Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Vágamenn vunnu dramatiska FM-finalu

Vágamenn vunnu dramatiska FM-finalu

Tað var spenningur og drama við lít, tá ið vágamenn og havnarmenn í dag telvaðu um meistaraheitið, fyrst í regluligum dysti, og síðani í umdysti, skipaður sum kviktalv við munandi minni leiktíð. 
 
Fyrst vunnu havnarmenn 3-1. Tað gav teimum umdystin. Nú vóru teir rímiligt favorittar eftir frálíka sigurin á ósigraða oddaliðnum, men í  umdystinum tók alt eina bráða vend. Vágamenn vóru neyvari og kringari og kaldari, tá ið á stóð.

Alt kollrendist á ovaru borðunum. Her høvdu Helgi Dam Ziska og Martin Poulsen greiðan fyrimun, men í kviktalvi kann so mangt henda, tí tíðin er knøpp. Føroyameistarin Høgni Egilstoft Nielsen, ið var fyri sínum fyrsta og einasta tapi í vetur í regluliga dystinum í dag móti einum vælleikandi Martin Poulsen, vísti stórt yvirskot, tá ið hann brádliga aftur lá omaná, og vann.
 
Uppaftur meira gátuført var tað, sum hendi á 1. borði. Her hevði stórmeistarin at kalla vunna støðu, men so var tað, sum slóknaði hann. Um fjálturin nervaði hann meira enn gott er, er ilt at siga, men hann lorkaði sær stóra fyrimunin burtur í fáum leikum, og varð settur skák og mát.
 
Jón í Horni Nielsen – ber arvin víðari í Sandavágs Talvfelag. (foto: jn.fo)
 
Nýggja stjørnan hjá sandavágsmonnum í talvi eitur Jón í Horni Nielsen. Hann hevur fingið eitt veruligt gjøgnumbrot í vetur í sínum fyrsta kappingarári í 1. deild. Hann telvaði sera væl í regluliga dystinum í dag, og átti ivaleyst at vunnið, men misti tráðin og var um reppið at tapa endatalvið, men stríddi seg kortini til remis. Í umdystinum kom hann aftur at standa væl, men tá ið Luitjen tóktist hava javnað støðuna aftur, átti hann eina avgerandi fintu, ið tryggjaði honum sigurin.
 
Bara Olaf Berg vann av havnarmonnum í umdystinum. Olaf er ein pressari og vann eitt roktalv í regluliga dystinum, og í umdystinum offraði hann djarvur mann. Hóast offrið tóktist at vera í so vágið, fekk hann kortini væl av spæli afturfyri, og endin var, at hann lá omaná.
 
 
FM-finaluumdystur (kviktelving)
Sandavágur – Havnin 3 – 1
Rógvi Egilstoft – Helgi Dam Ziska 1 – 0
Høgni Egilstoft Nielsen – Martin Poulsen 1 – 0
Silas Eyðsteinsson – Olaf Berg 0 – 1
Jón í Horni Nielsen – Luitjen Akselsson Apol 1 – 0
 
Eitt flott comeback av sandavágsmonnum eftir at hava tapt 3-1 í høvuðsdystinum. Tað vísir styrki og treiskni og góðar kappingareginleikar. Mann fyri mann hevur havnarliðið hægri styrkitøl á trimum av fýra borðum, men kanska hava vágamenn aðrar dygdir, sum javna henda munin, tá ið á stendur. 
 
Tað er hugvekjandi at síggja, at Rógvi Egilstoft á 1. borði er mentur at neutralisera stórmeistaran Helga Dam Ziska í trimum talvum teirra millum í vetur. Tvey remis í regluligu toppdystunum, og so ein avgerandi sigur í umdystinum. Tað átti næstan ikki at borið til, men við slíkum toppavrikum ber til at vinna á favorittunum. 
 
Havnarmenn eru helst bæði nipnir og vónbrotnir um ikki at vinna í ár, nú felagið um ein mánað fyllir 100.
 
Men sannast má, at hesi bæði liðini hava givið okkum nakrar frálíkar kappingar og FM-finalur tey seinnu árini. Í fjør var eisini spenningur til síðsta leik, og tá var tað Helgi Dam Ziska, ið tryggjaði havnarmonnnum sigurin eftir harðvunnan dyst móti Rógva Egilstoft.
 
Í dag kundu vágamenn siga takk fyri síðst – og tillukku við 100 ára føðingardegnum!
 
 
 
Sandavágs Talvfelag kann av sonnum frøast. Teir vunnu í dag bæði 1. deild og 2. deild, og hava tí tvey lið í 1. deild komandi kappingarár. Her eru einar tríggjar manningar hjá Sandavágs Talvfelag avmyndaðar í dag.
 
