Aðalfundurin hjá Talvsambandi Føroya verður mikudag tann 4. maj 2022 kl. 18:00 í Finsen í Havn.
Uppskot til viðgerðar á aðalfundinum skulu vera skrivlig og skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi 14 dagar áðrenn aðalfundin, t.v.s. tann 20. apríl 2022.
Uppskot skulu verða liðugt orðað – sett fram av talvfeløgum ella nevnd TSF – og greið at seta til atkvøðugreiðslu.
Uppskot kunnu sendast umvegis teldupost á faroechess@faroechess.com
Skrá sambært lógunum:
- Formaðurin greiðir frá virki felagsins í farna ári
- Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar
- Nevndarval
- Val av 2 grannskoðarum
- Val av 2 dómsnevndarlimum
- Innkomin uppskot
- Limagjald
- Ymiskt
Í nevndini sita:
Ingi Wiberg, formaður
Katrin Didriksen Apol, varaforkvinna (stendur fyri vali)
Herborg Hansen, skrivari
Sjúrður Thorsteinsson (stendur fyri vali)
Gunnleif Rasmussen (stendur fyri vali)
Møtið fjølment !
Nevndin