Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Helgi ella Høgni

Helgi ella Høgni

Tað verður annar av hesum báðum. Helgi, høgrumegin á myndini, ið her sæst kveita at støðuni hjá Høgna í fimta umfari mikudagin, kann nú avgera alt sjálvur.
 
Nú er eingin ivi  longur.
 
Annar av okkara sterkastu telvarum verður føroyameistari 2023. Helgi Dam Ziska ella Høgni Egilstoft Nielsen. Tað gjørdit greitt eftir fimta umfar mikukvøldið.
 
Báðir vunnu. Helgi hevði eitt sera avgerandi talv móti Rógva Egilstoft. Men í dag sást munurin á teimum. Helgi fekk við svarta fólkinum talvið upp á sínar premissur. Og telvaði rætt og slætt mótstøðumannin niður við instruktivari posisjónstelving. 

Høgni fekk seg royndan móti Eyðuni Nolsøe, sum telvaði væl, men ólukkutíð gekk tíðin undan hjá honum. Støðuni bagdi einki. Eyðun tóktist leingi at standa væl, tí mundi tað koma honum dátt við, at tíðin fór. Hetta er uttan iva ein avleiðing av tvørrandi venjingarstøðuni hjá Eyðuni.
 
Høgni telvar ikki so stílreint og sannførandi sum Helgi, men hann vinnur kortini flestu talvini, og er framvegis beint í hølunum á stórmeistaranum. 
 
Tað hevur gingið illa hjá Olaf Berg. Í dag tapti hann fyri Carl Eli, sum hevur telvað væl og havt eina fína kapping. Olaf er í so ótolin og hevur lyndi til at yvirmeta støðuna, og leggja ov nógv fyri. Í dag telvaði Olaf undir vanligan standard og tapti so dyggiliga.
 
Martin Poulsen hevur eisini havt eina miseydnaða kapping higartil, og hevur einki talv vunnið enn. Tað líkist ikki honum. Hann hevur kortini verið partur av nøkrum spennandi og áhugaverdum talvum. Talvið móti Luitjeni í dag var einki undantak. Luitjen var kanska nærri sigrinum, men endin var, at teir samdust um remis. 
 
 
5. umfar (mikudagin 5. apríl)
Rógvi Egilstoft – Helgi Dam Ziska 0 – 1
Høgni Egilstoft Nielsen – Eyðun Nolsøe 1 – 0
Martin Poulsen – Luitjen Akselsson Apol ½ – ½
Olaf Berg – Carl Eli Samuelsen 0 – 1
 
Støðan eftir fimta umfar:
1. Helgi Dam Ziska, HT 4½
2. Høgni Egilstoft Nielsen, ST 4
3. Carl Eli Samuelsen, HT 3
4. Rógvi Egilstoft, ST 2½
5. Eyðun Nolsøe, KTF 2
6. Martin Poulsen, HT 1½
7. Luitjen A. Apol, HT 1½
8. Olaf Berg, HT 1
 
Støðan í FM-bólkinum 
Rk. Navn Elo Land 1 2 3 4 5 6 7 8 Stig TB1 TB2 
1 GM Ziska, Helgi Dam 2545 FAI * ½ 1 1 1 1 4,5 10,00 2,5
2 FM Nielsen, Hogni Egilstoft 2407 FAI ½ * ½ 1 1 1 4 8,00 1
3 FM Samuelsen, Carl Eli Nolsoe 2153 FAI 0 * ½ ½ 1 1 3 4,25 0
4 FM Egilstoft, Rogvi 2298 FAI 0 ½ * 1 1 0 2,5 5,00 0,5
5 Nolsoe, Eydun 2174 FAI 0 ½ * ½ 0 1 2 3,25 0,5
6 FM Poulsen, Martin 2300 FAI 0 ½ 0 ½ * ½ 1,5 3,25 0,5
7 Apol, Luitjen Akselsson 2143 FAI 0 0 0 1 ½ * 1,5 2,75 0
8 FM Berg, Olaf 2211 FAI 0 0 0 1 0 * 1 2,50 1
 
Spurturin byrjar
 
Nú eru tvey umfør eftir. Telvað verður skírisdag og Langa fríggjadag, so er liðugt. 
 
Tað stendur nú til Helga Dam Ziska at avgera alt sjálvur. Vinnur hann bæði talvini, ið eftir eru, er hann aftur føroyameistari. Men verður annað remis, kann Høgni fáa hann aftur, og tá verður neyðugt við umdysti um FM-heitið.  
 
Helgi hevur Luitjen og Eyðun eftir, Høgni hevur Carl Eli og Martin.
 
Til ber at fylgja við á netinum leik fyri leik á øllum borðum, leinki sæst á heimasíðu Takvsambandsins (faroechess.com), har meira eisini er um kappingina.
 
 
 
6. umfar (skírisdag kl. 14:00)
Luitjen Akselsson Apol – Helgi Dam Ziska
Carl Eli Samuelsen – Høgni Egilstoft Nielsen
Eyðun Nolsøe – Rógvi Egilstoft
Martin Poulsen – Olaf Berg
 
7. umfar (Langi fríggjadagur kl. 14:00)
Helgi Dam Ziska – Eyðun Nolsøe
Høgni Egilstoft – Martin Poulsen
Rógvi Egilstoft – Carl Eli Samuelsen
Olaf Berg – Luitjen A. Apol
 
 
Hinir bólkarnir
 
1. bólkur
1. Torkil Nielsen, ST 3½
2. Herluf Hansen, HT 3
 
Síðani eru fleiri javnir á triðja plássi við 2½ stigi. Merkisvert er, at Rani Nolsøe er aftastur í bólkinum.
 
Almenni bólkurin
1-3. 
Bogi Eliasen Hansen, KTF 4
Flóvin M. Tummasarson, KTF 4
Ingi Wiberg, ST 4
 
Unglingar
1-3.
Petur Magnussen, HT 4
Poul Thomsen, KTF 4
Hanus á Lógv, KTF 4
 
Veterankappingin byrjar í morgin. Átta telvarar eru við.
 
Telvað verður í gomlu kommunuskúlaauluni í Finsen.

Sí eisini

INNBJÓÐING: 2. undankapping til NM

Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til Norðurlendska Meistaraskapið í talvi, sum …