 
Dystirnir í 1. deild í tíggjunda og seinasta umfari í dag:

 

10. Umfar tann 2023/03/18 kl. 10:00
Bo. 6   Sandavágs Talvfelag 1 Rtg 3   Havnar Telvingarfelag 1 Rtg 1 : 3
1.1 FM
 
Egilstoft Rogvi
2274 GM
 
Ziska Helgi Dam
2543 ½ – ½
1.2 FM
 
Nielsen Hogni Egilstoft
2394 FM
 
Poulsen Martin
2311 0 – 1
1.3  
 
Eydsteinsson Silas
2050 FM
 
Berg Olaf
2204 0 – 1
1.4  
 
Nielsen Jon I Horni
2023  
 
Apol Luitjen Akselsson
2113 ½ – ½
Bo. 2   Klaksvíkar Talvfelag 1 Rtg 4   Havnar Telvingarfelag 2 Rtg 3 : 1
2.1  
 
Simonsen Olavur
2189  
 
Thorsteinsson Sjurdur
2143 ½ – ½
2.2  
 
Petersen Terji
2043  
 
Jogvansson Hjalti Toftum
2018 1 – 0
2.3  
 
Olsen Wille
2011  
 
Hansen Herluf
1994 ½ – ½
2.4  
 
Johansen Haldur Suni
1984  
 
Berg Margar M.
1912 1 – 0
Bo. 1   Kollafjarðar Talvfelag 1 Rtg 5   Klaksvíkar Talvfelag 2 Rtg 2½:1½
3.1  
 
Djurhuus Arant
1791  
 
Rasmussen Steintor
1990 ½ – ½
3.2  
 
Morkore Rogvi
1736  
 
Gregersen Hedin
1919 0 – 1
3.3  
 
Joensen Hanus
1773  
 
Gregersen Einar
1894 1 – 0
3.4  
 
Fagraklett Virgar
1475  
 
Olsen Rogvi Heinason
1400 1 – 0
Hóast kollfirðingar fingu gott úrslit í dag, gjørdust teir ov stuttir, og flyta úr 1. deild aftur.
 
 

1. deild – endaliga støðan

Rk. Lið 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b  TB1   TB2 
1 Havnar Telvingarfelag 1  *   *  3 4 4 4 31 18
  Sandavágs Talvfelag 1 1  *   *  4 3 4 31 18
3 Klaksvíkar Talvfelag 1 ½ ½ ½  *   *  2 2 3 4 18 8
4 Klaksvíkar Talvfelag 2 ½ 0 2 2  *   *  4 3 1 17 6
5 Havnar Telvingarfelag 2 0 1 ½ 1 0 1  *   *  2 12 5
6 Kollafjarðar Talvfelag 1 0 0 0 ½ 0 3 2  *   *  11 5


Tað endaði púra javnt millum Havnina og Sandavág. 31 borðstig og 18 dystarstig í part. Innanhýsis hevði Havnin munin (4½-3½), men reglurnar áseta umdyst um meistaraheitið í slíkum føri. 
 
 
Hvirluvindurin ST
 
Við FM-sigrinum í dag hevur Sandavágs Talvfelag lagt upp á síðuna á Klaksvíkar Talvfelag sum tey bæði næstmest vinnandi feløgini í landinum. Sandavágs Talvfelag vann fyrsta FM-heitið í 2011, so tað hevur gingið upp á stás hesi trettan árini síðani.

FM 2010-2023
2010 KTF
2011 ST
2012 HT
2013 ST
2014 ST
2015 ST
2016 ST
2017 HT
2018 HT
2019 ST
2020 HT
2021 ST
2022 HT
2023 ST
 
FM 1971-2023
HT 25
ST 8
KTF 8
VT 6
KT 4
TT 1
TFS 1
 


Sandavágs Talvfelag upp
 
Tað er komið fyri fyrr, at Sandavágs Talvfelag hevur tvey lið í 1. deild, men nú eru nøkur ár síðani. Men í dag gjørdist greitt, at vágamenn eru eisini bestir í 2. deild. 
 
Meira syrgiligt er at síggja, at gamli talvrisin – Vestmanna Talvfelag – er dottin heilt niður í 3. deild. Hvokkin er hann, Grímur á Skóg.
 
Komandi kappingarár verða bara trý feløg í 1. deild – Sandavágur, Havnin og Klaksvík – øll við hvør sínum tveimum liðum.


