FM nærkast

Árliga føroyameistarakappingin í talvi fyri einstaklingar stundar til. Kappingin byrjar annan leygardag 1. apríl.
 
Eitt, ið ger kappingina serstaka í ár, er, at Havnar Telvingarfelag hin 18. apríl fyllir 100 ár. Tí er langt síðan avrátt, at elsta talvfelag í landinum hýsir kappingini.  
 
Telvað verður í auluni í Finsen – í gamla kommunuskúlanum. Umførini eru sjey, og telvað verður dag um dag til langa fríggjadag 7. apríl. Telvað verður í fýra bólkum; landsliðsbólkinum, 1. bólki, almennum bólki og unglingabólki. Haraftrat verður eisini serstøk veterankapping skírisdag og langa fríggjadag.

Umhugsunartíðin er 90 minuttir til fyrstu 40 leikirnar. Síðani verða 15 minuttir lagdir afturat klokkuni. Frá fyrsta leiki verða 30 sekund løgd afturat fyri hvønn fluttan leik.

Topparnir eru við

Átta teir hægst styrkismettu telvararnir telva í landsliðsbólkinum um heitið føroyameistari 2023.

Landsliðsbólkurin tykist at fara at vera tann sterkasti í fleiri ár. Stórmeistarin Helgi Dam Ziska og føroyameistarin Høgni Egilstoft Nielsen eru báðir við. Teir eru okkara sterkastu telvarar. Rógvi Egilstoft er eisini væntandi. Olaf Berg er eisini við, afturímóti er líkt til, at tað fer ikki at liggja fyri hjá Martini Poulsen. 

Næstu átta telvararnir telva í 1. bólki, og hinir telva í almenna bólkinum.

Í unglingabólkinum verður telvað um heitið unglingaføroyameistari 2023. Sum nakað nýtt verður eisini telvað um heitið gentu-unglingaføroyameistari 2023. Sostatt verður unglingakappingin fyri gentur og dreingir.

Freistin úti á midnátt

Freistin at tekna seg er úti á midnátt. Higartil hava útivið fjøruti telvarar boðað frá luttøku. Øllum stendur frítt at vera við. Kunning um tilmelding fæst á heimasíðu Talvsambandsins: faroechess.com.

 

Gongst sum ætlað, verður tað í morgin greitt, hvussu stór luttøkan um páskirnar í 100 ára jubileums FM-kappingini í talvi 2023 í Finsen – í hjartanum í Havn – verður. 

Sí eisini

Vunnu tepurt á Caymanoyggjunum

Manningin av Cayman-oyggjunum gav Føroyum dygga mótstøðu í øðrum umfari á talvolympiaduni í Usbekistan í dag. Eftir styrkitølunum áttu Føroyar at vunnið dystin meira sannførandi, men líkt er til, at ratingtølini samsvaraðu ikki heilt við veruligu styrkina hjá mótstøðumonnunum. Ella telvaðu okkara menn í lakara lagi í dag. Hetta var fyrsti dystur okkara móti landinum har vesturi í Karibiska Havinum. Har búgva stívliga 90.000 fólk, og hetta er triðja ferðin, at landið er við á talvolympiadu. Cayman-oyggjar eru styrkismettar nummar 159, vit nummar 107.