Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Til OL í India

Til OL í India

Føroyska talvlandsliðið í Kastrup seinnapartin. F.v.: Ingolf Gaard, liðleiðari, Helgi Dam Ziska, Rógvi Egilstoft, Høgni Egilstoft Nielsen, Luitjen Akselsson Apol, John Rødgaard og Katrin D. Apol, umboð fyri Talvsamband Føroya.
 
Føroyska talvlandsliðið er í dag á veg til India. 44. talvolympiadan verður í indiska stórbýnum Chennai, fyrr nevndur Madras. Kappingin byrjar ólavsøkumorgun, og endar 9. august.
 
Talvolympiadan – stórfingnasta talvstevnan av øllum – er annaðhvørt ár, men nú eru fýra ár liðin síðani seinastu olympisku talvleikirnar. Hendan 44. olympiadan skuldi av røttum vera í Moskva í 2020, men koronafarsóttin forkom tí, sum so mongum øðrum. 
 
Og tá ið Russland fyrr í ár gjørdi innrás í Ukraina, var tað um reppið, at eingin talvolympiada fór at verða í 2022 heldur. Altjóða talvsambandið FIDE strikaði olympiaduna í Moskva og bannlýsti Russland úr øllum talvkappingum. Men við stuttum skotbrá beyð India sær til at hýsa risastóru stevnuni.
 
 
Føroyar nummar 60 av 188 
 
Talv er í støðugum vøkstri. Internetið tykist hava slóðað fyri einari globalisering av hesum aldargamla spæli. Ikki færri enn 188 lið – úr 186 londum – eru umboðað í sonevnda almenna bólkinum. Flest øll heimsins lond eru nú umboðað á talvolympiaduni. 
 
Styrkismetingin avdúkar eina stolta siðvenju fyri talvi í Føroyum. Tí av hesum 188 landsliðunum eru Føroyar – sum teljast millum smæstu limalondini í FIDE – styrkismettar sum nummar 60 í allari røðini.
 
Ein onnur orsøk til høgu styrkismetingina er, at Føroyar hava sent eitt sterkt landslið til Indiu. Manningin er henda:
 
1. GM Helgi Dam Ziska 2549
2. Høgni Egilstoft Nielsen 2414
3. Rógvi Egilstoft 2284
4. IM John Rødgaard 2324
5. Luitjen Akselsson Apol 2289
 
Helgi og Høgni eru okkara sterkastu telvarar – eingin ivi um tað. Stórmeistarin Helgi er klárt nummar eitt og føroyameistarin Høgni klárt nummar tvey. Rógvi hevur verið tann triðifremsti í nøkur ár, men úrslitini hava verið heldur umleypandi í seinastuni. Ratingtalið er lækkað nakað, men líkt er til, at hann er farin at raðfesta telvingina í størri álvara enn undanfarnu árini. 
 
John Rødgaard er the grand old man í føroyskari telving – nú 66 ár – men framvegis líka íðin og nærlagdur, sum tá hann leiddi føroyska telving inn í nýggjar tíðir á talvolympiaduni í Grikkalandi í 1984. Og 16 ára gamli Luitjen er okkara stóra talent, sum nú á fyrsta sinni sleppur at royna seg á tí heilt stóra pallinum.
 
 
Drúgv ferð
 
India man vera mest fjarskotna landið, sum føroyska talvlandsliðið hevur ferðast til. Buenos Aires í 1978  er hitt einasta, sum kann samanberast.
 
Føroysku telvararnir fóru úr Føroyum tíðliga í morgun. Tíbetur var kravda koronakanningin í gjár negativ hjá øllum í ferðalagnum. Seinnapartin varð farið undir longu flogferðina eystur ígjøgnum. Ferðast verður fyrst úr Keypmannahavn til Dubai. Hagar koma teir um midnáttarleitið. Í nátt verður so gist í Sameindu Arabisku Emirríkjunum. Haðani verður so aftur flogið í morgin seinnapartin beinleiðis til Chennai í India. Føroyingarnir verða frammi einaferð í annaðkvøld.
 
Chennia er 4½ tíma frammanfyri okkara klokkutíð. Tá telvað verður klokkan 15.00 á degi, merkir tað, at klokkan er 10.30 í Føroyum. Fyrsta umfar er ólavsøkudag, 29. juli. Tað verður so meðan prestar og tingmenn gera seg til at fara í skrúðgongu oman í Dómkirkjuna ólavsøkumorgun, at føroysku telvararnir flyta fyrstu leikirnar í India. Og á netinum fer at bera til at fylgja okkara monnum leik fyri leik á hvørjum borði allar dagarnar.
 
Veðurforsøgnin fyri komandi tvær vikurnar í Chennia bendir á, at hitin fer at liggja millum 26-35 hitastig, og tað kann fara at kennast uppaftur heitari enn so. Tí er at vóna, at luftskipanin verður góð, bæði á gistingarhúsi og leikstaði.
 
 
Ólavsøkutelving
 
Og meðan talvlandsliðið fer at spenna seg út á fjarleiðum um ólavsøkuna, fara havnarmenn og klaksvíkingar aftur í ár at bresta saman í tiltikna ólavsøkudystinum millum Havnar Telvingarfelag og Klaksvíkar Talvfelag. 
 
Telvað verður í hølum Havnar Telvingarfelags í Finsen ólavsøkuaftan 28. juli klokkan 18.00. Telvað verður á tíggju borðum. Í fjør var dysturin bæði javnur og spennandi, men havnarmenn vunnu 5½-4½.

Sí eisini

NM fyri gentir – síðsti dagur

Í gjár vóru 2. og 3. umfar á skránni, og úrtøkan var soltin. Lisa og …