Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Óbroytt í oddinum

Óbroytt í oddinum

Kappingin er at kalla skrædnað í helvt í landsliðsbólkinum, eftir at 3. umfar hevur verið á skránni í dag. Oddamenninir stóðu nevniliga allir eftir sum sigursharrar í dagsins talvdystum, og við hesum er munurin frá 3. plássi niður á 4. pláss longu nú 1½ stig, og tí er alt, sum bendir á, at føroyameistarin í 2022 skal finnast millum teir tríggjar, Høgna Egilstoft Nielsen (2410), Luitjen Akselsson Apol (2160) og Hans Kristian Simonsen (2176).

Tey flestu eyguni vóru í dag helst vend ímóti talvinum millum brøðurnar Høgna Egilstoft Nielsen og Rógva Egilstoft, sum eru teir báðir hægst styrkismettu telvararnir í landsliðsbólkinum. Við hvíta fólkinum kom Høgni heldur betri frá byrjan, og leik fyri leik vann hann sær ein lítlan fyrimun. Tá hann so við góðari kombinatión fekk frúnna frá Rógva fyri ein rók og ein bisp, tóktist talvið avgjørt. Rógvi royndi at stríðast eina løtu afturat, men Høgni var neyvur, og endin var, at Rógvi gav skarvin yvir.

Luitjen Akselsson Apol, sum eisini hevði fult stigatal undan dagsins talvum, skuldi í dag royna seg við hvítum móti Carl Eli Nolsøe Samuelsen. Luitjen hevur verið ógvuliga sannførandi í ársins FM-kapping, og tað var hann aftur í dag. Hann telvaði mest sum feilfrítt, bygdi sær róliga ein fyrimun upp, áðrenn hann setti endaliga álopið inn. Endin var, at Carl Eli stóð eftir við tveimum monnum í færri, og so legði hann kongin.

Nærmasti kappingarneytin hjá teimum báðum oddamonnunum, Hans Kristian Simonsen, hevði í dag hvítt móti Rana Nolsøe. Hans Kristian og Rani togaðust í dag bæði væl og leingi í spennandi og jøvnum talvi. Eftir góðar 40 leikir hevði Rani vunnið sær greiðan fyrimun og stóð til at vinna, men so var hann óneyvur. Tveir stórir feilir uppá fáar leikir blivu dýrir fyri Rana, og Hans Kristian takkaði fyri.

Í seinasta talvinum hevði Wille Olsen hvítt móti Torkili Nielsen. Undan talvinum hevði hvørgin teirra fingið nakað stig, so tað var umráðandi hjá báðum at fáa okkurt burtur úr hesum talvinum. Talan gjørdist ikki um nakað langt talv, tí eftir bert 22 leikir samdust teir báðir um javnleik.

Í morgin er oddadystur á skránni, tá Hans Kristian Simonsen hevur hvítt móti Høgna Egilstoft Nielsen. Hin oddamaðurin, Luitjen Akselsson Apol, hevur eisini eina trupla uppgávu, tá hann skal royna seg við svørtum móti Rógvi Egilstoft.

 

Heðin nú púra einsamallur

Í 1. bólki er tað klaksvíkingurin, Heðin Gregersen, sum hevur lagt sjógv millum seg og restina av feltinum. Heðin hevði vunnið bæði talvini undan dagsins dystum, og í dag var hann aftur omaná, tá talvið var liðugt.

Hesa ferð hevði hann svart móti Andrias Danielsen. Eitt skiftið tíðliga í talvinum sá einki út hjá Heðini Gregersen. Andrias hevði nevniliga vunnið sær greiðan fyrimun, men Andrias var óneyvur, og so lat Heðin ikki við seg koma. Hann revsaði óneyvu leikirnar, og tað gekk ikki long tíð, so hevði hann vunnið talvið.

Nærmasti kappingarneytin hjá Heðini Gregersen er nú Heiðrikur T. Jacobsen. Heiðrikur tapti annars fyrsta talvi, men síðani tá hevur hann vunnið tvær ferðir á rað. Í dag gekk tað út yvir Boga Hansen Eliasen. Bogi stóð annars betri, tá hann brádliga gjørdi ein risafeil, og tað bleiv beinanvegin revsað av Heiðriki.

Í teimum báðum seinastu talvunum í 1. bólki vann Herluf Hansen á Janus Skaale, meðan Jón í Horni Nielsen og Margar M. Berg telvaðu javnt.

 

Rógvi er nú á odda

Í almenna bólkinum var toppdystur millum Rógva Mørkøre og Brand Højgaard í dag. Talan var leingi um eitt sera javnt og spennandi talv, men brádliga gjørdi Brandur ein stóran feil. Rógvi takkaði fyri, avgjørdi talvið og hevur nú lagt seg einsamallan á odda.

Honum í hølunum eru nú Flóvin M. Tummasarson og Ingolf Debes við ½ stigi færri. Flóvin M. Tummasarson vann í dag á Sigurd Joensen, meðan Ingolf Debes telvaði javnt móti Silas G. Hannesarson.

Í morgin verður toppdystur, tá Ingolf Debes hevur hvíta fólkið móti Rógva Mørkøre.         

 

Markus einsamallur fremstur

Í unglingabólkinum er Markus Jacobsen nú einsamallur í oddinum eftir dagsins umfar. Markus hevði í dag hvítt móti Poul Thomsen, og har var eingin slingur í valsinum hjá unga kollfirðinginum.

Hóast Markus nú er einsamallur á odda, so er kappingin tó hørð, tí í hølunum á honum bara ½ stig aftanfyri eru teir báðir Rógvi Heinason Olsen og Jónas Sólsker, sum í dag telvaðu javnt í innanhýsis dysti.

Úrslit frá kappingini kunnu síggjast her:

https://chess-results.com/tnr613225.aspx?lan=7&art=1

Sí eisini

INNBJÓÐING: 2. undankapping til NM

Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til Norðurlendska Meistaraskapið í talvi, sum …