Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Innbjóðing: VT Barna Open 26.03

Innbjóðing: VT Barna Open 26.03

Sunnudagin 26. mars verður kvik-talvkapping fyri børn á Miðnámi í Vestmanna. Hettar er seinasta barnakapping av hesum slag hettar kappingarárið. Kappingin byrjar kl. 14 og 5 umfør verða telvað við tíðini 10 minuttir + 5 sekund per leik.

Kappingin verður deild upp í 2 aldursbólkar: 4. fl. og yngri og 5. fl. og eldri. Nummar 1, 2 og 3 í hvørjum bólki vinna medaljur.

 

Til ber at tekna til við at skriva navn, aldur og flokk til kappingarleidarin@faroechess.com. Freistin er fríggjadagin 24. mars.

 

Tilmeldingar higartil:

4. fl og yngri

5. fl og eldri

 

Talvsamband Føroya

Sí eisini

Sigurð er ársins eldsál í talvi

Tá telvarar um alt landið hittust í Havn síðsta leygardag til árliga steypakappingardagin, nýtti Talvsambandið høvið til á samkomu um kvøldið at heiðra ymsar telvarar. Høgni Egilstoft Nielsen var kosin ársins telvari, Baldur B. Jørgensen var kosin ársins stjørnuskot, og Sigurð Joensen var kosin ársins eldsál.