Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Helgi er føroyameistari

Helgi er føroyameistari

Helgi Dam Ziska úr Havnar Telvingarfelag er aftur føroyameistari í talvi fyri einstaklingar.
 
Tað gjørdist greitt fyri løtu síðani, tá ið Helgi vann á Eyðuni Nolsøe úr Klaksvíkar Talvfelag í sjeynda og seinasta umfari í FM-kappingini. Helgi vann hetta seinasta talvið í stórum stíli.

Og Helgi hevur vunnið FM-heitið 2023 í stórum stíli. Hann fekk 7½ stig av átta møguligum. Hetta er samstundis sætta FM-heitið hjá føroyska stórmeistaranum.
 
Enn er bara liðugt á nøkrum borðum á Finsen, har kappingin gongur, men tað er longu greitt, sama hvussu úrslitini fella, at brøðurnir Høgni Egilstoft Nielsen og Rógvi Egilstoft úr Sandavágs Talvfelag, verða ávikavist nummar tvey og trý í Landsliðsbólkinum.
 
Meira verður at frætta seinni.

Sí eisini

Sigurð er ársins eldsál í talvi

Tá telvarar um alt landið hittust í Havn síðsta leygardag til árliga steypakappingardagin, nýtti Talvsambandið høvið til á samkomu um kvøldið at heiðra ymsar telvarar. Høgni Egilstoft Nielsen var kosin ársins telvari, Baldur B. Jørgensen var kosin ársins stjørnuskot, og Sigurð Joensen var kosin ársins eldsál.