkinum. Har vóru 24 telvarar í alt. 
 
Teir tríggir fremstu vóru hesir:
 
1. Flóvin Matras Tummasarson, KTF 6
2. Bogi Hansen Eliasen, KTF 6
3. Ingi Wiberg, ST 5
 
Almenni bólkurin, frá vinstru: Flóvin M. Tummasarson vinnari, Bogi H. Eliasen nr. 2 og Ingi Wiberg nr. 3. 
 
Unglingar
 
Havnar Telvingarfelag fekk eisini føroyameistaran hjá unglingum. Tað var Petur Gardar Magnussen, sum vann í harðari kapping við fleiri av góðu unglingunum úr Klaksvík. Í alt kappaðust tjúgu hjá unglingum – m.a. tvær gentur.
 
1. Petur G. Magnussen, HT 6
2. Poul Thomsen, KTF 5½
3. Bogi á Kósini, KTF 5½
 
Unglingar, frá vinstru: Petur G. Magnusson føroyameistari, Poul Thomsen nr. 2, Bogi á Kósini nr. 3.
 
Frá vinstru: Lisa Xin og Natasja Mørkøre.
 
Veteranar
 
Átta vóru við í serstøku veterankappingini, sum hildin var skírisdag og langa fríggjadag.
 
Her var formaður Havnar Telvingarfelags stinnastur. Topp 3 var hesin:
 
1. Jóannes Guttesen, HT 5½
2. Sigurð Justinussen, HT 5½
3. Súni Jacobsen, HT 3½
 
Veteranar, frá vinstru: Jóannes Guttesen vinnari og Sigurd Justinussen nr. 2.

Sí eisini

INNBJÓÐING: 2. undankapping til NM

Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til Norðurlendska Meistaraskapið í talvi, sum …