Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Jólakapping í Vestmanna
lidkapping2

Jólakapping í Vestmanna

lidkapping2

 

Aftur í ár skipaði Vestmanna Talvfelag fyri jólakapping, 18 dec., og í ár vóru 17 luttakarar, allir ímóti øllum, snartalv (5 min).
Vinnari gjørdist Martin Brekká, meðan Jón og Jákup A. spældi umdyst um 2. plássið, sum Jákup vann.
Eftir kappingina bleiv borðreitt við ræstari súpan og kjøtið, og mandilgáva var givin, hana vann Borgar.

 


Endaliga úrsliti gjørdist:

 

1.   Martin Brekká             14 stig
2.   Jákup Andreasen        11½
3.   Jón Mikkelsen             11½
4.   Hanus Ingi Hansen      11
5.   Alfred Olsen               11
6.   Kári Durhuus              11
7.   Samson Højgaard       10½
8.   Einar Olsen                 9½
9.   Borgar J. Stórá            8½
10. Palli Johannesen          6½
11. Rógvi Hansen              6½
12. Sjúrður Olsen             6
13. Petur Højgaard           5½
14. Rúni Vørmadal            5
15. Jákup Durhuus            4½
16. Jóhan E. Vørmadal      4
17. Jóhan Jákup Vørmadal 0

 

Vestmanna Talvfelag

Sí eisini

Vunnu tepurt á Caymanoyggjunum

Manningin av Cayman-oyggjunum gav Føroyum dygga mótstøðu í øðrum umfari á talvolympiaduni í Usbekistan í dag. Eftir styrkitølunum áttu Føroyar at vunnið dystin meira sannførandi, men líkt er til, at ratingtølini samsvaraðu ikki heilt við veruligu styrkina hjá mótstøðumonnunum. Ella telvaðu okkara menn í lakara lagi í dag. Hetta var fyrsti dystur okkara móti landinum har vesturi í Karibiska Havinum. Har búgva stívliga 90.000 fólk, og hetta er triðja ferðin, at landið er við á talvolympiadu. Cayman-oyggjar eru styrkismettar nummar 159, vit nummar 107.