10. umfar 
Sandavágur – Vestmanna 3½ – ½
Havnin B – Klaksvík 1 – 3
Havnin A – Kollafjørður 3 – 1

2. deild – endaliga støðan

Rk. Lið 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b  TB1   TB2 
1 Sandavágs Talvfelag 2  *   *  3 3 4 2 3 27,5 17
2 Klaksvíkar Talvfelag 3 1  *   *  2 2 3 24 14
3 Havnar Telvingarfelag 3 1 ½ 2  *   *  2 3 3 1 3 18,5 8
4 Kollafjarðar Talvfelag 2 0 2 2 1  *   *  17 6
5 Havnar Telvingarfelag 4 2 1 1 1  *   *  1 16,5 7
6 Vestmanna Talvfelag 1 ½ 0 3 1 ½ 3  *   *  16 8



Runavík upp
 
Kongshavnar Talvfelag – fyrr Runavíkar Talvfelag – hevur vunnið 3. deild og flytur upp í 2. deild.

10. umfar 
Kongshavn – Kollafjørður 2 – 2
Sandavágur A – Rókur 2 – 2
Sandavágur B – Toftir 2½ – 1½

3. deild – endaliga støðan

Rk. Lið 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b  TB1   TB2 
1 Kongshavnar Talvfelag 1  *   *  ½ 2 3 4 2 2 24,5 13
2 Talvfelagið Rókur 1 2  *   *  0 3 2 3 2 23 13
3 Tofta Talvfelag 1 ½ 1 4  *   *  1 4 2 20,5 9
4 Sandavágs Talvfelag 4 0 1 2  *   *  3 20 11
5 Kollafjarðar Talvfelag 3 ½ 2 1 ½ 3 ½  *   *  2 16 8
6 Sandavágs Talvfelag 3 2 2 0 2 1 2  *   *  16 6


 
Gøtuskeggjar vunnu
 
Annað gamalt stórfelag í føroyskari telving, er Gøtu Talvfelag. Teir vóru í nógv ár í 1. deild, og tá Petur Eli Mikkelsen og Sjúrður Lómstein vóru í vælmaktini, vóru teir heilt frammarlaga. 
 
Men gøtumenn eru í somu støðu sum toftamenn og vestmenningar, sum ikki hava verið mentir at seta nóg væl við tey seinnu árini. Nú kunnu teir heilsa vestmenningum í lyftini upp úr 3. deild í 2. deild.
 
10. umfar 
Gøta A – Rókur B 4 – 0
Gøta B – Toftir 2 – 2
Havnin – Kongshavn 4 – 0
Vestmanna – Klaksvík A 1½ – 2½
Klaksvík B – Rókur A 4 – 0

4. deild – endaliga støðan

Rk. Lið 1 2 3 4 5 6 7 8 9 10  TB1   TB2 
1 Gøtu Talvfelag 1  *  3 3 4 4 4 3 4 29 16
2 Klaksvíkar Talvfelag 4  *  2 3 4 4 4 4 27,5 15
3 Havnar Telvingarfelag 5 2  *  1 3 3 3 4 4 25 13
4 Vestmanna Talvfelag 2 1 3  *  4 4 3 25 12
5 Klaksvíkar Talvfelag 5 1 1 0  *  4 2 4 4 21 11
6 Talvfelagið Rókur 2 0 1 ½ 0  *  3 3 16 10
7 Gøtu Talvfelag 2 0 0 1 ½ ½  *  2 3 4 12,5 5
8 Tofta Talvfelag 2 0 0 1 0 2 1 2  *  2 2 10 4
9 Kongshavnar Talvfelag 2 1 0 0 1 0 1 2  *  3 9,5 3
10 Talvfelagið Rókur 3 0 0 0 ½ 0 1 0 2 1  *  4,5 1


Havnin vunnið FM
 
Seinastu leikirnir í unglingadeildini verða fluttir mikudagin, men greitt er longu nú, at Hanar telvingarfelag hevur vunnið.

Unglingar – eitt umfar eftir

Rk. Lið 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b  TB1   TB2 
1 Havnar Telvingarfelag 1  *   *    2 3 4 4 4 4 30,5 17
2 Klaksvíkar Talvfelag 1    *   *  2 2 3 4 3 4 24,5 14
3 Sandavágs Talvfelag 1 2 1 2  *   *  3 2   3 3 20 11
4 Gøtu Talvfelag 1 ½ 0 2 1 2  *   *  2 1   12,5 5
5 Havnar Telvingarfelag 2 0 ½ 1 0   2 3  *   *  1 1 10 3
6 Sandavágs Talvfelag 2 0 0 1 0 1 1   2 3  *   *  9,5 4

Næst á skránni í føroyskari telving er FM-einstaklingakappingin, sum Havnar Telvingarfelag skipar fyri um páskirnar.

Sí eisini

INNBJÓÐING: 2. undankapping til NM

Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til Norðurlendska Meistaraskapið í talvi, sum …