Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Talvborðið í Klaksvík

Talvborðið í Klaksvík

 

Í sera góða veðrinum tíðiliga í vár, vóru nakrir av ungu telvarunum hjá Klaksvíkar Talvfelag saman við Petur Hans Poulsen og Rana Baldursson, yviri við uttandura talvborðið, skamt frá Vágstúni, við stóru talvfólkunum og telvaðu.

Hetta rundleidda, snotuliga økið við talvborðinum, hevur inntil nú havt ov lítla atdráttarmegi á fólk, og sigur býargartnarin í viðmerking, at vónandi kunnu fólk nú koma og seta seg, og í heila tikið nýta økið meira, sjálvsagt eisini til at telva á.

Hesin tíðindastubbin varð skrivaður fyrr í ár, tá eingin kavi var, men er kanska ongantíð so aktuellur sum nú. Hesar dagarnar fram til jóla, har ínnkeyp, jólaborðhald, matgerð, børn sum jólast vm. er gott at vita, at frístøð finnast allastaðni. Talvborðið í Klaksvík er einki undantak, har er sjálvt nú á vetrartíð bæði friðsælt og vakurt !

Sí eisini

Vunnu tepurt á Caymanoyggjunum

Manningin av Cayman-oyggjunum gav Føroyum dygga mótstøðu í øðrum umfari á talvolympiaduni í Usbekistan í dag. Eftir styrkitølunum áttu Føroyar at vunnið dystin meira sannførandi, men líkt er til, at ratingtølini samsvaraðu ikki heilt við veruligu styrkina hjá mótstøðumonnunum. Ella telvaðu okkara menn í lakara lagi í dag. Hetta var fyrsti dystur okkara móti landinum har vesturi í Karibiska Havinum. Har búgva stívliga 90.000 fólk, og hetta er triðja ferðin, at landið er við á talvolympiadu. Cayman-oyggjar eru styrkismettar nummar 159, vit nummar 107.