Eg luttók í kappingini Kronborg Chess Open frá 26. – 29. mai 2022. Kappingin var býtt í bólkar, við 8 telvarum í hvørjum, har allir telva einaferð móti hvørjum øðrum. Eg var í sterkasta bólkinum, og var fjór hægst styrkismettur. Eg kom væl frá byrjan, og lá einsamallur á odda áðrenn síðsta umfar, við 4,5/5 stigum. Eg snávaði tó síðsta dagin, við at tapa eitt vunnið talv á sterkasta telvara í kappingini, og einum javnleiki í seinna talvinum. So eg endaði á einum deildum øðrum plássi við 5/7 stigum, sum kortini er eitt gott úrslit.
Í fyrsta umfari hevði eg hvítu fólkini móti Mogens Moe. Eg var væl hægri styrkismettur, so um eg skuldi koma væl frá byrjan mátti eg vinna. Vit komu eisini í fyrireikingina hjá mær, og eg fekk lumpa hann í eina ringa støðu í byrjanini.
Luitjen Akselsson Apol (2231) – Mogens Moe (2129)
Kronborg Chess Open (1) 26.05.2022
1.e4 c5 2.Rif3 e6 3.g3 Ric6 4.Bg2 g6?
Hetta viknar teir svørtu puntarnir ógvuliga nógv. Vanliga, tá ið hvítur spælur g3 og Bg2 í Sisilionskum, hevur hann spælt d3. Tá er tað gott hjá svørtum at spæla e6 og g6, tí at tað er ikki vandamikið, tá ið miðjan ikki er opin. Tá vil hvítur ikki brúka tveir leikir uppá at spæla d4 og opna støðuna, men her stendur d-finnan enn á d2.
5.d4! í einum, áðrenn bispurin kemur út á g7, og dekkar d4-puntin. Nú byrjar tað longu at síggja ljótt út hjá svørtum.
5.cxd4 6.Rixd4 a6?! (Teldan sigur at tað er frægast at geva eina finnu, við 6.Bg7 7.Rib5 d5) 7.Rixc6 dxc6?! (bxc6 var betri) 8.Fxd8+ Kxd8
9.e5! Eg vildi ikki lova honum at spæla e5, tí at so opnar hann fyri bispinum á c8, og mín bispur á g2 peikar bara á finnuna á e4. Nú havi eg tikið pláss, latið upp fyri bispinum á g2 og givið honum ein ringan bisp á c8, sum ikki sleppur við í spæli. Bispurin á g2 steðgar honum eisini at gera nakað á frúgvasíðuni. Finnan á e5 gevur eisini betri kontrol yvir svørtu puntarnar, og kann altíð verjast við f4 um neyðugt.
9.Kc7 10.0-0 Bd7 Hann vil spæla c5 og Bc6, og býta sín veika bisp upp við mín sterka. 11.Rd1 Rie7 (c5 12.Bxb7 Kxb7 13.Rxd7+) 12.c4? Ein feilur. Hetta missir ein góðan part av fyrimuninum. Eg vildi steðga Rid5, men tað er ikki neyðugt. Eg ætlaði at seta riddaran á c3, men tað er betri at spæla 12.Rid2. Um Rid5 kemur 13.c4 og eg vinni bara tíð.
12.c5? Hann gevur mær fyrimunin aftur. 13.Bxb7 Eg veit ikki um hann ikki hevði sæð hetta, ella um hann offraði eina finnu, men tað er ikki gott. 13.Ra7? Aftur ein feilur. 13.Kxb7 14.Rxb7+ Kc6 15.Rd6+ Kc7 16.Ric3 Bg7 var ein betri møguleiki, tó hvítur enn hevur stóran fyrimun.
14.Bg2 Ric6 15.Ric3 Rid4 Og her byrjaði eg at hugsa ov nógv. Mín upprunaliga ætlan var 16.Bg5, sum eisini er tað rætta, men eg helt at eftir 16.h6 17.Bf6 Rg8 stendur bispurin fastur á f6, og sá ikki heilt hvussu eg skuldi koma víðari. Men hansara bispur á f8 og rókur á g8 fáa heldur ikki flutt. Eg kann spæla spakuliga við t.d. Rie4, Rab1 og b4.
16.Bd2?! Be7 17.Rab1?! Bc6?! 18.Rie4?! (Eg hevði ikki sæð 18.Rid5+ exd5 19.cxd5 Bb5 20.d6+ Bxd6 21.exd6+ Kxd6 22.b4!) 18.a5 19.Be3 Rd8 20.Rd2 Kb6 21.Rbd1 Rad7 22.g4?! Ba4 23.b3 Bc6 Hann vildi fáa finnuna fram á b3, so at hon ikki dekkar c3. Nú hóttir hann Bxe4 Bxe4 Rie2+ Kf1 Rxd2 Rxd2 Ric3, og so rýkur finnan á a2.
24.Kf1 h5 25.h3 hxg4 26.hxg4 Ric2 27.Bf4 Rxd2 28.Rxd2 Rxd2 29.Bxd2 Rib4? 30.Ric3 Rid3 31.f4 g5 Nú er tað ein einfaldur máti at vinna upp á.
32.Bxc6 Kxc6 33. Ke2 Rixf4+ 34.Bxf4 gxf4 35.Kf3 Kd7 (35.Bg5 36.Rie4 Bh6 37.g5 og Kxf4 aftaná) 36.Kxf4 f6? 37.Rie4 fxe5+ 38.Kxe5 Bf8 39.Kf6 Be7+ 40.Kf7 1-0 Hann kann ikki steðga g-finnuni.