Klaksvíkar Talvfelag er vertur fyri 10. og seinasta umfarinum í liðkappingini 2022/23, ið verður telvað á Skúlatrøð í Klaksvík, í morgin kl. 10.
112 telvarar telva í 4. deildum, deilt yvir 28 lið. Í 1. deild eru 6 lið, í 2. deild eisini 6 lið, somuleiðis 6 lið í 3. deild og 10 lið eru í 4. deild.
Støðan í 1. deild áðrenn 10. og seinasta umfar er hendan:
1. Sandavágs Talvfelag 1 30 stig (18 dystarstig)
2. Havnar Telvingarfelag 1 28 stig (16 dystarstig)
3. Klaksvíkar Talvfelag 2 ½ 15,5 stig (6 dystarstig)
4. Klaksvíkar Talvfelag 1 ½ 15 stig (6 dystarstig)
5. Havnar Telvingarfelag 2 11 stig (5 dystarstig)
6. Kollafjarðar Talvfelag 1 8,5 stig (3 dystarstig)
Stóri spenningurin er um Havnin megnar at fáa minst 3 stig móti sandavágsmonnum, og harvið umdyst.
Dystirnir í 1. deild eru hesir:
- Sandavágs Talvfelag 1 – Havnar Telvingarfelag 1
- Klaksvíkar Talvfelag 1 – Havnar Telvingarfelag 2
- Kollafjarðar Talvfelag 1 – Klaksvíkar Talvfelag 2
Spenningur er eisini í hinum deildunum.
Støður vm. kunnu síggjast her: https://chess-results.com/tnr680032.aspx?lan=7
Sent verður beinleiðis frá 1. deild við John Rødgaard og Finnbirni Vang sum viðmerkjarum.
Leinkir til stroymingina og talvini finnast á live.faroechess.com